tosa um verri tíðir, svarar hon, at tað heldur hon ikki. - Man má sjálvandi ansa eitt sindur eftir, men eg haldi man er noyddur at royna. Man kann ikki bara seta seg hendur í favn, tí at fólk tosa um verri [...] veittraðu. Man verður glaður av tí. Tey eru so fitt og full av lívi, sigur Anna. Hon greiðir frá, at ætlanin upprunaliga var at fara at selja smart undirklæðir til ungar damur. Sum er, hevur hon tvey merki [...] ein máðna áðrenn eg fekk vøruna, greiðir Anna frá. Hóast hon er von at hava við kundar at gera, so hevur Anna aldri roynt at hava ein slíkan handil fyrr. Dagliga selir hon spreingievni í fyritøkuni C.C.
Bókin er tó ikki ein ritgerð, ið hevur tað yvirnátúrliga fyri í sínum fjølbroyttu og skiftandi myndum í roynd sum í søgn, men eitt savn av søgum, ið høvundurin hevur savnað frá heimildarfólki og væntandi [...] skrivað upp eftir fólki, ið útvarpið hevur gjørt samrøður við. Ilt er at siga, hvussu og í hvønn mun høvundurin (um tað er rætt at brúka tað orði í hesum viðfangi) hevur tillagað frásagnirnar hjá heimild [...] haldi eg, tó einstøk undantøk eru. E. Poulsen hevur skilliga sett sær tann fyrisetning at savna søgur við denti á siðsøguliga virði teirra. Hetta hevur við sær, at frásagnirnar eru afturlítandi, tíðum
ikki sørt, at man situr og spyr seg sjálvan, hvagani Porter fær alla orkuna og hugskotini frá. Mike Hammer stílur Tað er ikki sørt, at man hómar ein feril av ironi í filminum. Til dømis fær man gjøgnum allan [...] er deyður. Vit vita tó øll, at Mel Gibson er ikki so lættur at drepa, og tá hann kemur fyri seg, hevur hann bert eitt í tonkunum, og tað er hevnd. Porter fer til gamla bústaðin hjá sær, har hann og konan [...] rúsevnismisnýtslu. Porter tekur rúsevnini og útgerðina frá henni og læsir hana inni á kamarinum, men hon hevur eitt loyniligt goymistað til rúsevnir í einum skógvi, og tá ið Porter fer inn í kamarið morgunin eftir
Spurningurin er, hví maturin hevur brúk fyri hesum - hevur hann tað ikki í sær natúrligt? Svarið er í flestum førum, at nútíðar maturin er so kemiskt viðgjørdur, at hann hevur mist stóran part av natúrliga [...] gevur, er, at halda seg vekk frá mati, ið hevur langt innihaldsyvirlit. Tað er oftast tekin um, at maturin hevur langa bakgrund á virkjum, og at rávøran hevur mist sín natúrliga smakk og útsjónd. Eitt [...] neyðugt at styrkja smakkin fyri at gera matin borðbaran. Grønur av spinat Høvundin Mats-Eric Nilsson hevur givið tvær bøkur út um hetta evni. Tann fyrra æt "Den hemlige kokken" og tann seinna "Ekte vare".
men serliga Hillary Clinton. Hon hevur víst seg at vera eitt ótrúliga sterkt menniskja, ið, sum hon sjálv sigur, hevur barst fyri hvørjari rukku í andlitinum. Hon hevur verið drigin ígjøgnum fjølmiðlarnar [...] kvinna og hevur altíð stuðlað mær í øllum tí, eg havi gjørt, og við góðum ráðum altíð verið til staðar. Og ikki minst lært at halda okkum frá teimum sum man ikki er tryggur við. Hetta hevur ávirkað meg [...] kvinnuligt arbeiði. Hendan kynsliga javnvágin hevur kjølfest seg í hugaheimi mínum, longu tá eg var smágenta. Hin fyrimyndin hjá mær er mamma mín. Hon hevur við sínum elskhuga til bókmentir, teir stóru
ivstovuni, um eitt mál skal verða í trúnaði ella ikki. Og hetta er so eitt av teimum málunum, har mann metir, at tað gagnar øllum føroyingum og føroysku tjóðini, at málið er í trúnaði og at upplýsingar [...] vita um, hvat pengarnir skulu brúkast til. Fyrireika seg til Havrættardómstólin Okkurt álvarsligt mann tó verða áfatt, nú Løgmansskrivstovan í skundi og trúnaði biður Fíggjarnevnd Løgtingsins um eina [...] kundi viðgjørt eina eykajáttanarlóg tá tað kemur saman aftur beint eftir Ólavsøku. Fíggjarnevndin hevur annars verið rættiliga afturhaldandi við at góðkenna fíggjarnevndarskjøl, ið játta pengar uttan at
heila tømdi yvirlæknin so byrsuna í føroyska sjúklingahotellið í Keypmannahavn, men tað hevur leiðarin har, Anna Maria Durhuus, tikið sær væl og virðiliga av. Sjálvsagt kundi eg ikki lata hetta grova álopið [...] Orsøkin er tann einfalda, so sum tað verður sagt í Nordic Statistical Yearbook, at skal man samanbera tølini, so skal man bara taka reglulig sjúkrahús við, og ikki tað stóra talið av sonevndum ”helsovårdcentraler” [...] nógv sjúkrahús eru í ymiskum londum. Hann vísir til tøl frá danska heilsumálaráðharranum, sum aftur hevur síni tøl frá WHO. Men ein og hvør kann siga sær sjálvum – ein og hvør – at her ruggar ikki rætt, tá
leygardagin vitjaðu í Havn, mundu vónirnar hjá strandakvinnum vera so hampuliga undan dystinum. Kyndil hevur ikki fingið tey bestu úrslitini higartil í ár, og tá tað so eisini var greitt, at Annika Ljósstein [...] púra javnt í botninum, har Sóljan, StÍF og Kyndil hava vunnið hvør sin dyst. Serstakliga hjá Kyndli man hesin leiklutur kennast lítið hugaligur, men sum støðan er í løtuni, so fær Kyndil ikki gjørt stórvegis [...] tær so afturvíst hesaferð. Verður hugt at liðnum sum heild, so er heldur einki at ivast í, at liðið hevur møguleikar at standa seg í deildini. Sjálvandi eru tær báðar útlendsku størstu álitini, men at aðrar
íblástur hevur fingið frá øðrum. - Flestu hugskotini fái eg av at liva og vera erligur, men nøkur hugskot koma eisini frá at lesa aðrar bøkur og lata seg kveikja av øðrum persónum og umhvørvum. Um man einki [...] mest vanlukkurakta bindiklubba, tann hjá teimum seks vinkonunum Bjørg, Ronja, Jórun, Anita, Lina og Maria. Í fyrru bókini var útgangsstøði eitt jólahald hjá bindiklubbanum, meðan seinna bókin gongur fyri
áðrenn broytingarnar verða gjørdar. – Tað er útmerkað, at ungu fólkini hugsa, men skal mann gera broytingar, skal mann kanna málið væl áðrenn. Føroyar eru eitt samfelag við einum pakka. Harímillum er tað [...] Tað skal vera upp til hvønn einstakan at gera av, hvussu tey vilja nýta sín pening, sigur Bjørk Maria Krog Olsen, sum er forkvinna í HUXA. Bispur er ikki heilt samdur, og sær trúnna sum eina samfelagstænastu [...] og kirkja kunnu samanberast, og hon sigur somuleiðis, at tú ikki rindar kringvarpsgjald um tú ikki hevur sjónvarp ella útvarp. – Samfelagið skramblar saman, um ongin heilsutrygd er. Soleiðis er ikki við