Bjóðar føroyingum viðgerð fyri barnloysi

Nú fáa føroyingar, sum teir fyrstu uttanfyri Ísland, møguleika at koma í viðgerð á íslendsku læknastovuni ART Medica, ið hevur bestu úrslitini í viðgerðum fyri barnloysi í Europa. Stjórin á ART Medica, læknin Guðmundur Arason, hevur júst verið á vitjan í Føroyum og kannað møguleikarnar fyri samstarvi við føroyska heilsuverkið

Nú um dagarnar var stjórin á íslendsku læknastovuni ART Medica, Guðmundur Arason, og kunnaði seg um møguleikarnar fyri samstarvi við føroyska heilsuverkið um viðgerð av føroyingum fyri barnloysi. Sum er, fara allarflestu føroysk pør, ið ynskja viðgerð fyri barnloysi til Danmarkar, hóast tølini vísa, at íslendska viðgerðin gevur munandi betri úrslit. Sambært yvirlitum hjá ESHRE,  europeiska stovninum fyri eftirgjørdar barnsburðir, hevur íslendska læknastovan bestu úrslitini í Europa. Í miðal eydnast 40 % av viðgerðnunum hjá íslendsku læknastovuni fyrstu ferð, meðan heili 97 % hava givið gott úrslit eftir fýra ferðum. Sum dømi kann nevnast, at á ART Medica eydnast 38 %  av IVF (reagensglas) viðgerðunum, meðan miðaltalið fyri væl eydnaðar IVF viðgerðir í Danmark liggur á 25 %.
Skulu kunna velja
Guðmundur Arason vísir á, at pør, sum ynskja viðgerð fyri barnloysi, sjálvsagt vilja vita, hvar útlitini fyri einum góðum úrsliti eru best. Tí eiga fólk eisini at verða kunnaði um royndirnar og úrslitini hjá sjúkrahúsum og læknastovum í ymsum londum.
- Sjálvt um siðvenjan er, at føroysk pør fara til Danmarkar at fáa hesa viðgerð eiga tey at vita, at tað finnast aðrir møguleikar, so tey sjálvi kunnu velja. Tað kann til dømis vera, at treytirnar ella aldursmarkið fyri at koma í viðgerð eru ymiskar, og tí er tað harmiligt, um fólk setast aftur, tí tey ikki lúka onkra treyt, sum ikki er tann sama allastaðni, sigur Guðmundur.
Fyri Guðmundur eigur tað sum útgangsstøði ikki at vera nakar munur á, hvør viðgerð stendur eini 25 ella 40 ára gamlari kvinnu í boði. Tað veldst um, hvør trupulleikin er. Ein 25 ára gomlul kvinna kann hava minst líka stórar trupulleikar við at gerast við barn, sum ein, ið er 15 ár eldri. Tí ræður um at koma í viðgerð sum skjótast, meðan møguleikarnir enn eru av teimum bestu. Møguleikarnir hjá eini kvinnu at gerast við barn minka sum kunnugt við aldrinum, men er heilsan góð er onki til hindurs fyri, at kvinnur upp til 42 ár kunnu at koma í viðgerð á ART Medica. Framleiður kvinnan ikki egg sjálv longur, verður viðgerðin framd við eggdonatión
Beinleiðis í viðgerð
Ætlanin hjá ART Medica og Guðmundi Arasyni er at bjóða føroyskum kvinnum at verða kannaðar av einum kvinnulækna á læknastovuni har, so tær kunnu koma beinleiðis í viðger. Sum er, skulu føroyskar kvinnur fyrst kannast í Føroyum, áðrenn tær verða sendar víðari til viðgerðina. Hetta kann hava langa bíðitíð við sær, tí so fáir kvinnulæknar eru í Føroyum. Ein annar møguleiki er at íslendskir læknar koma hendavegin til dømis eina ferð um mánaðin at hjálpa til við gynekologisku kanningunum her heima, fyri at stytta um bíðitíðina, sigur Guðmundur Arason.
At ART Medica nú bjóðar føroyskum pørum sum tey fyrstu uttanfyri Ísland hesa viðger, kemst av, at talið á føroyskum pørum, talan verður um, hóast alt er so mikið avmarkað, at læknastovan kann tryggja teimum, at tey ikki koma á ein langan bíðilista. Fyrr fóru allar viðgerðir fyri barnloysi í Íslandi fram á landssjúkrahúsinum í Reykjavík, har arbeiðsorkan hjá kvinnulæknunum eisini varð brúkt til aðrar viðgerðir enn bara fyri barnloysi. Bíðitíðin var lang og tí var vónleyst at bjóða viðgerðina fram aðrastaðni enn í Íslandi.
Síðsta heyst varð so avgerð tikin um at flyta allar viðgerðir fyri barnloysi av landssjúkrahúsinum fyri at savna tær og serfrøðina á einum stað. Nú fara so allar hesar viðgerðir fram á ART Medica, ið verur rikin sum privat læknastova av kvinnulæknunum Guðmundur Arason og Tórður Oskarsson.
Fyri íslendskar ríkisborgarar kostar ein viðgerð á ART Medica 26.000 kr, har landið rindar upp til 50 % umframt at heilivágurin er ókeypis. Í løtuni er Guðmundur Arason í ferð við at kanna, hvussu føroyski og íslendski stuðulin kann samskipast út frá samtyktini hjá Føroya Landsstýri, um at tað almenna fíggjar upp til tvey felags børn fyri barnleys pør, undir ávísum treytum.
Vilt tú vita meira um ART Medica ber til at fara á heimasíðuna www.artmedica.is, sum skjótt eisini verður tøk á enskum.