Í Japan búleikast fleiri hundraðtúsund fólk í skúlum og ítróttarhøllum, tí húsini, sum tey búðu í, vórðu oyðiløgd í jarðskjálvtanum ella skolað burtur í flóðalduni. Myndugleikarnir siga, at umleið 380 [...] eru flutt burtur frá kjarnorkuverkum orsakað av vandanum fyri geislavirknum leka. Tað er vetur í Japan, og veðurmenninir siga frá kaldari veðri teir næstu dagarnar. Japanska deildin av Reyða Krossi hevur
Í nátt var aftur ein spreinging á einum kjarnorkuverki í Japan. Hesaferð snýr tað seg um tann triðja reaktorin á kjarnorkuverkinum Fukushima-Daiichi. Beint aftan á spreingingina boðaðu myndugleikarnir
Náttúran í Japan ger aftur um seg. Hesaferð er tað gosfjallið Shimmodake, sum er farið at goysa royk og gosgrót einar fýra kilometrar upp í luftina. Jarðfrøðingarnir vita ikki, um gosið kann hava nakað
Japanskir jarðfrøðingar rokna við fleiri jarðskjálvtum afturat í Japan teir næstu dagarnar. Sambært Japan Meteorological Agency er minst 70 prosent sannlíki fyri, at onkur av eftirskjálvtunum verður oman
Jarðskjálvtin og flóðaldan fyrradagin er tann ringasta kreppan í Japan síðani seinna heimsbardaga. Tað segði forsætisráðharrin, Naoto Kan, í einari sjónvarpsrøðu í dag. Samstundis bað hann hvønn eintakan
Í Japan hava jarðfrøðingarnir nú staðfest, at tann harði jarðskjálvtin var uppaftur harðari enn mett av fyrstan tíð. Upprunaliga varð sagt, at skjálvtin var 8,9 á Richterstiganum, men nú sigur jarðfrø [...] Richterstiganum og kostaði 1.600 mannalív. Alment er talið á deyðum eftir jarðskjálvtan og flóðalduna í Japan komið upp á umleið 700, men myndugleikarnir bera ótta fyri, at meiri enn 10.000 kunnu hava latið lív
Myndugleikarnir í Japan vita ikki, hvat er hent helminginum av teimum 19.000 íbúgvunum í havnarbýnum Minamisanriku, sum varð raktur av flóðalduni í gjár. Tíðindastovan Kyodo skrivar, at fyribils hava
Myndugleikarnir í Japan bera nú ótta fyri, at jarðskjálvtin og flóðaldan í gjár kunnu hava kravt meiri enn 1.000 mannalív. Franska tíðindastovan AFP skrivar frá keldum í løgregluni, at higartil eru 713
Ein av bygningunum á japanska kjarnorkuverkinum Fukushima I er rapaður eftir eina spreinging tíðliga í morgun. Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at geislavirknið í økinum kring verkið er 20 fe
Japanski forsætisráðharrin, Naoto Kan, segði í kvøld, at myndugleikarnir eru farnir undir at flyta fólk burtur frá kjarnorkuverkinum í Fukushima. Orsøkin er, at kanningar hava víst, at geislavirknið í