er eisini at stuðla fólki við HIV ella AIDS. Bæði í fremstu røð hesi bæði fólkini, sum koma til Føroyar eru ikki hvør sum helst í stríðnum ímóti AIDS. Tí bæði standa tey í fremstu røð. 31 ára gamla Anne [...] Føroyska AIDS - ráðið fær í næstum forvitnisliga vitjan úr Danmark. Tí um 14 dagar koma tey bæði, sum standa eina fremst í AIDS-arbeiðnum í Danmark, og á altjóða støði, til Føroyar at halda fyrilestur [...] professara á sjúkrahúsinum í Hvidovre og Anne Graumann, upplýsingarstjóri hjá danska »Aids-fonden«, sum nú koma til Føroya. Gávu til AIDS grunn Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 14
tíðina, frá 10. november til 5. januar, verða bara sjúklingar innlagdir, sum krevja bráðneyðuga viðgerð. Hjá øllum øðrum, sum høvdu væntað at sloppið í viðgerð nú, noyðast vit so tíverri at útseta viðgerðina [...] niðurlagdar á jólum. Á jólum eru altíð fáir sjúklingar á landsjúkrahúsinum, tí øll verða send til hús, sum yvirhøvur kunnu. Men í ár noyðast vit so tíverri undir ?jólahaldið³ longu Mortansmessuaftan, mánadagin [...] verður longd einar tríggjar mánaðir, sigur hann. Hinvegin verða bráðneyðug viðgerð altíð gjørd. Tað, sum er bráðneyðugt, tað er bráðneyðugt. So má játtanin heldur verða sprongd. Jón á Steig sigur, at henda
bara hjá psykiatrisku deild. Men eisini hjá teimum húskum, sum ikki hava eina róliga løtu av tí at tey hava fólk búgvandi, sum eru í barndømi, og sum ongin veit, hvat kunnu finna uppá. Tey finna uppa, og út [...] nógv fólk á psykiatrisku deild, sum ikki eiga at verða á sjúkrahúsið, men á røktarheimi. Tað eru rættiliga nógvir røktarsjúklingar á psykiatrisku deild. Hetta eru fólk, sum ikki fáa viðgerð, men røkt, og [...] einki nýtt, at støðan á landssjúkrahúsinum er vónleys. Tað hevur hon verið í nógv ár, tí samstundis sum Landssjúkrahúsið hevur fingið minni og minni pengar at arbeitt við, hevur tað fingið alsamt fleiri
Gongur sum ætlað, verður aftur skúlalækni í Suðurstrymoy og í Suðuroyar Syðra læknadømi komandi vár. Hetta upplýsti Kristjan Magnussen, landsstýrismaður í tinginum mikudagin. Tað var Jenis av Rana, sum hevði [...] Suðurstreymoy eina tíð, men nú er so útlit at nýggjur skúlalækni verður settur í februar - gongst sum ætlað. Kristjan Magnussen segði at seinasta var varð ætlanin at fáa lýsing í Ugeskrift for læger. Men
býarverkfrøðingur í Klaksvík, sum eisini er formaður í nevndini, Magnus Magnussen og Schumann Hansen, sum umboð fyri Strandferðsluna, landsverkfrøðingurin, og Jógvan Høj, sum umboðar vinnuna í norðoyggjum [...] fyri at nøkta tann tørv, sum er á leiðini. Og líkt er í øllum førðum til, at ólag kemur á ferðaætlanina, tí verður so nógv ferðsla, sum roknast kann við, er stutti steðgurin, sum flestu túrarnar er avsettur [...] sær hurlivasan tá Ternan, sum bert tekur tveir trailarar hvørja ferðina, kemur aftur í sigling, sigur hon. Eisini flutningsfyritøkur, fiskaframleiðarar og aðrar fyritøkur, sum hava brúk fyri góðum sambandi
onkrum av spælarunum, sum eru á liðnum, sigur hann avgjørdur. Hjá B36 er tað ein stórur missur, at Julian nú fer til Noregs at spæla. Julian var ein av mest týðandi spælarunum á liðnum, sum vann FM-heitið í [...] Julian Johnsson hevur nú sett sítt navn á sáttmálan, sum ger hann til yrkisspælara í Noregi. Eftir at Julian í oktober mánaði var til royndarvenjingar í norska felagnum Kongsvinger hevur verið greitt, [...] avloysara úr onkrum øðrum felag ella um avloysarin skal finnast ímillum teir mongu evnaríku spælararnar, sum longu eru at finna í felagnum.
stengurnar á superligaliðnum hetta vikuskiftið. Jákup byrjaði kappingarárið í ár sum málverji á besta liðnum, men eftir ein skaða, sum hann fekk í Estlandi, hevur Kai Larsen vart málið. Jákup hevur síðani stríðst [...] venjarin hjá Herfølge, Ole Mørch, at tað nú bilaði við sjálvsálitinum hjá málverjanum. Og sambært tí, sum Ítróttarsosialurin hevur fingið at vita úr Herfølge, ætlar Ole Mørch at skifta málverjan út og seta
Sunnudagin verður tað, sum vanliga var stóri dysturin í hondbóltskappingini hjá monnum, spældur í Vestmanna. Í fjør hevði Kyndil ongan kjans móti VÍF, men nú fáa teir aftur ein kjans at koppa gula mei [...] sigursvandu feløgini eru fyri samborið við hvørt annað. Vestmenningar hava vunnið báðar dystirnar, sum eru spældir í landskappingini higartil. Fyrst vunnu teir stórsigur á Neistanum, men seinasta vikuskiftið [...] eftir einum korteri. Seinasti mansdysturin verður í Havn millum Neistan og KÍF, og tað er ein dystur, sum skal gera av, hvør skal verða aftast í deildini eftir hetta vikuskiftið. KÍF hevur tapt báðar sínar
Í dag byrjar annað umfar av stóru Grand Prix kappingini, sum Badmintonsamband Føroya skipar fyri í vetur. Hetta umfarið verður í Ítróttarhøllini á Skála og byrjar í dag kl. 11.00. Tá skulu tey yngstu børnini
hoyrir. Føroyski parturin fer til sjálvar kirkjubygningarnar, sum tað lokala kirkjuliðið sjálvt eigur. Tað er, sum sagt, kirkjuliðið, sum eigur og rekur kirkjuna. Har kirkjuskattur er, verður raksturin [...] kirkjuráðið, sum skal taka sær av at menna og styrkja tað andaliga arbeiðið, sum gjørt verður á staðnum. Bæði hvat ytri karmum og innihaldi viðvíkur. At sita í kirkjuráðnum er nakað, sum fólk mangan bara [...] gomlu hava eina adventsguðstænastu, sum fyriskipað er í góðum samstarvi við heimahjálpina. Sangurin Og so er tað sangurin, sum so mangan verður tosað um. Tað eru mong, sum fýlast á, at sálmasangurin í føroysku