skrásetingar av náttúruni í Koltri. Endamálið er at fáa dátur, sum kunnu geva okkum møguleika, at staðfesta broytingar, sum henda yvir longri tíð og ikki minst, at skilja tær í mun til t.d. verðurlagsbroytingar [...] Tjóðsavnið skrivar, at í samband við grundkanningina er ein grein komin út í Fróðskaparritum. Í greinini sæst, at 520 sløg eru skrásett í oynni síðan 2019. Hesi vóru: 56 sløg av fuglum, 146 sløg av plantum [...] tey flestu teirra skordýr. Heili 242 sløg av ryggleysu dýrunum vóru skrásett í Koltri fyri fyrstu ferð og 49 teirra fyri fyrstu ferð í Føroyum. Tað er týdingarmikil vitan, sum nú er fingin um vistskipanina
undan toppfundinum fyri at greiða teimum frá støðuni. - Eg vil fegin siga tykkum, hvørjum stigi vit eru á við amerikansku umsitingini. - Eg trúgvi, at teir gera eitt sera stórt átak fyri at steðga bardøgunum [...] arbeiða við avtalum, sum gagna øllum pørtum, segði forsetin eftir øllum at døma á fundinum. Sagt verður eisini, at Putin heldur, at friðurin verður styrktur, um USA og Russland kunnu gera avtalu um strategiskt [...] Putin, Yuri Ushakov, fara forsetarnir at umrøða "stóru møguleikarnar" í búskaparligu sambondunum millum USA og Russland á fundinum fríggjadagin - umframt útlitini fyri at fáa enda á krígnum í Ukraina. Sambært
Melania Trump, hóttir við at stevna Hunter Biden fyri yvir eina milliard dollarar. Tað veit BBC at siga frá. Sambært miðlinum kemur hóttanin sum svar uppá ein pástand hjá Biden um, at tað var tann seinni avdúkaði [...] hann fanst at fyrrverandi sambandinum hjá Donald Trump við Epstein. Teir báðir ríku menninir vóru vinir, men forsetin hevur lýst, hvussu sambandið teirra millum endaði umleið ár 2000, eftir at Epstein vendi
ið sagt varð, at manglandi arbeiðsorka á Útlendingastovuni er ein av høvuðsorsøkunum til, at viðgerðartíðin er blivin longri. “Eitt av endamálunum við at yvirtaka ymisk málsøki má vera, at vit sjálvi kunnu [...] kunnu veita eina betri tænastu eftir at málsøkið er yvirtikið,” sigur Helgi Abrahamsen. Hann vísir á, at vit hava í áravís hoyrt, at tað var ein stórur trupulleiki, at útlendingamál ikki vóru yvirtikin, [...] meining, at viðgerðartíðin er blivin uppaftur longri, eftir at málsøkið er yvirtikið,” sigur hann. Tingmaðurin sigur seg ganga út frá, at landsstýrið kennir hesa støðuna, og hevur eina ætlan fyri, hvussu
revsing, veit løgreglan ikki at siga. Løgreglan veit, hvør maðurin er. Hann er ikki dani, men úr øðrum landi longur burturi, og tí er trupult at siga í løtuni, hvussu lætt tað verður at fáa fatur í honum aftur [...] vit rópa tað. Vaktleiðarin sigur, at frælsistøka er, tá tann, sum er fyri harðskapi, ikki sleppur - ella ikki torur - avstað, har viðkomandi er staddur. - Vit royna nú at finna út av, hvussu vit kunnu fáa [...] aftur. - Tað var í gjár, at vit fingu fráboðanina um harðskapsmálið, sum fór fram fyri nøkrum døgum síðan. Hví løgreglan ikki fekk fráboðanina beinanvegin, er í løtuni ógreitt. - Málið snýr seg um grovan
seinastu vikuna hava vit tvey dømi, sum eiga at fáa nógvar reyðar lampur at blinka: • Ein útlendingur, sum hevur framt fleiri lógarbrot, endaði í rættinum fyri at blíva útvístur. • Í dag er tað ein annar [...] sum fyrr hava verið útvíst – so tey ikki bara koma aftur at bróta lógina. • At lógirnar galda eins fyri øll – uttan undantøk. Vit hava skyldu at verja útlendingar sum vilja okkum væl, okkara børn, okkara [...] lógina aftur. Hetta má steðgast. Og tað kann steðgast, um vit tora at seta greiðar reglur. Vit mugu krevja, at øll, sum koma til Føroya at arbeiða ella seta búgv, vísa eina reina revsiváttan frá heimalandinum
trupulleikar við at cleara, og tí var hansara atvkøða ikki við í atkvøðugreiðsluni. Men hann boðaði frá, at hann var fyri uppskotinum og hevði atkvøtt fyri, um hann var á tingfundi. Fyri Kaj Leo seinasta [...] sjálvum ger tað ósannlíkt, at Bjarni Kárason Petersen fer at leggja tað framaftur. Hann sigur tó við Frihedsbrevet, at hann umhugsar støðuna, og um hon er so nógv broytt, at hann kann leggja uppskotið [...] tryggja sær frammanundan, at hann fær undirtøku. Og tað kann vera ringt, tí tað fer at krevja, at tingfólk úr andstøðuni skulu geva honum hesa vissuna. Tó er annar sannlíkari møguleiki at tingfólk leggja uppskotið
Facebook-vanga fortaldi, at 11 mønustingarar og tveir kúluonglar eru horvnir úr einari smiðju í bygdini. Sambært grindaformanninum heldur hann ikki, at nakar í bygdini hevði funnið upp á at framt eitt slíkt tjóvarí [...] grindaformaðurin fyri, at tað kunnu vera fólk í umhvørvisfelagsskapi, sum standa aftanfyri tjóvaríið av mønustingarunum og kúluonglunum. Í morgun váttaði vaktleiðarin á løgreglustøðini, at tað, sum eftir [...] heldur fyri, at hvør skal hava áhuga í at stjala nakrar mønustingarar, tí teir kunnu bara brúkast til tað, teir eru gjørdir til. Og júst tað sama er við kúluonglunum, sum eisini bara kunnu brúkast til eitt
kort fyri 5 døgum síðani«. Soleiðis skrivar ein 'fegin brúkari', sum kallar seg Tórður Olsen sum viðmerking undir einum tilboð frá Effo, har tú fyri 74 krónur og 99 oyru kanst fáa brennievni fyri 200 krónur [...] netsvindl«. Effo hevur á Facebook boðað frá, at talan er um falska kapping: »Ávaring um falska kapping. Birthday Offer og Luckydrawcard eru falskar síður, sum royna at fáa upplýsingar frá brúkarum. Effo hevur [...] krónur. Sambært teimum, sum royna at snýta, so er talan um eitt 20 ára tilboð frá Effo. »Mis ikki hesa møguleikan — hon kemur bert einaferð hvør 20. ár«, verður skrivað víðari og knortlutum googletranslataðum
kring landið nú enn meira skipaðar karmar at virka undir. Eitt týðandi stig í hesi menning er, at venjarin eisini fer at vitja feløgini kring alt landið fyri at tryggja góða vegleiðing til rógvarar og gott [...] hesum sambandi at leggja dent á at skapa eitt sterkt og kveikjandi venjaraumhvørvi, har fokus verður lagt á bæði tøkniliga og kropsliga venjing og gleðini við sjálvari venjingini. “Eg veit, at nógv góð rógvitalent [...] Eg gleði meg til at koma í gongd við arbeiðið, og málið er at byggja upp eitt sterkt og inspirerandi venjaraumhvørvi, har vit sameina hart arbeiði, fokus á teknikk og gleðina við at venja”, sigur Tobias