hjá statinum. Hann sigur, at ein tíðarfreist er ein tíðarfreist sum skal haldast, og hann heldur, at tað máar álitið undan skipanini, at tíðarfreistir verða fluttar, tí at ein fyritøka lá sjóvarfallið av [...] Fámjins, verður seinkað, og sum tað nú liggur í kortunum, verður tunnilin seinkaður upp ímóti einum hálvum ári. Í sambandi við arbeiðið, hevur Landsverk lýst eftir fyritøkum, sum vóru sinnaðar at átaka sær [...] ikki eftir, at tað ikki bara er dagurin, sum er broyttur, men eisini klokkutíðin. J&K Petersen hevur víst á, at tíðarfreistin ikki bleiv víst líka týðiliga sum hon var fyrru ferð, og av misgáum sendu
hjá Líðhamri, sum er ein 80-tonsari. Vit eru tveir, sum stíla fyri egningini, og umborð á bátinum eru fýra mans. Teir vóru úti næstsíðstu nátt, settu 60 línur og fingu góð 5.000 pund, ein helmingur var [...] Útróður Líðhamar er ein av teimum stóru útróðrarbátunum í Klaksvík. Hetta er ein 80-tonsari, sum roynir við línu. Við bátinum eru fýra mans, og tveir skipa fyri egning og agni í skúrinum uppi á landi. [...] tilkomið fólk, sum egnir her hjá okkum. Aldurin liggur úr stívliga 40 árum og uppeftir – og onkur pensjónistur tekur eisini hond í við okkum, siga teir. Meðan vit eru á bryggjuni, kemur ein truckur við einum
koyring til og frá, og tað er ikki nakað, sum í hesum døgum lokkar spælarar til, sigur hann. Petur Martin sigur, at spælararnir, sum eru nú, eru teir somu sum spældu á fyrstaliðnum fyri 15 árum síðani [...] møguleika fyri at kunna manna liðið, sigur Kári Árting, sum er formaður í KÍF. ? Vit hava havt trupult við at fáa nakran venjara, og fleiri av spælarunum, sum vóru við í fjør, eru falnir frá í ár, sigur formaðurin [...] r, sum eru, eru betri enn til tað. ? Tað nyttar bara einki, tá vit hava so fáar spælarar, at vit kanska fáa mannað liðið til eini tveir dystir og so ikki kunnu mannað tað seinni. Tað skal bert ein skaði
umborð og tað er nú gjørt. Men sunnudagin, skal hann ein royndartúr afturat fyri at staðfesta, at alt riggar sum tað skal. Og tað, sum nú liggur í kortunum, er, at nýggi Smyril verður latin føroyingum [...] teimum, sum skulu við. Tað verða nøkur fá umboð fyri Strandferðsluna og landsstýrið, sum verða við í hátíðarhaldinum, umframt politikarar úr Suðuroy. Tað verður Anita Eidesgaard, løgmansfrúa, sum fær heiðurin [...] spara olju, er ikki ein møguleiki, sum vit hava arbeitt við í sambandi við okkara fíggjarætlan fyri 2006, endurtekur hann. Har hava vit gingið útfrá, at hann skal sigla 21 míl, sum ætlað.
um, hvør trupulleikin er. Ein 25 ára gomlul kvinna kann hava minst líka stórar trupulleikar við at gerast við barn, sum ein, ið er 15 ár eldri. Tí ræður um at koma í viðgerð sum skjótast, meðan møguleikarnir [...] úrslit eftir fýra ferðum. Sum dømi kann nevnast, at á ART Medica eydnast 38 % av IVF (reagensglas) viðgerðunum, meðan miðaltalið fyri væl eydnaðar IVF viðgerðir í Danmark liggur á 25 %. Skulu kunna velja [...] harmiligt, um fólk setast aftur, tí tey ikki lúka onkra treyt, sum ikki er tann sama allastaðni, sigur Guðmundur. Fyri Guðmundur eigur tað sum útgangsstøði ikki at vera nakar munur á, hvør viðgerð stendur
uppliva eina slíka løtu var júst tað, sum pápi mín droymdi um. Og hóast hann ikki var í Gundadali tann dagin, so liggur hansara partur á ongan hátt eftir í arbeiðinum, sum varð gjørt, áðrenn felagið kom somikið [...] syfta, sum fleiri rokna við. Málið hjá felagnum er tó fyrst og fremst at halda sær í deildini., men sjálvur heldur Jónas, at teir eisini kunnu røkka longur. - Eg ivist ikki í, at vit hava ein hóp, sum kann [...] Stenberg var fram um nakran ímyndin av felagnum, sum í 1999 vann upp á bara átta ár hevur vunnið seg úr táverandi 4. deild í Formula-deildina, sum besta deildin í dag eitur. Fullførir dreymin hjá pápanum Sjálvur
búskaparpolitikkinum, sum undanfarna samgonga stóð fyri. Undanfarin ár eru útreiðslurnar øktar at kalla ótálmaðar, og nú inntøkurnar minka, skal rokningin gjaldast "Her liggur ein rokning, og vit eru nú [...] latin eyka til teirra, sum arbeiða í vaktar-skipanum. Varin búskaparpolitikkur frameftir Við broytingini í konjunkturunum og broyttu fortreytunum sum heild fer landsstýrið at reka ein varnan og ábyrgdarfullan [...] Landsstýrismaðurin greiðir frá, at hallið fyri stóran part er ein beinleiðis og álvarsom avleiðing av manglandi stýringini í farna búskaparpolitikkinum, sum undanfarna samgonga stóð fyri. "Seinastu seks árini hava
standa fyri framman, m.a. skipið úr søgnini um Rannvu, sum sakk við Skúvoynna, heldur Toni kundi verið ein spennandi verkætlan. Sum nú er liggur tað gott 3 tons tunga akkerið uttanfyri Marinustøðina í [...] sluppu tríggir við lívinum, men skjótt var bert ein av hesum á lívi. Hann rak fyri vág og vind á opnum havi liggjandi á einari lastalúka, sum hann nýtti sum flaka. Hann hevur rikið norðureftir við streyminum [...] Kirkjubø kenna óivað alt til søguna, tá lastalúkan, sum maðurin nýtti sum flaka, enn verður nýtt sum borðpláta í Kirkjubø. Ævintýr Søgan um Principia hevur verið kend í Føroyum í nógv ár. Tað eru nógv ár síðani
nýggjum arbeiðisplássum, men eisini nógvum tilboðum, sum føroyingar hava gleði av. Uttan ferðavinnuna høvdu vit ikki havt eins nógv upplivingartilboð, sum vit hava í dag eitt nú bátatúrar, væl skipaði økir [...] síggja Havnina, tey koma serliga fyri at síggja náttúruna, sum er uttanfyri Havnina, og av tí sama er tað ikki meira enn rímiligt, at nakað liggur eftir úti í tí lokala økinum, og at stuðla verður uppundir [...] hvønn dag, og bjóða verður fram túrar við ferðaleiðara. Somuleiðis er møguligt at keypa sær ein kaffimunn, ein ís ella eina góða heita vafflu viðhvørt. Umstøðurnar hava tey sjálvi skipað fyri. Hetta er
inum, sum hava hug at spæla flogbólt. Fleiri av teimum, sum longu eru við, eru eisini úr øðrum bygdum við fjørðin, og eitt nú er onkur spælari úr Fuglafirði við hjá kvinnunum. Sum nevnt, liggur besta [...] er eitt navn, ið ikki er ókent í ítróttarhøpi á Toftum, tí her er ein kappróðrarbátur við sama navni, sigur Hermann Jacobsen, sum er ein av eldsálunum aftan fyri flogbóltin á Toftum. Hann ætlaði sær ikki [...] annars hevur talan verið um sjálvstøðugt virksemi, ið hevur havt nýggju fimleikarhøllina í Tofta skúla sum heimavøll. Har eru góðar umstøður til flogbólt, tí so mikið rúmsátt er, at sjálvt við 100-150 áskoðarum