tíðunum frá kappingini í fjør. Teir 100 metrarnar rann hann við tíðini 28,37 sekund í mun til 30,00 í fjør og á 60 metrum kom hann á mál við tíðini 17,31, í mun 18,88 í fjør. Racerunning er ein ítróttargrein [...] Martin Johannessen úr Klaksvík er ein av heimsins bestu íðkarum í sonevndum racerunning. Hetta prógvaði hann enn einaferð um vikuskiftið, tá hann luttók í eini altjóða kapping í Keypmannahavn. Martin [...] Johannesen luttók í kappingini á 60 metrum og 100 metrum. Í kappingini á 60 metrum gjørdist hann nummar fýra og á 100 metrum nummar seks. Í báðum førum skavaði hann næstan hálvtannað sekund av tíðunum
generalkonsul í Føroyum heitti á mentanardeildina hjá Klaksvíkar kommunu í vikuskiftinum um til bar at síggja Christianskirkjuna. Hetta var í sambandi við, at norskir konslar í Danmark vóru á vitjan í Føroyum [...] norska sendiharranum í Keypmannahavn. Í ferðalagnum vóru 24 fólk og av teimum 11 konsular ella norskir umboðsmenn í Danmark. Alex Sólstein greiddi hugtakandi frá um altartalvuna í Christianskirkjuni, bátin [...] frá listaverki sínum í kirkjukjallaranum, Jesus úr Nasaret, sum hvørja ferð er serstakliga áhugaverd. Dávur Winther greiddi frá, at undur krígnum vóru um 100 norskir fóttar í Klaksvík, og at eftir teir eru
tingfólkini. Tey fýra, sum eru næst á listanum eru: Bjørt Samuelsen í Havn Óluvá Klettskarð í Klaksvík Pauli T. Petersen í Vestmanna Ingolf S. Olsen í Sørvági. Bjørt Samuelsen hevur royndir úr løgtinginum og l [...] Óluvá Klettskarð var landsstýriskvinna í mentamálum í tvær vikur í september í 2008, og Pauli T. Petersen hevur okkurt skiftið havt sæti sum varamaður fyri Fólkaflokkin í farna valskeiði. Ingolf S. Olsen hevur [...] varafólkum, sum skulu hava fast sæti á løgtingi. Tað er greitt, nú avrátt er, at Tjóðveldi fær trý fólk í nýggja landsstýrið, har flokkurin skal umsita fíggjarmál, fiskivinnumál og heilsumál. Av tí at Høgni
Kjølbro í Klaksvík, ið eisini er stórur veitari til fiskivinnuna, hevur havt hækkandi virksemi í fleiri ár. Úrslitið eftir skatt í fjør var slakar 1,5 mió kr., ið er ein framgongd á hálva millión í mun til [...] Stóru heilsølurnar í føroysku matvøruvinnuni høvdu góð úrslit í fjør. Harða kappingin á økinum ger tó, at avlopini á botnlinjuni eru lág í mun til søluna. Sølan hjá størstu heilsøluni í landinum, P/F Poul [...] Úrslitið í 2013 var slakar 5 mió kr eftir skatt, ið er á sama støði sum undanfarna ár. Hjá hini stóru heilsøluni, P/F Poul Michelsen, hevur sølan verið støðugt hækkandi tey seinasu árini og kom í fjør upp
r hava fyrr gjørt seg galdandi í Føroyum, tá teir meldaðu økisleiðararnar í Norðoyggjum og miðøkinum í samband við grindirnar í Húsavík 8. og 9. juli 2010 og í Klaksvík 19. juli 2010. ProWal og WDSF bjóða [...] Shepherd-fólkini vera ikki einastu grindadrápsmótstøðumenninir í Føroyum í Summar. Týsku felagsskapirnir ProWal og WDSF hava boðað frá, at teir í felag skipa fyri einum mótmælistiltaki móti grindadrápi á Ólavsøku [...] Ólavsøku, og at eftirspurningurin eftir tvøsti er í hæddini beint upp undir Ólavsøkuna. ProWal og WDSF bera ótta fyri, at føroyingar í 2014 fara at seta met í tali av hvalum dripnum, av tí at allir grindamenn
Tveir dystir í Atlantic Airways deildini eru spældir í dag. Ì høllini í Kollafirði vann KÍF 29-21 á H71. KÍF var á odda 15-6 í steðginum. Tað einu løtuna í seinna hálvleiki kom H71 uppá 18-16, áðrenn KÍF [...] væl meira javnan dyst í høllini á Skála har StÍF og Kyndil spældu javnleik 22-22. Kyndil var á odda 12-7 í steðginum, og var á odda 20-14 eitt skifti í seinna hálvleiki. Støðan í Atlantic Airways Deildini [...] KÍF veruliga fór í gongd aftur. Jakob Jónsson venjari hjá KÍF fegnaðist um sigurin, men var ikki glaður fyri, at H71 slapp inn aftur í dystin, og megnaði at hála inn aftur á leiðsluna. Talan var um ein
Í sambandi við at Dragin hevur 10 ár á baki sum skúlaskip og hevur verið við til at prýtt um á vágni í Klaksvík hesi árini var boðið til móttøku umborð á Draganum í dag. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim [...] byrjar á Københavns Kutterværft í Keypmannahavn, har hann varð smíðaður í 1945 úr eik. Dragin, sum er longdur í Fuglafirði, er systirskip til Rituna, ið sigldi til Skopunar í síni tíð. Fleiri av vinunum og [...] kokkinum. Nógv fólk hevur vitjað umborð í dag og vórðu nógvar góðar søgur fortaldar. Dragin varð keyptur í 1992 til núverandi virksemi. Teir nýttu 11 ár at seta hann í stand. Síðani hevur Dragin m. a. virkað
spennandi dyst í steypakappingini hjá kvinnum millum Mjølnir og Dráttur í Badmintonhøllini í Klaksvík, tí talan er um liðini sum liggja nummar eitt og tvey í landskappingini. Men oddaliðið í meistaradeildini [...] ímóti Mjølnir í høllini á Hálsi í Havn. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum [...] dini hjá kvinnum, Mjølnir gjørdi stutta prosess í dag, og vann rættiliga trygt 3-0 á Drátti. Mjølnir-Dráttur 3-0 (25-16, 25-19 og 25-22) Hitt liðið í bólki B er Fleyr. Fleyr og Dráttur spæla komandi f
bríksl í Leirvík í dystinum millum U15 liðini hjá KÍ og Racing Club de Montevideo. Spælt var í Leirvík, tí nýtt graslíki verður lagt á vøllin við Djúpumýru í Klaksvík. Tað var kalt í Leirvík í kvøld, men [...] minuttir. KÍ kom á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki. Seks minuttir undan dystarloki javnaði Racing, og beint undan leikloki hevði Racing ein málmøguleika sum fór í stongina hjá KÍ, men vertirnir sluppu [...] eina felagsmynd í besta vinarlagi. Ígjár vann Racing Club de Montevideo ein góðan 2-0 sigur á føroyska U15 landsliðnum á Tórsvølli, so enn eru uruguayanarnir ósigraðir á Føroya-ferðini. Í morgin fara leikararnir
og 13. oktober í Hoyvíkshøllini. 3) Ingi og Andreas mettu eisini um komandi umfar í SMS-deildini og í Okkaradeildini: (SMS-deildin) 05 OKT HØLLIN Í VÁGI 15:00 VB - H71 06 OKT HØLLIN Í VESTMANNA 14:00 [...] KYNDIL (Okkaradeildin) 06 OKT HØLLIN Í VESTMANNA 16:00 VÍF - NEISTIN 06 OKT ÍTRÓTTARHØLLIN Í KOLLAFIRÐI 16:00 KÍF - H71 06 OKT KLAKSVÍKAR BADMINTONHØLL 17:00 TEAM KLAKSVÍK - KYNDIL [...] grønlendskur landsliðsvenjari, ið hevur havt okkurt at gera við so at siga allan hondbólt í Føroyum var serfrøðingur í hondbóltspanelinum saman við Andreasi F. Hansen, núverandi KÍF-venjara og fyrrverandi