Medisinska deild má spara 50-70% av sengrunum burtur

Stórar sparingar skulu finnast á landsjúkrahúsin-um fyri at játtanin fyri í ár skal halda. Á medisinku deild er neyðugt at leggja upp til 70% av seingjarplássun-um niður til 1. januar. Sparingin merkir, at bara akuttar viðgerðir verða. hjá øllum hinum verður bíðitíðin longd nakrar mánaðir

Landssjúkrahúsið er aftur í peninganeyð.

Higartil í ár eru meiri pengar brúktir, enn roknað varð við.

Tað merkir, at teir báðar mánaðirnar, eftir eru av árinum, skulu umfatandi sparingar gerast fyri at fáa játtanina at halda.

At fara út í Tinganes við húgvuni í hondini at biðja um eykajáttan, verður frammanundan mett at verða nyttuleyst.

Tí haðani hava boðini verið greið í nøkur ár nú: Játtanin skal haldast, og tað verður ikki talan um eykajáttan.

Tað er sera trupult at fáa nágreiniligt yvirlit yvir, hvussu umfatandi sparingarnar eru.

Roknskaparleiðarin vil einki upplýsa, men vísir til setta sjúkrahússtjóran, Mary í Garði.

Men í grein á síðu 4 í blaðnum sigur, hon, at játtanin fer at halda, uttan at tað verður neyðugt at taka óvanlig stig.


50-70% burtur

Men hetta er ikki, hvat leiðandi yvirlæknin á medisinsku deild, Jón á Steig sigur.

Hann sigur, at skal játtanin halda, verður neyðugt við ógvusligum sparingum.

Hann hevur ikki nágreiniligt yvirlit yvir fíggjarstøðuna, og hann veit bara, hvørjar sparingar verða gjørdar á medisinsku deild.

­Hjá okkum verður neyðugt at spara ímillum 50 og 70% av seingjarplássunum burtur frá 10 november til 5. januar.

Flestu sengur verða niðurlagdar á jólum.

­ Á jólum eru altíð fáir sjúklingar á landsjúkrahúsinum, tí øll verða send til hús, sum yvirhøvur kunnu.

­ Men í ár noyðast vit so tíverri undir ?jólahaldið³ longu Mortansmessuaftan, mánadagin 10. november, leggur hann speiskliga afturat.

­ Talan verður um at lata fleiri deildir aftur uppá skift.

­ B8 -intensiva deild -, og barnadeildin lata ikki aftur.

Jón á Steig sigur, at annars lata báði B6, B7 og ?barakkin³ aftur ávís tíðarskeið, tað, ið eftir er av árinum.

­ Ímeðan deildirnar eru stongdar, verða sjúklingarnir fluttir ímillum deildirnar.


Nógv noyðast at bíða

Leiðandi yvirlæknin á medisinsku deild sigur, at hesa tíðina, frá 10. november til 5. januar, verða bara sjúklingar innlagdir, sum krevja bráðneyðuga viðgerð.

­ Hjá øllum øðrum, sum høvdu væntað at sloppið í viðgerð nú, noyðast vit so tíverri at útseta viðgerðina .

­Tvs, at bíðitíðin hjá teimum verður longd einar tríggjar mánaðir, sigur hann.

Hinvegin verða bráðneyðug viðgerð altíð gjørd.

­ Tað, sum er bráðneyðugt, tað er bráðneyðugt. So má játtanin heldur verða sprongd.

Jón á Steig sigur, at henda støðuga skáksiglingin ímillum tey fíggjarligu skerini er ógvuliga møðsam hjá øllum pørtum, tí tað ber ikki til at leggja langtíðarætlanir.


Ov nógvar barnakonur

Jón á Steig sigur, at orsøkin til sparingarnar nú, er, at starvsfólkið hevur so nógva avspáking til góðar, og tað má fáast frá hondini nú.

­ Deildirnar eru so illa mannaðar, at bara eitt fólk er burtur, má eykahjálp kallast til, og hon er dýr og elvir til nógva avspáking

­ Landssjúkrahúsið er eitt stórt arbeiðspláss hjá konufólki. Orsøkin til at fráveran hevur verið so stór í ár, er, at so nógvar kvinnur, sum arbeiða á Landssjúkrahúsinum hava átt børn, og hava verið burtur av teiri grund.

Jón á Steig heldur, at barsilsfarloyvi í Føroyum er ov stutt. Avleiðingin av stutta barsilsfarloyvinum er bara tann, at so verða kvinnurnar sjúkrameldaðar ístaðin, fyri at leingja barsilsfarloyvið. Leiðandi yvirlæknin sigur, at hetta er høvuðsorsøkin, at meiri pengar eru brúktir higartil í ár, enn í fjør, tí hetta kundi ongin vita frammanundan.