heilt skilja, at sjálvandi skulu okkara fiskimenn og okkara reiðarar nýta rættin at veiða okkara grunnar. Her er einki tiltuskað, tí soleiðis skal tað vera, og soleiðis fer tað eisini at verða í framtíðini [...] Síðani varð m.a. sagt, at avreiðingarvirðið var oman fyri 2 milliardir, og at bara hjá limunum í Reiðarafelagnum vóru hýrurnar upp á 740 mió. kr. Út frá hesum hýrum og umsitingarlønini og avlopi metti [...] metti Jákup Sólstein, at skatturin lá væl oman fyri 300 mió. kr.. V.ø.o. at fiskimenn og reiðarar lata almennu kassunum 66 oyru fyri hvørt kilo. Og alt í alt er hetta gleðilig tøl og ein gleðiligur boðskapur
eydnaðist tó EB/Streymi at fáa hol á. Ingi Hansen, sum nú aftur er at síggja á liðnum hjá EB/Streymi eftir útlegd á Skálafjørðinum royndi at bróta ígjøgnum. Tað eydnaðist tó verjuni at tackla bóltin av honum [...] royndu at verja leiðsluna, sum teir vunnu sær beint fyri steðgin, var skjótt, at spælið nú varð trýst oman Gunnari á Steig í málinum hjá EB/Streymi. Sjálvur hevði málverjin tó ikki fyri neyðini at fremja [...] eitt hampuliga rættvíst, tó at báðir partar iðra seg um, at teir ikki megnaðu at standa ímóti trýstinum eina lítla løtu afturat., Hinvegin, so var tað týdningarmesta sum nevnt, at dysturin ikki var taptur
bæði HB og VB hevur árið higaritl sýnt, at liðini kunnu fáa stórar trupulleikar í royndunum at halda sætið í næstbestu deildini. Nakað sum annars verður mett at hava alstóran týdning fyri tilveruna hjá [...] fyri einum av kappingarneytunum í botnstríðnum hevur við sær, at tað longu nú byrjar at síggja hálvgum svart út hjá vágbingunum í stríðnum at halda sætið í deildini. Enn eru tó ikki allar súður syftar. Fleiri [...] styrkjast fortreytirnar hjá teimum næstbestu, men tapið ger, at trýstið at fáa stig næstu dystirnar er enn størri. Kanska er tað tó ein lítil skái, at VB hevur ein dyst til góðar í mun til hini botnliðini. Hesin
Martin, at tað er tað partvíst. - Eg veit ikki, um tað hevur so nógv at gera við at duga at vera í oddinum. Kanska er tað meira tað, at venjarin alla tíðina hevur potað inn í okkum, at vit skulu vera tolnir [...] Martin Olsen, um, at hansara fremsta uppgáva var at broyta hugburðin hjá leikarunum, soleiðis at teir gjørdust meira vanir við at vera partur av oddinum. Spurdur, um tað er hetta, sum ger, at NSÍ nú er í oddinum [...] tolnir. At vit í hvørjum dysti fara at fáa møguleikar. Tað hevur kanska mangla áður, men nú duga vit nógv betri at halda okkum til spæliætlanina, uttan at gerast fjáltursstungnir, um tað ikki gevur úrslit
ilt við at fáa alt at rigga, soleiðis sum tað skuldi. Ferðin á spælinum var snøgt sagt ov lág til veruliga at seta móstøðuna undir trýst, og runavíkingar høvdu tí ikki stórvegis trupulleikar av at halda [...] njuni. Hetta var sum vátur vøttur at fáa hjá B36. Ikki minst eftir stóra yvirtakið seinasta korterið undan steðginum, og tí kundi tú kanska hildið, at nú fóru teir at leggja enn meira fyri, tá liðini komu [...] var hetta tó ikki serliga sjónligt. Hóast runavíkingar tóktust at vera ógvuliga væl nøgdir við leiðsluna, so fingu teir nú nógv betri sømdir at spæla seg niðaneftir vøllinum. Veruliga møguleikar komu teir
býnum og kanska enntá keypa okkurt fyri at vera eitt sindur betri við teg sjálvan enn tú vanliga hevði verið. Fólkið, tað góða veðrið og prátið ger, at tú skjótt fer at hugsa um tann so vælkenda sangin hjá [...] syrgdu fyri at alt gekk fyri seg á sømiligan hátt. Miðbýurin Eftir eina hugnaliga løtu í SMS, gekk leiðin oman í miðbýin. Har vóru eisini ymisk tiltøk á skránni, men ikki so nógv fólk vóru at síggja. Tó [...] ið velur at halda seg innandura, tí tað vóru ikki so nógv fólk í miðbýnum um níggju tíðina fríggjakvøldið, sjálvt um veðrið var av tí allarbesta. Men á teimum, sum úti vóru, sást týðiliga, at sólin hevði
ætlaðu, at tað altíð fór at vera líka vakurt. Men ikki var so leingi, til tey fyrstu bløðini vóru rukkut og ljót, og vit tímdu ikki at ansa so væl eftir meira. Tað løgna var tó ? minnist eg - at summi høvdu [...] fingið í gávu at sleppa at liva á heimsins besta staði. Hvar vit enn fara ? nær ella fjar - finna vit ikki eitt stað, har tað er betur at liva enn í Føroyum. Eg kundi hugsað mær eina løtu at vent mær til [...] sjálvsøkni fara?. Latið okkum, í staðin fyri at leggja stein oman á byrðu hvør hjá øðrum, heldur taka saman um hvønn annan. Latið okkum leggja okkum eftir at vera við tí góða orðinum hvør við annan. Tá verður
fer at vera at síggja á vøllinum undan dystinum eins og í hálvleikinum. Fríggjakvøldið klokkan 23.00 verður Eystanstevnukonsert á parkeringsøkinum oman fyri brotið, har ymsir tónleikabólkar fara at luttaka [...] rættiliga nógvur ítróttur. Høvuðstiltakið er sum vera man FM-kappróðurin, sum verður leygardagin klokkan trý. Sum nakað nýtt fer Mentanarhúsfelagið at framføra Eystanstevnukabarett í Glyvra Skúla. Tvær
einum minni, um at tey ferð eftir ferð høvdu trupulleikar við at koma har til, sum tey ynsktu at koma, sigur Christian Olsen, sum at enda vísir á, at tað er ikki bert í Norðoyggjum at hesin trupulleikin [...] sterkara, tá tað kemur til, hvør sleppur við. - At bjóða ferðafólkum at fyrst verða noydd at bíða í tímavís fyri at sleppa við Dúgvuni, og so, tá tey koma umborð, at troðka seg í millum bilarnar við bæði skrelli [...] peningin, sigur Christian, sum heldur tað vera út av lagi vánaligt, at fráboðaninar um broytingar á teim ymsu farleiðunum bara eru á føroyskum. Christian heldur fram, at tá so verkfallið var av, og viðurskiftini
Rasmussen. Aftur var tað Kim Poulsen, sum var upphavsmaður. Hann slapp at reka frá miðum vølli og heilt oman móti brotsteiginum, uttan at nakar fór ímóti honum. Hann prikaði bóltin inn til Jens Erik, sum var [...] verjuleikara, áðrenn hann skorar úr stuttari fjarstøðu. Vágamenn munnu vera nøgdir við hetta avrikið, og teir eru størstu favorittarnir at flyta uppaftur í bestu deildina, og liðið í ár er kanska betri enn [...] 2. deild FS Vágar stevnir við beinari kós móti 1. deild, eftir at felagsliðið flutti niður í fjør. Liðið hevur verið sannførandi í teimum flestu dystunum, og leygardagin var tað B36, ið stóð fyri skotum