hevur brúk fyri undirvísing. Hann er tann besti í landinum, og veit tað eisini sjálvur. Men hinvegin hevur hann eisini ein tupulleika. Hann kann ikki fara í onnur lond fyri at læra meir og fyri at spæla [...] nýtir uppá seg sjálvan. Hann hevur ikki minni enn seks ymisk palass í teimum størstu býunum í landinum. Tá ið Ken og Lív skulu greiða frá, hvussu hesi palassini eru, finna tey ikki orð fyri tí. Men skjót [...] landið ment seg at komið á tað støði, sum tað er í dag. Nú hava øll tað gott í landinum, og eingi fátøk fólk eru at síggja. Landið fær fyrst og fremst sítt ríkidømi av oljuni. Tað eru tó fyri tað mesta útlendsk
sera stórt og gott arbeiði fyri at fáa tey stóru ferðamannaskipini henda vegin. Tí tá samanum kemur hevur hetta ikki bert týdning fyri Tórshavnar Havn, tað hevur týdning fyri alt handilslívið í býnum. Undir [...] India og mong onnur pláss í fjareysturi. Slík ferð er bert fyri tey ovurríku. Hon kostar úr 700.000 kr. upp í hálvaaðru millión. Talan er fyri tað mesta um ríkar og pensioneraðar amerikanarar. Crystal Symphony [...] og umboð fyri aðrar stovnar vóru blíð og tóku væl ímóti skipinum. Millum fólk, sum hava við ferðavinnuna at gera, verður mett, at hetta slagið av ferðafólkavinnu er tað, sum leggur mest eftir seg. Tað er
við er ætlanin at seta fleiri fólk. Johan Mortensen, umboðsmaður fyri Amerada Hess sigur, at teir hava valt at lata skrivstovu upp fyri betur at kunna skipa virksemið umframt at kunna veita útgerð og tilfar [...] sjónarmiði, at vit vilja vera her á staðnum fyri at fyrireika umsitingina av leitivirksemi á føroyskum øki sigur Johan Mortensen. Ætlanin er at skipa fyri móttøku í nýggju hølunum í Hanusargøtu 2 í Havn [...] seta seg niður her. Tað fer at hava nakað av virksemi við sær, og tað fer so eisini at geva arbeiði til nøkur fólk. Tey fýra oljufeløgini, sum nú lata upp skrivstovu í Føroyum, hava annars lagt seg eftir
beinleiðis leggur upp til eina konfrontatión, sum kann fáa sera álvarsligar fylgjur fyri ikki bert Ísraelsfólk og palestinar, men fyri allan heimsfriðin sum so. Tað er greitt, at ikki øll her á landi taka undir [...] politikk, tá tað snýr seg um palestinaspurningin. Tað er áhugavert at lesa, hvat ein kapacitetur sum fyrrverandi blaðstjórin á Politiken, skrivar um støðuna í sínum egna landi. Hann ber orð fyri at vera ein góður [...] síðu 2. Og fyri at geva limunum í Ísraelsfelagnum og øðrum við innlit í eitt annað sjónarmið um støðuna í Ísrael loyva vit okkum at prenta greinina hjá Herbert Pundik í heilum líki. Og fyri at hetta ikki
ætla at vera á Svangaskarði klokkan 17 ella tveir tímar fyri dystarbyrjan. Drúgvar royndir Venjarin ljóðar, sum um hann veit, hvat tað snýr seg um, og tað ger hann ivaleyst eisini. Hann hevur í hvussu [...] sjálvt um tað viðhvørt er stríggið at venja so nógv, sum teir í HB hava vant í ár. Stúrir tú ikki fyri, at spælararnir eru fyrilagstir, nú tú hevur koyrt so nógv á teir? Tað er HB venjaranum, Iou Galgau [...] eftir at hann saman við teimum sekstan spælarunum mánakvøldið hevði verið á Svangaskarði og vant fyri síðstu ferð frammanundan Europa Cup uppgávuni í kvøld. ? Nei, tað geri eg ikki. Spælararnir vóru troyttir
Europa fyri onnur føroysk feløg. Allan Mørkøre, sum í fjør spældi tvær ferðir fyri HB, hevur áður spælt fýra ferðir í Europa fyri KÍ, Bjarki Mohr, sum í fjør og í fyrraárið spældi tríggjar dystir fyri HB, [...] úr Kypros, men HB stóð seg ikki væl. Í tjúkkum mjørka á Svangaskarði javnaði Uni Arge til 1-1 fyri hálvleik, og á útivølli gekk av skriðuni, tí HB tapti 6-0. Nógvir hava roynt seg Tað er merkisvert, og [...] at spæla seg víðari úr innleiðandi umfarinum. Í 1994 taptu teir 3-0 á útivølli og 4-1 á heimavølli ímóti Motherwell úr Skotlandi. Tað var Andreas F. Hansen, sum skoraði fyrsta altjóða málið fyri HB. HB endaði
Fyrst málverjan Jussi Jääskeläinen til Bolton fyri knapt fýra milliónir krónur, og so báðar landsliðsspælararnar Tomi Kinnunen og Juha Reini til belgisku Genk fyri umleið 10 milliónir krónur samanlagt. ? Eg [...] ávirka okkara avrik. Spælararnir eru yrkisspælarar og uppføra seg eisini hareftir. Undirmeta ikki HB Men Touru og hansara lið skal royna seg í UEFA-Cup við einum skerdum liðið, sammett við tað, sum byrjaði [...] komnar í hús. Nú er ljós fyri framman, tí teir verða mettir at verða besta liðið í Finlandi í løtuni, og liggja eisini á odda. Men venjarin vil eisini, at teir skulu gera vart við seg í europeiskum fótbólti
tað verið seg, tí arbeiði er at fáa, ella tey útbúgva seg víðari. Slík svartskygd tulking vikar tó ikki, at tølini vísa niðurgongd í talinum av arbeiðsleysum - tøkum. Smærru plássini ringast fyri Hyggja vit [...] allastaðir. Tó tykist vøksturin at merkjast minst innan fiskavirking. Vøksturin sæst tó í talvuni fyri fiskiskap. Hetta merkir, at lønir fara til fiskimenn, men at fáir løntakarar á landi fáast við fi [...] Føroyar er við øðrum orðum rávøru útflytari. Føroyingar lata onnur um at virka fiskin, so meira fæst fyri hann. Almennar lønir Sum sagt, so eru arbeiðsfólk á flakavirki, innan fiskavirking, ikki stórur partur
Sivic og hansara menn sleppa at royna seg móti avgjørt sterkasta liðnum í Ísrael í løtuni, og í Beitar Jerusalem er eingin ivi um, at teirra lið fer at vinna. Umboð fyri felagið var í Jugoslavia og lúrdi eftir [...] Haifa í kappingini fyri steypavinnarar. Men ísraelskur fótbóltur er langt frammanfyri føroyskan, og tað sama landsliðið, sum spældi javnt móti Føroyum í 1992, hevur síðani ment seg ómetaliga nógv. Beitar [...] heitt á vøllinum í Jerusalem í kvøld, men teir í B36 hava fyrireikað seg væl, og teir ætla sær í hvussu er at gera sítt ítarsta fyri at standa ímóti ísraelska offensivinum.
stýrisskipanarálitinum hevur embætið við hægst tign í Føroyum, skal hava løgmann høgru megin seg og bisp vinstru megin seg. Aftanfyri løgtingsformannin skulu ganga teir tríggir næstformenninir í tinginum, og so [...] í ár verður í trimum røðum. Tað hevur hon ikki verið áður, men tað tykist vera breiður meiriluti fyri nýggja uppskotinum, sum Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, hevur spælt út við. Sambært stýrisski [...] kirkjuni, áðrenn tingið verður sett, men tingformaðurin hevur tryggjað sær, at tað er politisk undirtøka fyri boytingini, sum hann hevur gjørt. Mánadagin var fundur í formansskapinum í løgtinginum, og teir tríggir