Ritstjóri á hesi forvitnisligu útgávu er Turið Sigurðardóttir. Tað er í miðari viku, at sjálvur hundrað ára dagurin er. Henda dag skipar Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og tey, ið knýtt eru at verkætlanini [...] fara vit mikukvøldið eisini at hoyra Ega Dam og Hans Tórgarð framføra leikmynd úr víðagitna brævaskiftinum millum William og Jørgin-Frantz. Óneyðugt skuldi havt verið at sagt, at ídni brævskrivarin Jørgin-Frantz [...] fjølbroyttu skránni fyri kvøldsetuna kann nevnast, at føroysku tónaskøldini Tróndur Bogason og Sunnleif Rasmussen hava arbeitt við tekstum eftir, ella knýttir at Jørgin-Frantz. Kórsatsur, sum Tróndur hevur gjørt
soleiðis lýst, at tú skilir hana, tær fer at dáma hana og tykir at enda synd í henni. Hvørki er hon demonisk ella mystisk, men í øllum sínum ósamsvarliga kvennleika sára menniskjalig. Sama er at siga um bókina [...] hann ofta til, at hann var takksamur lívinum, ið hann altíð, so sum hann málbar seg, hevði verið væl í øgn við, og hvørs gávur hann hevði ikki sinni at leggja undir illgruna. Aleina øll hesi føroysku fjøllini [...] fyri... Mitt magn er hetta, at eg strembi ikki eftir lukku og vælveru, men eri ásttikin av mini egnu lagnu. Í einum vanlukkuligum sjúkuherðindi, so at honum var neyðugt at leggja seg undir truplan og
Erling segði, at á tollstovuni høvdu tey eina eftirstøðubók, sum hann rópti bókina, og í hesi bók sást, hvat átti at vera á vørugoymsluni av ótollaðum vørum. Hann legði aftrat, at vísti tað seg, at vørur vantaðu [...] ætlanin at panta Niclasen-fyritøkuna fyri tollskuld, men fyritøkan biðir tá um, at hetta mál verður avlýst. Erling segði seg ikki minnast, at tey høvdu tikið málið aftur. Erling Simonsen helt, at tollstovan [...] fyritøkuna í góðari trúgv - og í tí trúgv, at fyritøkan hevði tollkreditt, eisini í hansara stjóratíð. Erling Simonsen segði seg ikki minnast alt frá hesi tíðini, men helt, at tað mundi vera hann sjálvur, sum hevur
tók til, eftir slíka viðferð ?fór eg at ákæra meg sjálvan í teirri vón, at um ikki annað hetta skjótt fór at føra meg á avrættingarpallin?. Aðrir vórðu hóttir við, at løgreglan legði hendur á konu og børn [...] vístu lýdni. Um Bukharin er at siga, at hann veruliga skuldsetti seg sjálvan og læt lív í teirri trúgv, at henda gerð tænti einum hægri máli: tí nýggja Jerusalem, sum einaferð fór at verða skapt. Tann einasti [...] sýtti fyri at leika við í hesi makabru framførslu, var Martemian Rjutin, sum varð nevndur í fyrra parti av hesi grein. Rjutin, ein lítillátin skúlalærari, fór longu fyrst í tríatiárunum at skipa fyri virknari
russiskum bøndrum sluppu at doyggja í friði. Teir, sum framdu hesi morð, høvdu messiasljóma um høvur. Hvør kundi megna at steðga slíkum monnum? KORTINI HEVÐI verið skeivt at sagt, at Stalin og lagsbrøður hansara [...] murran. Um Bockelson er at siga, at hann var ungur, vakur, tungusnjallur og hevði kvinnutekki. Hann hevði sostatt allar fyritreytir fyri at gerast profetur. Vit kunnu leggja aftrat her, at Jan Bockelson var [...] fram sum býarins nýggi profetur og valdsharri. Hann kunngjørdi, at løtan var komin at stovnseta túsundáraríkið, og at hann var kallaður at vera ikki bara kongur, men Messias teirra evstu daga. Hann gifti
í Sund, og tí var tíðin so góð, at vit valdu at fara inn í Kirkjuna at hava eina stutta jólakonsert við Klaksvíkar Hornorhestri, sum spældi nakarar sálmar úr "Reyðu bók", meðan Jóhann Lützen hugleiddi [...] meg um eg hevði hug at tendra jólatræði í Svínoy og siga nøkur orð, var eg skjótur at smekka til. Svínoy hevur altíð haft eitt rúmshátt pláss í mínum medviti. Hetta kemst sjálvandi av at Mamma mín eigur eini [...] vaksin at vitja út her. Svínoy hevur sína serstaku mentan, her er óspilt, her er friðarligt og fantastiska vakurt. Fyri býarmenniskju bjóðar Svínoy nakað serstakt – Hetta at koma aftur til røturnar, at finna
Jesaja profeti. Hann livdi ímillum rúnurnar í hesi halgu bók og dugdi at skrifta úr henni meira enn nakar annar. Hann var so blíður og sá so mildur út. Hann fór at leiða allar tær gomlu grenjutu genturnar til [...] hugtøkum. ( t.d. Korvet på stabelen) Hetta var, áðrenn sálarfrøðingarnir fóru at umrøða hesi eyðkenni metafysiskt. Eisini skal nevnast, at langt áðrenn Newton vísti á ta vanligu atdráttarmegina, so høvdu listafólk [...] Hon var komin aftur undir Róvlstein at vera og var so innisæl, at ikki sigst frá tí. Andreas á Flótti legði lestrarfjølina upp á pláss, tók lestrarbókina fram og fór at lesa jólaboðskapin til jólakvøld.
ætlar, at bókin skal sendast øllum húskjum í Føroyum, og einaferð í fyrru helvt av desembermánaði kunnu føroyingar rokna við, at bókin um Føroya Banka liggur í teirra postkassa. Í so máta ber til at siga [...] siga, at allir føroyingar fáa eina føðingardagsgávu og jólagávu frá bankanum í desember. Annars er tað ikki fyrstu ferð, at føroyingar fáa eina ókeypis bók frá bankunum. Í 1982, tá Sjóvinnubankin fylti fimmti [...] fimmti, lat bankin eisini øllum húskjum í Føroyum eina bók um bankan, men nú kunnu føroyingar so aftur gleðast um, at fáa eina bók um bankasøgu ókeypis.
heldur. Jona segði, at tá Sigfred plagdi at fara at býráðsfund, fylgdi Jóhanna Mathea honum onkuntíð út á trappuna og rópti: ”Ver nú so góður við Jonu!” Hetta gloymdi Jona henni ikki. Nógv at gera á heimafrontinum [...] dagar. So tað var ikki løgið, at tey, sum vóru eftir í bygdini, vóru við at ganga til av ótta fyri, um nakað kundi vera hent teimum. Ein dagin segði abbin, Mikkjal, frá, at hann fór burtur í haga. Hetta [...] bóndahúsini Útistovu og Innistovu at undirvísa í. Hetta merkti, at Trøllanes hevði eitt fimtings lærarastarv. Við allari »spilltíð« hava tey roknað seg fram til, at veruliga skúlagongdin var eitt ár
tað so at teimum mørkum, at lok varð lagt á barnaskúlan, og tá í tíðini var tað soleiðis, at onkur helt fram í realskúlanum á Glyvrum, onkur annar valdi 8. flokk á Toftum, og onkur triðji valdi at fara út [...] tað gjørdist ein minnilig ferð. Ikki minst tí at tað var himmalsins ódnarveður teir fyrstu tríggjar dagarnar, tað var ikki hugsningur um at fáa tjøldini upp at standa, tíansheldur nakað annað, og tíbetur [...] nógv virksemi í Føroyum. Tá hvarv hann úr gerandisdegnum um hesi svæði og flutti til Havnar at búgva, har tað ivaleyst hevur verið høgligari at búleikast í mun til arbeiðið, sum hann nú var vorðin partur