ranum grundin til, at vágafólk noyðast at smyrja seg við at hava Sam siglandi einsamallan um Vestmannasund. Eg meini tað! Nú er tað ikki so, at hesi 30 fólkini eru tey einastu, sum dagliga ferðast millum [...] spyrjandi. Hvør er meiningin við øllum hesum? Um meiningin er at vísa í verki, at Føroya løgting eigur at takast í álvara, og at SL tí eru farin undir at byggja eina farleið uppaftur, má hetta kunna gerast á onkran [...] endurgivin fyri at siga seg noyddan at taka Føroya løgting í álvara (!), og tí hevur hann sett Ternuna I (gomlu Ternuna) í sigling millum Skálafjørðin og Havnina fyri á tann hátt at ?byggja eina farleið
Og so takk einaferð afturat! Fyri at seta okkum ófullføru so nøkunlunda inn í, hvat fyrifórst á vinstravonginum í gomlum døgum. Men hvør kann siga okkum ring fyri, at misskiljingar stórtrívast, tá dagar [...] føroysku elementunum niðri, at orðaskiftast um parolur sum ?Sovjet út úr Afganistan?, ?Sovjet langt út úr Afganistan? ella bara ?Fingrarnar burtur, Sovjet?! Men allíkavæl, sum tú sigur, Rolf, 1000 er eitt [...] definitiónsrættinum, ið hava skilt nakað sum helst av tí heila. Má soleiðis hissini viðmerkja, at gamli Marx altíð hevur verið ein av hejtum mínum. ?Djupur og brattur... ? sum Brandes segði um Nietzsche á sinni
burtur í Írska havinum. Tey fregnaðust tí eftir at fáa meira at vita um føroysku ættina. Og tað hava tey fingið. Forfaðir teirra var Nicolaj Frederik Petersen, sum varð føddur á Miðgerði í Kollafirði 2. mai [...] keypmaðurin í Fuglafirði, Sámal Petur Petersen, sum sostætt er langabbabeiggi hesa konuna í New Zealandi. Í brævi til Sosial siga tey úr New Zealandi, at tey bæði eru fødd og uppvaksin í Skotlandi. Tey [...] Lýsingartorginum í Sosialinum eftir føroysku familjuni hjá konu síni. Tey vistu bara, at maðurin var av eini Petersenætt og at hann flutti til Palnackie í Skotlandi fyri eini trimum ættarliðum síðani. Forfaðirnin
teimum, sum halda, at tað er so nógv til av skarvi. Nógv siga frá tí øgiliga skarvinum, sum er, bara tí at tey vita um eini 100 pør, sum eiga onkustaðni. ? Men tey hugsa ikki um, hvussu skjótt tað er at skjóta [...] Jens-Kjeld Jensen sigur, at tað ringasta fyri skarvin er, at tað er loyvt at skjóta hann frá 1. september. ? Tvs, at allan september er skarvurin einasti fuglur, sum tað er loyvt at skjóta. ? Og tað rakar [...] neyðugt at friða hann fullkomiliga. Roynt til fánýtis Jens-Kjeld Jensen sigur, at tey, sum hava áhuga í fugli, hava fleiri ferðir roynt at fáa landsstýrið at flyta tíðina, har tað er loyvt at skjóta skarv
fyri jól, at so at siga meginparturin av bókunum kemur. Tær, ið koma út aðrar tíðir á árinum, detta onkusvegna burtur ímillum. Hyggja vit at úrvalinum av bókum, ið eru komnar út í ár og sum koma út tað [...] leggur úrslitini av gransking síni fram á ein nágreiniligan hátt, sum samstundis er lættur at skilja hjá øllum, sum hava áhuga fyri tí, sum upp kemur á hesum vegamóti í søgu tjóðarinnar. Tann einasta bókin [...] kvæðabókini, sum Tróndur á Trøð í Skálavík byrjaði at skriva upp í 1865. Heimamissiónsforlagið gevur út bókina Hon fór út eftir Snorra Brend. Bókin er frásøgnin um ungu Katju Lamhauge, sum fekk kall at gerast
hava. Løgið er kortini at sita her niðri og síggja, at ein av grundgevingunum fyri øllum klandrinum sigst vera, at nýskipanir eru við at gerast til ranglæru. Tað er satt at siga ilt at skilja, hvussu tað kann [...] sannføring, tú torir at siga hana hart, so er tað eisini mansligt at standa við hana. Hóast tað kostar ein prestagarð. Men líkt er til, at ikki alt er avgjørt kortini. Samstundis, sum svarið frá Kirkjumálaráðnum [...] Kirkjumálaráðnum er at síggja, er onkur, sum framvegis birtir uppundir stríð í kirkjuni. Og hatta verður ivaleyst lagið, um vit vilja tað ella ikki. Klandursvætti fara altíð at vera, sum bara vilja klandrast
tora at hugsað, at føroyingar fóru at taka loysing og satt at siga, so óttist eg prátið sum hevur verið frammi í sein-astuni heima í Føroyum. Eg hugsi um áttatiárini, tá kláraðu føroyingar sjálvir at stýra [...] greitt, at taka føroyingar fullveldi, so kunnu vit rokna við at livifóturin fellur nakað -Og eg eri als ikki á-hugaður í, at tað skal gerast verri at liva í Føroyum. Eg vil hava tað gott, eg vil at kona mín [...] fylgja tjóðveldis-monnum, tá teir siga at tað er rætt at klára seg sjálvan. Eg búgvi niðri og í Dan-mark verður tað als ikki tikið fyri givið, at væl-ferðarsamfelagið, sum vit kenna tað í dag, har øll eru
speirakin og hvørki at høgga ella at stinga í. Hann kundi sum fáur nýta orðið ? og skar stundum í bein. Orðafloymurin var sum áarlop. Tað byrgdist ikki fyri honum. Mangur mundi halda, at ikki flættaðist við [...] 2. novembur bórust boðini herniðri og heima um, at Carl Nolsøe var farin dagin fyri. Mangur hvakk við, hevði ilt við at fata tað, sum hent var. Og tað sum verri var: Hevði ikki fingið tosað við Carl, spurt [...] ótroyttiligu synum sínum, Ein sum ikki lat sær lynda hálv svør og jánkasliga talu, ein sum avdúkaði og revsaði hugsjónarleysar menn og politikarar. Hvesti at teimum, sum ikki vardu borg og tóku síni egnu
ísraelum, sum fóru at gera alt fleiri og grovari fríspørk. Hetta gav at bíta í seinna hálvleiki tá Revivo varð útvístur, og tað var nokk tann beinleiðis orsøkin til at sigurin varð so stórur sum hann var [...] unum til EM 2000. At koma framum á útivølli longu eftir hálvan annan minutt er ikki hvørsmansføri, og tað var stórt sæð tað, sum danir høvdu tørv á fyri at fáa tað spæl í dystin, sum teimum lystir. Danska [...] vera noyddir at leggja taktikkin móti dønum um, og tað er ikki nakað, sum bara hendir. Danska liðið hevur víst, at teir eru sterkir tá tað um kontrafótbólt umræður, og tað var júst tað, sum kom so øgiliga
haldi, at tað er ein rímuliga skilagóð gongd í føroyskum borðtennis, men tað sum restar í er at sambandið vísir, at tey eru sinnað at ganga undan við einum skilagóðum hugburði. Eg haldi til dømis, at tað [...] rímulig, og tað fer nokk at síggjast aftur um nøkur ár, sigur venjarin, sum roynir at gera venjingina so áhugaverda sum tilber. Hon heldur, at tað hevur stóran týdning hjá spælarunum at seta sær nøkur mál, [...] felag. Nú er hon so farin í holt við at uppfylla málini, sum eru, at hava tað stuttligt, meðan tey spæla, at vinna nakrar dystir, meðan onkur annar hevur sett sær fyri, at vinna FM. ? Men tað er eisini meiningin