tillutaðu kvotu í Prix Føroyum til fulnar. Talan var næstan um rokfiskiskap, og kósin er nú sett beint ímóti stóru finaluni. Tónleikararnir í Makrel hava áður roynt seg í Prixnum. Teir hava spælt í fleiri bólkum [...] teir hava áður spælt saman í bólkinum Happy. Men tað var ikki fyrr enn teir ikki tímdu at vera happy meira, men heldur lupu á bláman undir navninum Makrel, at teir stimaðu beint í Prix-finaluna. Framførslan [...] sang, stóðu sterkir í myndini. Tá ið tað snýr seg um útgávu av tónleiki hevur Páll Finnur Páll higartil útmerkað seg við vánaligasta og tápuligasta sanginum, sum kom út í Føroyum í fjør ? sangurin kallast
Mentamálastýrið søgdu, at hóast skúlarnir áttu at hava fingið tímarnar til komandi skúlaár í mars í ár, so hevði ikki borið til at gjørt nakað tímabýti fyrr enn Fólkaskúladeildin hevði fingð at vita endaligu [...] góðar 8. mill kr. í eykajáttan, so var bert uml. helvtin av hesum játtað. Í sambandi við tímatillutanina til skúlarnar, so hevði tó dentur verið lagdur á at skerja hana so lítið sum møguligt í mun til verandi [...] eykajáttan av tímum. Sagt var, at hetta hevur verið vanlig mannagongd í slíkum førum. Tað tyktist tí ikki sørt løgið, at Vestmanna skúli fór í fjølmiðlarnar at kæra sína neyð um vantandi tímar, áðrenn viðgerðin
snellur upp í staðin. Gongd kemur á aftur Í 1957 bragdaði rættiliga hjá útróðrarmonnunum í Grønlandi. Í Ravnsoynni gjørdu teir eitt rokár, sum sjáldan áður, og fiskiskapurin hjá teimum fáu bátunum í Føroyi [...] útróðurin hjá føroyingum at rigga í Føroyingahavnini. Tey stóru árini miðskeiðis í fimtiárunum, vóru so nógvir trupulleikar og eisini illstøða, at summir menn skjótt ikki løgdu í at fara yviraftur. Hetta skilst [...] Jógvani Arge um føroyingar, sum tóku land í Grønlandi. Hetta er fjórða bókin, sum kemur um evnið, og hendan er ikki minni áhugaverd enn hinar fyrru. Høvundurin sigur í formælinum, at Grønland hevur havt so
Seint í nátt varð løgreglan boðsend tí at trý fólk vóru farin til hendurs í miðbýnum í Havn. Løgreglan sigur, at rúsdrekka var uppi í, tá ið eitt par kom til ilnar í miðbýnum. Ein triði maður helt, at [...] kom á staðið, vildi unga kvinnan ikki siga, navnið, føðingardagin og bústaðin. Tað er annars tað einasta, fólk hava skyldu at upplýsa fyri løregluni, so hon varð sett í politibilin, ímeðan løgreglan royndi [...] , og tá ið tað varð endaliga staðfest, hvørji tey vóru, vórðu tey leyslatin aftur. Men tey sleppa ikki so, tí tey fáa bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.
taka lut í rakstrinum í Lítla Dímun, sigur Rúni Thomsen. Lítla Dímun er privat ogn hjá fólki í Hvalbiar Sókn, og er býtt upp í 48 hálvgyllin. Tað vil siga, at tað kunna vera upp til 48 eigarar í oynni. [...] ættarliðini ikki hava sama áhuga fyri seyði sum eldru ættarliðini, og at tað kann vera torført at fáa nokk av fólki til rakstur, men tað er ikki ein trupulleiki í Lítla Dímun. - Tey eru heilt væl mannaði í dag [...] Rúni Thomsen er ein teirra, ið hevur flutt fólk út á oynna í dag, og sigur hann, at tað hevur gingið væl higartil. - Veðrið er av tí allar, allar fagrasta, og raksturin gongur væl. Teir verða væntandi
ver upp í Norðan og seinni í kvøld fer hann vestur um í útnyrðingnorðan, ella har á leið. Sum tað sær út, fer hann ikki at minka vindin fyrrenn einaferð á midnátt og vit skulu eisini vænta avfall í allan [...] ringa veðrið fer at halda sær í allan dag. Tað metir Hanus Kjølbro, lærari á Sjónámi í Klaksvík við serligum áhuga fyri veðrinum. Líkindini hava verið av teimum ringastu í dag, bæði til kavarok og storm [...] storm og sum heild hava bæði Landsverk og løgregla mælt fólki frá at koyra ímillum bygdir, har tað ikki er avgjørt neyðugt. Hanus Kjølbro, sigur at soleiðis sum veðurkortini síggja út beint nú, eru eingi útlit
teir megnaðu ikki tað sama, sum teir royndu meninir gera. Tí gekk gongan í Dølunum eftir til í dag. Tað gekk tó væl at reka, hóast nakað av seyðinum í vestaru gongu var komin upp í gonguna í Dølunum. Farið [...] Heimarahelvt var á fjalli í dag í seinastu gongu til royting, og tað hendi í allarbesta veðri. Tað er ógvuliga seint av fara á fjall í royting, tá komið er út í august mánað. Men viðurskiftini gjørdu, [...] Farið var avstað, tá Ternan hevði verið fyrsta túr í morgun, um 8.30 tíðina, og gongan var aftur á rættini áðrenn klokkan var komin til 11. Síðani var roytt og klipt, lombini vórðu markað og fingu medisin
Tey ungu í Føroyum sleppa at vera seinni úti um kvøldið og um náttina enn tey ungu í Íslandi. Skúlablaðið sigur, at tað er eitt av úrslitinum í kanningin, Ungfólk í Føroyum 2012. Blaðið sigur, at tey ungu [...] ungu í Førouyum tykjast at hava størri frælsi at vera úti saman við vinum, og tað eru ikki øll foreldur sum vita, hvat tey ungu takast við, tá ið tey ikki eru heima.
Hetta sæst eisini aftur í atferðini [...] atferðini hjá teimum ungu. Í kanningini eru tey biðin um at greiða frá, hvussu illa tey hava brotið reglur seinasta árið. Kanningin vísir, at 49 prosent av teimum ungu siga, at tey sjáldan, ella ongantíð, hava
gott hundrað fólk vóru samlaði til hátíðarhaldið á Biskoptorginum í Klaksvík í morgun, tá borgarstjórin Jógvan Skorheim setti spakan í fyrstu byggingina av nýggja miðbýnum. Tað eru Bústaðir og Klaksvíkar [...] Bústaðar parturin verður fyriskipaður í samstarvi millum Bústaðir og P/F Tryggingarfelagið LÍV samtakið. Ætlanir um at býggja út til ein miðbý í Klaksvík eru ikki nýggjar. Tað eru 30 ár síðani at fyrsta [...] verið sum hava viljað bygt býin, men ikki fyrr enn nú er ætlanin av álvara byrjað, Í røðu síni ímyndaði Jógvan Skorheim sær eini hjún sum fáa sær kaffi á altanini í morgunsólini ein leygarmorgun, ímeðan
Í nátt er ein bilur stolin á Fugloyarvegi í Havn. Bilurin stóð upp á pláss, tá ið eigari legði seg í gjárkvøldið, men í morgun varnaðist hann, at hann var horvin. Talan er um ein gráan Citroen Xantia, [...] fólk, sum kunnu hugsast at hava ”lænt” bilin í nátt, men tað gav einki úrslit. Løgreglan sigur eisini, at tey hava leitað í Havn, men tað hevur heldur ikki givið úrslit. Bæði Tryggingarfelagð Føroyar og [...] lyklinum í, er tað langt frá vist, at eigarin fær endurgjald frá tryggingini. Tað er eisini vandi fyri, at eigarin má sjálvur rinda fyri skaða, sum bilurin elvir til hjá øðrum, tí tað er heldur ikki vist,