lið, sum skuldu royna at fáa vind í aftur seglini, sum møttust í grannuppgerðini í høllini á Hálsi sunnudagin. Undan hesum dystinum hevði Neistin havt takið á Kyndli í hesum kappingarárinum við einum sigri [...] sigur á Neistanum í hesum kappingarárinum. Kyndil dró frá síðstu minuttirnar Í fyrra hálvleiki var næstan alt, sum bendi á, at áskoðararnir fóru at vera vitni til ein sannan gysara í grannauppgerðini millum [...] Bæði Kyndil og Neistin fingu eina heldur keðiliga byrjan uppá endaspælið í Atlantic Airways deildini hjá monnum. Kyndil var á vitjan í Hoyvíkshøllini hjá botnliðnum, H71, og her eydnaðist hoyvíkingum at vinna
Shakespeare og Edgar Allan Poe í føroyskan ham. Hann hevur gjørt røðir av sjónvarps- og útvarpssendingum, verið formaður í Rithøvundafelagnum og annars í mong ár umboðað felagið í ymiskum norðurlendskum nevndum [...] Hanus Kamban í 1980 gav út savnið Dóttir av Proteus. Frá fyrstu søguni var tað greitt, at Føroyar høvdu fingið ein nýggjan høvund, sum ikki smæddist burtur ímillum teir frægu. Savnið var nýbrot í føroyskum [...] ungdómi, trilvandi sum í blindum eftir einari framtíð. Hartil vóru søgurnar væl meiri intellektuellar enn føroysk-ar søgur flestar, og tær vóru tekin um, at ein broyting var ávegis í føroyskum skaldskapi
Ragnar Simonsen (bruna í hælsinuni), leikandi venjaran Jónleif Sólsker (skaddur í økslini) og Janus Einar Sørensen (hálsbruna og pínu í rygginum). Hartil kann sigast, at Hanus Jensen, sum í fjør veruliga fór [...] tó sínar orsøkir, og soleiðis er eisini í hesum føri. Kyndil hevur uttan iva verið óhepnasta liðið í ár, tá tosað verður um skaðar, og lazarettin hjá felagnum sær í løtuni soleiðis út: Róar Nielsen (knæskaða) [...] givið úrslit í, at Bárður Johannesen, ið fyri trimum árum var liðskipari hjá silvurliðnum hjá Kyndli, nú er farin undir venjingina. Bárður hevur annars verið - ja, gita ? drigist við ein skaða í fótinum seinastu
áhugin í høllini at snúgva seg um, hvussu mundi gangast á Skála og í Vestmanna, har ávíkavist StÍF og VÍF bæði vóru aftan fyri eina løtu. Helst mundu leikararnir hjá Kyndli eisini hava hetta í huga, og [...] so er gull í steypakapping og eitt heiðursmerki í landskappingini nokk ikki at forkasta. Og slettis ikki, soleiðis sum tað annars sá út hjá Kyndli fyri bara trimum mánaðum síðani. Dysturin í tølum Kyndil-H71 [...] erð var í ítróttahøllin á Hálsi mikukvøldið, tá H71 vitjaði Kyndil. Mangan hava dystirnir millum hesi liðini verið ein sonn ímynd av lokaluppgerðum, har leikarar hava ofrað seg fult og heilt í royndunum
ein sigur er í nánd, soleiðis at tað vunna ikki verður tveitt burtur í evstu løtu. Kanska skuldu kollfirðingar fingið sær okkurt skeið í júst hesum partinum av lærubókunum, tí tað tykist í øllum førum, [...] um sigur í komandi dystinum móti Tjaldri, er alt lagt upp til, at teir við einum sigri í grannauppgerðirni kunnu leghgja seg á bronsuna, men tað krevur so eisini, at meira stabilitetur fæst inn í spælið [...] spælið. Dysturin í tølum Kyndil-KÍF 30-30 (15-13) Málskjúttar: Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 7(2), Jacob Jónsosn 6, Heini Bendtsen 5, Janus Einar Sørensen 3, Høgni Klein 3, Ken Zachariasen 1 KÍF: Damir Oros
ferð var Tór?Ingar Akselsen í álopssessinum undir liðini á Andrew av Fløtum. Kári Nielsen, sum rættuliga tykist hava bitið seg fastan í miðvallarplássinum í høgru, var feldur í GÍ brotsteiginum. Dómarin [...] LØGMANSSTEYPIÐ Eftir trý umfør í steypakappingini hevur GÍ framvegis fult stigatal. Tað eru gøtumenn sjálvandi væl nøgdir við. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at mótstøðuliðini øll eru úr 1. deild [...] sum megnar at vísa væl meiri av viðfødda máltevinum, enn hann gjørdi á KÍ liðnum í fjør. Súni Olsen sendi av miðvøllinum út í vinstra borð, Bárður á Lakjuni sneiddi framvið einum ella tveimum, og tá ið hann
, men tað skal reiðarin gera. Meirilutin í vinnunevndini mælir til at samtykkja uppskotið hjá Jacobi Vestergaard og Janus Rein, uttanflokkatingmaður, er við í meirilutanum, tó at hann eisini hevur onkrar [...] landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, er partur av semju, har samgongan vil hava avgjald frá fiski- og alivinnuni, sum skal geva landskassanum 120 miljónir krónur um árið í meirinntøkum. [...] avreiðingargjald i? sambandi við fiskiskap eftir makreli i? 2013. Jacob Vestergaard vísir í sínum viðmerkingum á, at í galdandi lóg er heimild at krevja inn gjøld i? sambandi við fiskiskap eftir makreli i
megnaði meiri enn 1-1 í Streymnesi í gjár, so er KÍ framvegis oddalið í næstbestu deildini. Tað kemst av, at TB, sum undan uppgerðini á Sevmýri í dag hevði møguleika at leggja seg á odda, í dag tapti heimadystin [...] verið um góða viku hjá AB, tí mitt í vikuni vóru argjamenn í Runavík og spældu framskundaðan dyst frá 15. umfari, og teir vunnu 3-2. At Víkingur vann 2-1 ímóti HB í gjár, og at NSÍ vann 5-2 ímóti FC Hoyvík [...] heimadystin ímóti 07 Vestur 2-0. Málskjútti í báðum førum var Johan Ejvind R. Mouritsen, sum skoraði tríggjar minuttir undan steðginum og aftur miðskeiðis í 2. hálvleiki. Sigurin ber við sær, at 07 Vestur nú
Á triðja sinni í hesum EM-endaspælinum leikti eysturríkska manslandsliðið í hondbólti javnleik. Í kvøld leikti Eysturríki javnleik 22-22 móti týsku vertunum í millumbólki 1 í Köln. Eysturríki var á odda [...] Týskland hevði seinasta álopið í dystinum, men tað eydnaðist eysturríkarum at bjarga sær javnleikin, ið teir vóru nøgdir við. Í steðginum var Eysturríki á odda 12-11. Constantin Möstl í eysturríkska málinum var [...] Eysturríkarar hava enn ikki tapt í hesum EM-endaspælinum. Teir hava leikt javnt móti bæði Kroatia og Spania í innleiðandi bólkaspælinum, og nú javnleik móti Týsklandi í millumumfarinum. Týskland - Eysturríki
Panduro. Tað sást langan veg at nógv arbeiði lá í hesum, nógvir sjónleikarar, útgerð og øki vóru nýtt. »Skitna onkið« Stuttfilmurin eftir René Bishoff og Janus Rasmussen er um eina kenslu, var greitt frá. [...] uppliving. »Two one side« Eitt seks minuttir langt verk eftir MarMar. Hesuferð vóru nøkur fólk í svørtum og hvítum klæðum í eini skóg og við eitt vatn. Nógvar skjótar klippingar og meginpartin av tíðini var filmurin [...] óviðkomandi og harvið óáhugaverdur. »Í hansara hondum« Ein løtumynd úr atelierinum hjá Janusi Kamban. Hans Pauli Olsen arbeiðir við eini standmynd, ið skal vera av Tróndi í Gøtu og teir báðir minnast aftur