- Far upp á ovastaloftið ella út undir væðingina at leita eftir gomlum filmsklippum. Og boða so okkum frá! Soleiðis ljóðar áheitanin frá Eik Grunninum, sum hevur sett sær hesa stóru ætlanina fyri, og
Leygarkvøldið fer Kristine Stricker Hestbech at halda fyrilestur í Kvívíkar kirkju. Fyrilesturin kallar hon ?Tráanin eftir tí góða lívinum?. Kristine Stricker Hestbech er nógv umbiðin at halda fyriles
Verjuskipið hjá donsku sjóverjuni kemur til Tvøroyrar at hava tunnusláttur fyri børnum. Eina viku seinni enn vanligt, skipa Tvøroyrar Kommuna og Færøernes Kommando fyri tunnusláttri á Tvøroyri. Hetta
Í HM-kappingini fyri lið síðsta heyst royndi altjóða fótbóltssambandið ein nýggjan bólt, sum hevði eitt chip í sær. Chippið var tilbundið ein leidning undir sjálvari málstrikuni, og við einum armbandi
Gunnar, sum annars er klaksvíkingur, var í seks ár knýttur at EB/Streymi. Tey fyrstu knøppu fýra árini sum fyrstimálverji, men tá hann sleit hælsinuna fekk EB/Streymur fatur á René Tórgarð, og hann he
Fólkatalið í Føroyum broyttist ikki nógv í fjør Á nýggjárinum búðu 48.455 fólk í Føroyum, og tað merkir, at fólkatalið vaks bara við 134 í 2007. 1.624 fólk fluttu av landinum í fjør, og tey vóru 160 f
Gesturin í morgunsendingini hjá Rás2 millum klokkan 11 og 12 í dag er Tommy Petersen, sum nøkur ár herfyri veitraði heimlandinum farvæl og leitaði út í stóru verð at arbeiða Leiðin gekk fyrst til lítl
Tað er málmansvenjarin hjá felagnum, Eugen Voda, sum hevur fingið spælararnar hendan vegin. Valeriu Loan Miela er 33 ára verjuspælari, og Alin Bálutoiu er 31 ár og spælir í álopinum. Báðir hava teir s
Hann gjørdist kortini elsti føroyingur við sínum knapt 106 árum. Hann gjørdist eldri enn higartil elsta fólk í Føroyum, Drikka á Fløtti við Gjógv, sum náddi 4 mánaðir yvir 105. Drikka doyði í 1980. Jó
Karl er kendur sum bæði ítróttar- og vinnulívsmaður. Hann er útbúgvin bilmekanikari, og dagliga rekur hann saman við konuni Bil- & Maskinverkstaðin, og Statoil støðina á Sandi, sum hann eigur saman vi