Anfinn Kallsberg, løgmaður ætlar sær ikki at leggja kongin, hóast tað eru forðingar. -Hetta er eitt stórmál, har allir flokkar vilja hava broytingar. Anfinn Kallsberg ætlar sær tí ikki at gevast, men royna [...] tí harvið fastlæsur hon eina støðu. -Tað er galdandi í øllum lívsins viðurskiftum, at vil man ikki gera kompromiir, so er verður tað til konfrontatión, og tað er sjáldan, at nakað gott spyrst burtur úr
Eyðun Klakstein Terji hevði ein dreym. Ein dreym um at gera eina rimmar fløgu. Við løgum hjá sær, yrkingum hjá vinmanninum Anker Eli Petersen og við tónleikarum, sum veruliga kundu lyfta sangirnar. Dreymurin [...] fløgu út. Tankin um at gera eina fløgu afturat við Føstufressum hevur verið frammi, men hann tiltalar ikki Terja Rasmussen. ? Nógv streingja á. Anker Eli talar til dømis nógv fyri at gera alt einaferð afturat [...] Plúmm. ? Eg vildi hava teir at spæla saman við mær, tí teir vóru ein so væl samanspæld eind og hvør sær frálíkir tónleikarar, greiður Terji frá. ? Daman og sonurin rýmdu úr húsunum í tvær vikur, meðan vit
lítla felagnum undir leiðsluni av Cimburovic - bæði í 1997 og í fjør vóru hvalbingar tætt við at vinna sær pláss í elituni av føroyskum fótbólti fyri fyrstu ferð í síni søgu. Tað eydnaðist kortini ikki, men [...] nakað vanligt felag. Eigarin hjá Stadler, ein av teimum ríkastu monnum í landinum, hevði ætlannir at gera sítt lið, uppkallað eftir honum, til tað besta í Ungarn, og einaferð í framtíðini millum tey sterkastu [...] vánaligar... Bbesta úrslitinum hjá NSÍ nakrantíð í 1999 Nýggi NSÍ-venjarin dylir ikki fyri, at hann ætlar sær betri úrslit í landskappingini í ár, enn tað fimta plassið, sum runavíkingar fingu í 1998. - Eg havi
foreldrini hjá Árna, hóast tey kundu hugsað sær tað øðrvísi: Tey ætlaðu at verða verandi í Tjørnuvík, men abbi Árna fekk yvirtala tey at koma suður við sær. Ein pápabeiggi Árna legði eisini somu leiðina [...] fara bilarnir strúkandi framvið. Teir flestu eru júst farnir fram við brúnni um Streymin, og skunda sær móti málinum, sum hjá flestu teirra er høvuðsstaðurin. Sunnaneftir fara bilarnir somuleiðis strúkandi [...] hevur hann gjørt síðani hann varð borin í heim fyri 66 árum síðani. Og tað ætlar hann framvegis at gera. - Eg havi altíð búð her. Her er gott at búgva, so eg fari ongan veg, sigur ein blíður og siðiligur
alla tíðina okkurt at gera. Birna Jacobsen dámdi sangskeiðið sum heild sera væl. Konsertin í Fríðrikskirkjuni gekk avbera væl, bæði hjá henni og øllum kórinum. Spurd, um hon ætlar sær aftur næstu ferð, ivast [...] vit fóru skjótt ígjøgnum teir. Jon Lotterud, norski kórleiðarin, dugdi eisini sera væl at læra frá sær. ? Samstundis, sum eg fekk nógv við tónleikaliga, so var skeiðið eisini gott andaliga. Við upp á alt
Sigrid verður at síggja á palli í annaðkvøld, men bert tey, ið hava tryggjað sær atgongumerkið sleppa at uppliva hetta, tí longu er útselt. Sigrid Rasmussen er saman við kenda dananum Niels Henning Ørsted [...] við hinum gentunum, ið hon í dag mannar bólkin Grace saman við. Grace er ikki gospelbólkur og Sigrid sær hetta sum eitt arbeiði. Og tað hevur hepnast væl. Tvær tær fyrstu stakfløgurnar hava klárað seg stak [...] sett saman av sangarum úr ymsum samkomum og kirkjum í Føroyum, og saman æra tey Gudi við sangi og gera navn hansara stórt. Kórið varð stovnað í 1997, tá Andraé Crouch vitjaði her, og undirtøkan var ófør
orsøkum enn peningaligum, at eg geri hetta, sigur Annlis Bjarkhamar. Eingir leysar endar Hon ætlar sær at gera eina meira skipaða fyrisiting av festivalinum, og einki verður latið tilvildini at ráða yvir. [...] festivali. Uppgávurnar eru nógvar, og eingin kann røkja allar. ? Tað er umráðandi at fáa góð fólk at taka sær av teimum ymsu uppgávunum. Tað ræður um at fáa nógv fólk við, so tað verður lættari at skipa fyri.
máti er at eggja øðrum kvinnum til at leypa út í tað, átaka sær ábyrgd og vera við til at mynda allar liðir í samfelagnum. Eg royni at gera mín part við nettupp at søkja at stjórastarv, taka ábyrgd og [...] bjóða fram. Og tað verður ein bitin av. - Mín ambisjón uttan mun til í hvørjum starvi eg eri í er at gera eitt gott arbeiði. Men uttan mína útbúgving hevði eg als ikki bjóðað meg fram. Eg havi altíð verið [...] kemur við góðum hugskotum, ið gagna arbeiðsplássinum, kemur tú fram. Tað hevur einki við kynið at gera, men heldur við persónin sjálvan. Men eg hevði ongan sum helst møguleika fyri at vita, hvussu tað
fara at manna Vanlukkutryggingarráðið, fara at leggja sær eina við at kenna almannalóggávuna. ? Uttan gott innlit í lóggávuna, ber ikki til at gera eitt fullgott arbeiði fyri tey, ið eru komin so fyri í [...] kvinnur, sum tað árið søktu á læraraskúlan. Men tað var ikki hildið hóskandi, at giftar kvinnur fingu sær útbúgving, og hugburðurin var tann, at tær kundu bara fara heim at passa mann og børn. Men Hanna visti [...] arbeiðshugur rakk eisini til undirhald fyri børn. Tá hon byrjaði á læraraskúlanum, fór hon eisini undir at gera sendingar fyri barnaútvarpið. Tá var tað, at hon eisini fór at týða barnabøkur, og eru nakrar av teimum
eigur at koma inn í myndina, heita vit á tey um at venda sær til onkran. Viðhvørt kanna vit nøkur viðurskifti fyri tey, eitt nú hvussu tey skulu gera um tey skulu melda nakað. Tá fáa vit tey at ringja aftur [...] tey í teirri løtuni ganga og ivast í. Hetta eru sunn børn, sum hava tað gott og duga væl at taka sær av sær sjálvum, men sum líka skulu hava svar uppá ein spurning. Ringja fyri at lætta trýstið Happing, [...] fram, sum ikki eigur at fara fram. Tey spyrja so okkum til ráðs um, hvat tey eiga at gera og hvar tey skulu venda sær. Tænastan verður umløgd Barna- og ungdómstelefonin verður nógv brúkt. Tað hendir seg