B71 hevur longu vunnið 2. deild, og teir verða sostatt aftur at síggja í 1. deild næsta ár. Um hetta var orsøkin, er ilt at siga, men tað var í øllum førum rættiliga óvæntað, at KÍ vann á Sandi leygardagin [...] leygardagin. Sandoyingar vóru á odda bæði 2-0 og 3-1, men so fór Helmar Lassen í gongd. Hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta eitt reint hat-trick, og so hevði KÍ vunnið 4-3! Hjá B71 var Eli Hentze eisini væl [...] fóru til hús, tí steypið fór við stigunum norður til Klaksvíkar. Eli Hentze legði B71 á odda 1-0 og 2-0, áðrenn Johan Lützen, sum eisini hevur verið at sæð á 1. deildarliðnum hjá klaksvíkingum fyrr í ár
men tað var torført knappliga at umstilla spælið aftur, og eingin tíð var eftir, so dysturin endaði 2-2. Eftir dystargongdini var tað fult uppiborið, at LÍF fekk útjavnandi málið, men teir vóru ikki betri [...] næstniðasta liðnum í 1. deild, og hvør noyðist at royna aftur næsta ár. Mest áhugaverdi dysturin í 2. deild hetta vikuskiftið varð spældur í Leirvík, har Royn var á vitjan. Áðrenn dystin hevði LÍF á øðrum [...] við 28 stigum. B71 hevur vunnið deildina og flytir beinleiðis upp, meðan hesi bæði liðini kappast um 2. plássið, sum gevur rætt til tveir dystir um upp- og niðurflyting móti liðnum, sum endar næstniðast
vónbrotið. Og tað var ikki so undarligt. Tí KÍ hevði øll kort á hondini at vinna. Teir komu á odda 2-1, tá seinna umfarið var trettan minuttir gamalt, og tá tað restaðu sjey minuttir varð HB liðformaðurin [...] tá mest um galt. Hóast teir vóru yvirmannaðir og frammanfyri, so lat heimaliðið seg seinnapartin av 2. hálvleiki kroysta ov langt aftur á egna hálvu, og tá teir fingu fatur á, megnaðu teir ikki at flyta [...] annars hevði verið. Lívligt og undirhaldandi Kanska var spælið ikki so ógvuliga polerað onkrar løtur í 2. hálvleiki, men tað er einki at taka seg aftur í, at KÍ og HB vístu sunnudagin størsta fótbóltsundirhaldið
endanum? ? Avgjørt. Men vit høvdu einki val. Støðan var 2-1 til teir, tá vit mistu ein mann, og í mínum hugaheimi var tað líka mikið, um vit høvdu tapt 2-1 ella kanska 4-1. Tí kroystu vit teir í vónini um, at [...] millum havnarmenn, sum er orsøkin til, at tað hesi árini ikki hevur gingið so væl móti HB, sum vann 2-0 í Klaksvík í fjør og 1-0 í fyrraárið, lata vit fara aftur við borðinum. ? Eg eri sera harmur um, at [...] gera sama mistakið, sum vit hava sæð so ofta í ár, altso at vit detta alt ov langt aftur á vøllin í 2. hálvleiki, og so fáa vit ikki samanspælið í lag, sum akkurát í sovorðnum støðum sum fram móti endanum
brustu saman fyri síðstu ferð í ár. ? Eg haldi, at tað sást heilt skjótt, eftir at KÍ var komið framum 2-1, at HB kom meiri og meiri fyri seg, og eg varð ikki kløkkur av, at teir megnaðu at javna í evstu løtu [...] móti KÍ. Allan Mørkøre spældi allar 90 minuttirnar móti Kekkia, men hann varð skiftur út tíðliga í 2. hálvleiki, tá hann fyri fyrstu ferð var við HB í Klaksvík og spældi landskappingardyst móti gomlu
Í langa tíð hevur støðutalvan fyri 2. deild víst, at NSÍ hevur verið niðast, og aftaná at teir høvdu tapt heimadystin móti EB/Streymi vóru tey mong, ið roknaðu teir sum upplagdar niðurflytarar. Støðutalvan [...] Støðutalvan í dag vísir, at NSÍ sjálvt kann gera av, um teir eisini komandi ár skulu spæla í 2. deild, meðan B36 er dottið niður á niðurflytingarplássið. Tað var leingi, áðrenn tað var nakar serligur munur á [...] Hansen upp í álopið við síðuna av Jack Jacobsen, og tað vísti seg at rigga væl. NSÍ kom á odda, tá 21 minuttir vóru farnir. Miðvallarin í høgru, Bergur Winther, fór ígjøgnum og legði innfyri, og har toygdi
heiðursmerki og rættin at spæla um eitt pláss í 2. deild. Tað eru longu fleiri vikur síðani, at tað var greitt, at Skála hevur vunnið gull og flytir upp í 2. deild. Teir fáa steyp og gullkrónur í Gundadali [...] deildini. Verður endin soleiðis, so fer endaspælið um eitt pláss í 2. deild at bíða til endaspælið um eitt pláss í 1. deild er avgreitt. B68-B71 2-1 (1-0) Um teir á heimaliðnum høvdu roknað við, at teir fóru at [...] fugl-firðingar misnýttu tvær ferðir so dyggiliga, tá teir vóru í góðum fleirtalsstøðum. B36-FSV 4-4 (2-2) Tað var málríkt, og tað gekk javnt á, men synd er at siga, at tað var so nógv av skipaðum fótbóltsspæli
eru vælkomin. KFUM & KFUK, Tórshavn Opið hús er í KFUM hvørt fríggjakvøld. Børn undir 13 ár kl. 17?21. Ung yvir 13 ár kl. 17?01. Eldrasamkoman er í KFUK mándagin kl. 15 v/ Jákup Kass, presti. Ebenezer [...] Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønamøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20.00: Ungdómsmøti [...] Eydnuni á Oyrabakka Vikuskiftisfundirnir halda fram leygardagin við møti kl. 19 og ungdómsmøti kl. 21.30. Luttøka úr Filadelfia Tórshavn og Kelduni í Skálafirði. Øll eru vælkomin. Gøtu kirkja Sanggudstænasta
hava vit allir beiggjarnir tað, okkum dámar væl her. Eru jarðbundnir og støðufastir, skemtar Einar, ið 21 ára gamal gjørdist tollari í 1949 og var yngsti tollari í Føroyum tá Tolleftirlitið varð sett á stovn [...] givin í hornorkestrinum. ? Tað gjørdi eg væl og virðiliga í summar, eftir at hava ætlað tað í eini 2 ár, tí nú er ein blivin nakað seinur við aldrinum, flennir Einar, ið tó ikki hevur slept tónleikinum
HB-Sumba 4-1 (2-1) 0-1: Birgir Jørgensen, 10. 1-1: Súni Fríði Johannesen, 22. 2-1: Súni Fríði Johannesen, 35. 3-1: Hans Fróði Hansen, 48. 4-1: Johannes Joensen, 50. Tað gekk sum væntað, tá HB tók ímóti [...] Fríði á júst sama stað, tá eitt hálvkiksað skot endaði hjá honum, og hann sveik ikki. Nú var HB á odda 2-1, og skelkurin frá byrjanini var burturgoymdur og gloymdur. Stórt meira hendi ikki í fyrra hálvleiki