rødd Filip hevur, sum oddamaður í sera vælumtókta bólkinum, The Story Ends, gjørt vart við seg. Hansara sjarma hevur bjarga fleiri konsertum, tá The Story Ends ikki sum bólkur annars hevur megna at liva [...] nógva hypið. Í elektroniska bólkinum The Ghost hevur Filip Mortensen kasta saman við Urbanusi Olsen. Bólkurin varð stovnaður í januar mánaði í ár og hevur bert spælt eina konsert í Losjuni í Gøtu. Hann [...] gittarar. Hetta er ikki heilt vanligt í føroyskum høpi. Tað er mestsum bert Gulli Johannesen, ið hevur roynt seg á hesum økinum. Men við røddini og sjarmuni hjá Filip verður bólkurin beinanvegin áhugaverdur
at Ble seinastu tíðina hevur roynt at sleppa úr felagnum. Longu í fjør ljóðaði, at B36 royndi at fáa spælaran í sín hóp, men tann handilin varð tó av ongum. Og at VB/Sumba hevur verið uttanlands og leitað [...] leiðslan í longri tíð hevur verið greið um, at tað skilabesta helst var at loyva einum ónøgdum spælara til annað felag. Heilt á berum standa teir tó ikki á Eiðinum. Felagið hevur í vár verið í sambandi [...] VB/Sumba vátta, at Evrard Ble restina av kappingarárinum fer at spæla fótbólt á Argjum. Við hesum hevur VB/Sumba slept ein av sínum týdningarmestu spælarum til liðið, sum saman við suðuroyingunum roynir
seinnu árini hevur fremsti danski framleiðarin av undirhaldssendingum til sjónvarp, er nú selt til altjóða felagið FremantleMedia. Annar av eigarunum í Blu er føroyski Per Zachariassen, og hann hevur eisini [...] av leiðarunum í felagnum, sum hevur skapt nógv góð sjónvarpskonsept, sum eru send í Danmark og seld til onnur lond. Eitt nú Stóra Klassafestin og Vinir fyri lívið. Nú hevur FremantleMedia, sum er í somu [...] dia hevur deildir í nógvum londum, og felagið er kent fyri sjónvarpskonsept sum Idols og sendingarnar við kokkinum Jamie Oliver. Tað verður ikki upplýst, hvussu nógvar pengar FremantleMedia hevur brúkt
Jens Martin Knudsen. NSÍ hevur allar sínar spælarar tøkar til dystin ímóti GÍ sunnudagin. Pól Thorsteinsson manglaði seinast, men hann hevur sitið leikbannið av sær. GÍ hevur ikki vunnið í Formuladeildini [...] Magni Jarnskor hevur nú leikbann. Hagtølini siga, at GÍ sjáldan vinnur í Runavík. Seinast GÍ vann við Løkin var í 2001, men verður hugt eftir tølunum fyri seinastu 10 árini vísa tey, at NSÍ hevur vunnið fýra [...] fýra ferðir, meðan GÍ hevur fingið javnleik fýra ferðir.
vóru fýra í tali, víkja lítið frá vanligu hagtølunum eitt vikuskifti, tá nógv fólk hevur verið í býnum. So samanumtikið hevur tað verið toliliga friðarligt hjá løgregluni á ólavsøku. [...] Av løgreglustøðini siga tey í morgun, at ólavsøkan hevur verið toliliga friðarlig, og í mangar mátar var hon ikki ólík einum vanligum vikuskifti Vakthavandi á løgreglustøðini í morgun segði, at tilsamans [...] rúsin av sær á løgreglustøðini. Tann seinasti kom inn klokkan hálvgum níggju í morgun. Løgreglan hevur eisini fingið fýra harðskapsmál at taka sær av. Í øllum fýra førunum var talan um fólk fyrst í tjúgunum
Sambandsfloksins í 100 ár hevur forvitnisligt blaðkjak tikið seg upp og upplýsingar komnir undan kavi, sum eg, og helst nógv við mær ikki hava verið vitandi um. At Jóannes Patursson hevur verið nazi-sympatisørur [...] lat tað nú liggja á hesum sinni. Jóannes Patursson norskur sambandsmaður At hann hevur havt hjálp frá norðmonnum og hevur ferðast runt um í Føroyum við teimum til tess at niðurgera danir og ríkisfelagsskapin [...] Johan Petersen Tjóðveldisflokkurin hevur um dagarnar havt stuðulspedagogar í loysing frá Grønlandi. Sama gjørdu Jóannes og Erlendur Patursson - tá ávikavist úr Noregi og úr Íslandi. Í kjalarvørrinum á
fyri, tó so bólkurin hevur síðan Prixsigurin givið aðru fløguna hjá sær út, umframt at hann hevur verið sera virkin bæði innan- og uttanlands. Eingin av hesum fimm bólkunum hevur havt nakað langt lív, [...] Einasti bólkur, ið higartil hevur yvirlivað sigurin í Prix Føroyum er vinnarin í 2003 Gestir. Bólkurin hevur júst givið sína fyrstu fløgu út, og tykist raknaður við aftur eftir eitt heldur stilt tíðarskeið [...] greitt, at fyri hvønn dag bólkurin er til, skrivar hann Prix Føroyar søgu, við bara at vera, tí hann hevur nú yvirlivað longur enn Moirae gjørdi.
Eisini evnaríki málverjin, Gunnar Nielsen, ið hevur vart unglingamálið hjá Frem seinasta árið, hevur fingið nýggjan sáttmála við danska felagið. Harafturat hevur Frem sloppið sær av við annan av fyrstalið [...] Jón Róa, ið, hóast hann ikki hevur leikt í havnarfelagnum síðani 2002, framvegis var sáttmálabundin við havnarfelagið. Nú hava HB og Frem so gjørt eina avtalu, og Jón Rói hevur undirskrivað ein eitt ára sáttmála [...] hjá sær, soleiðis at Gunnar Nielsen nú er annar málverji hjá besta liðnum hjá Frem. Gunnar Nielsen hevur annars verið til royndarvenjingar í Liverpool, og nógv bendi á, at enska stórfelagið var áhugað í
verður rópt, og síðani hevur verið fingist við at umvæla tað og gera tað um til eina kunningarstovu. Strilti hevur gingist við at fáa fatur á tilfarinum, og nú tíðin nærkaðist hevur verið arbeitt í »døgndrift« [...] men seinni var nýtt til handil, hin fyrsti av sínum slag í Nólsoy. Roynt hevur verið at varðveitt upprunaliga tilfarið har tað hevur verið møguligt, og eitt nú diskurin er gjørdur av klædningsviði, sum framvegis [...] framvegis var nýtiligur, eftir at klædningurin var skiftur út. Arbeitt hevur verið í eina tíð við ætlanunum um at skapa grundarlag fyri einari munandi ferðavinnu í Nólsoy, og ein arbeiðsbólkur varð skipaður
meistaradeildini hjá monnum. Dysturin hevur sum so ongan týdning fyri nakað av liðunum, tí í øðrum endanum hevur ÍF tryggjað sær meistaraheitið, meðan SÍ í hinum endanum ikki hevur nakran møguleika at koma av aftasta [...] aftasta plássinum. Gongdin hjá ÍF hevur verið avbera góð í endaspælinum, og einasti svipsarin kom, tá teir taptu 3-2 ímóti Fram. Hesin ósigurin skapti rættiligan spenning í aftur bestu mansdeildini, men [...] ð settu fuglfirðingarnir alt uppá pláss sjálvir, tá teir vunnu trygt á Mjølni í Klaksvík. Hjá SÍ hevur ikki gingið so væl. Teir hava bert vunnið ein dyst í endaspælinum, men í flestu dystunum hava teir