hava so nógv lærd fólk funnist so nógv at rikna fíggjarpolitikkinum, sum hjá hesum landsstýrinum. Stóru broytingarnar við flatskattinum og straksskattingini av pensjónunum hava fingið harðan [...] at visiónsloysið er so stórt í nógvum av teimum fráboðaðu sparitiltøkunum hjá landsstýrinum, og tað kann koma landsstýrinum aftur um brekku. Fakfeløgini hava boðað frá hørðum mótmælum [...] Holm vísir í »Eygamálinum« á, at tjóðarbúskapur er ikki húsarhaldsbúskapur, og at tað er grundleggjandi skeivt, tá politikarar blanda hetta saman. Hann vísir á, at í einum tjóðarbúskapi er alneyðugt
lærdi børnini tað uttanat við at syngja tað við lagnum til »Vilt tú, vilt tú«: A Á B C D Ð E F G H I Í J K L M N O Ó P Q R S T U Ú V W X Y Ý Z Æ Ø Hann helt eisini, at danska »å« og íslendska »Þ« kundu setast [...] okkum so fremmandir, við í stavraðnum. Tí hóast teir ikki verða nýttir í føroyska skriftmálinum, so verða teir nýttir nógv í Føroyum. Er tað eitt politiskt stríð hjá ávísum bólkum at halda
tápuligar um raðfestingar. Her kann landið læra av vinnulívinum, sum hevur gjørt so nógvar umleggingar og rationaliseringar fyri at spara útreiðslur. Nýtið hesar royndirnar í [...] ting, at taka hetta í størstan álvara. Tey eiga eitt nú at broyta skattalógina soleiðis, at tað verður liviligt hjá fólki at búleikast her. Tað skal sjálvandi bera til at uppihalda eini [...] verið við til at hildið uppi einum systemi, har allar ríkastu føroyingarnir kunnu ríka seg uppaftur meira við til dømis at selja skip – í veruleikanum fiskiloyvi – og partafeløg fyri
fleiri spariumfør seinnu árini. Og hóast tað ikki er nøkur hugalig staðfesting, so hava hesi spariumfør verið neyðug fyri at skilbøta raksturin. Men hjá almenna mastodontinum, sum [...] á aðalfundinum í november, tá uppskotið um príshækkingina varð strikað. Okkara ráð til kommunurnar, sum eiga SEV, eru tí, at stovnurin fyrst av øllum eigur at rationalisera raksturin [...] partur av nakrari trimming yvirhøvur. Privata vinnan kennir tað á kroppinum, hvørja ferð ein ferðil av kreppu er í landinum. Fólk verða uppsøgd, og skerjingar verða gjørdar har, sum tær á nakran
høvdu meirilutan, so tóku teir av. Men har kom altíð okkurt annað í vegin. Møguleikin var í 1946, undir sjálvstýrislandsstýrinum frá 1963-67 og undir fullveldislandsstýrinum um a [...] miseydnaðist. Sagt verður, at danska imperialisman kolldømdi fólkaviljan í 1946. Kanska tað var so. Men fólkið valdi so ikki loysingarflokkarnar í meiriluta á tingi í 1946. Sjálvstýrislandsstýrið [...] varð kallað klandurslandsstýrið, og seinasti møguleikin – undir fullveldislandsstýrinum, varð endaliga bumbaður niður og norður, tá næstformaður Tjóðveldisfloksins legði Anfinn
isatión fyri øll fakfeløg. Hevði tað verið læran av hesum sáttmálastríðið, so var kortini væl komið burturúr kortini, tí tað hevði gagnað arbeiðsmarknaðinum sum heild. [...] r slakað nakað her, so hol varð sett á tann spurningin. Ymiskt er, hvussu ein skipan við fyrireikingartíð skal skipast, um tað er roknað eftir starvsfólki, barnatali, stovum o. s. fr
fyri landspolitikkin hjá flokkunum, so heldur tann argumentatiónin ikki heilt, tí sambært veljarakanning í Sosialinum fríggjadagin, so fáa teir báðir flokkarnir tilsamans 43,1 [...] hava allir upp á skift havt fýra av 13 býráðslimum – og seinast eydnaðist Javnaðarflokkinum at vaksa frá tveimum upp til fimm býráðslimir. Og gongur tað nøkulunda, sum veljarakanningarnar [...] Fólkaflokki og Sambandsflokki. Tað sveið, tá Heðin Mortensen varð eksluderaður úr Sambandsflokkinum, og tað sær ikki út sum um, at Annfinn Brekkstein hevur megnað at endurreist álitið á flokkin
Tað kann tykjast naivt, at ein minnilutastjórn skal kunna fáa stórmál ígjøgnum, sum ikki ber til við eini breiðari samgongu: Nevnd hava verið fiskivinnureformur, kommunureformur [...] Fólkaflokkurin havt so gott tak á hinum trimum stóru flokkunum, at tað hevur verið fiskivinnupolitikkurin hjá Fólkaflokkinum, sum hevur verið førdur í øllum samgongum seinastu fimtan [...] Miðflokkinum og við Framsókn sum stuðulsflokki, so kann hann prógva, at hann kortini er ein sterkur leiðari, sum klárar at fáa politiska ávirkan. Tað kemur væl við hjá Javnaðarflokkinum,
kkinum. Hóast øll hini siga seg verða ímóti, so fær Fólkaflokkurin broytingarnar samtyktar kortini – og eingin samgonga er før fyri at nerta skipanirnar aftur. Eitt dømi er fiskiman [...] fingið gagn av hesum lætta. Men tað ljóðaði so pent, tá Fólkaflokkurin orðaði tað í samgonguskjalinum, at »tað skal loysa seg at arbeiða«. Gongd skuldi fáast á búskapin við eini skattaskipan, sum ikki [...] landsstýrisfólk upp á 4-500.000 krónur um árið? Er tað hugsandi? Hvørt løgtingsfólk skal somuleiðis áleggja sær sjálvum eina eyka skattarokning upp á einar 2.000 krónur um mánaðin bara av løgtingslønini
stovnur kappast við privatu miðlarnar á lýsingarmarknaðinum. Harvið verða privatu miðlarnir veikari. Men ólukkan við kommersialiseringini av Kringvarpi Føroya hevur nógv víðari avleiðingar [...] frá gomlu floksbløðunum. Men vit síggja tíðindaportalar, sum við av handahógvi merktum journalistikki gera júst tað sama, sum gamla flokspressan gjørdi. Vit síggja eisini, at ónevnd, sterk fíggjarlig [...] Kringvarp gongur á odda. Hetta er eitt skráplan fyri tíðindaflutningin í Føroyum. Vit í Miðlahúsinum vita, hvat tað er at verða undir ávirkan av eigara, sum vil hava ávís sjónarmið fram. Tí var Miðlahúsið