? Talan hevur verið um stóran framburð í landskappini hesi fimm árini, eg havi fylgt við, og tað gongur framvegis rætta vegin. Men eg eri onga løtu í iva um, at støðið heilt skjótt hevði hækkað nógv, um bestu liðini vikuskifti eftir vikuskifti spældu so intensar og dramatiskar dystir, sum KÍ og HB gjørdu í dag.
Orðini eigur Allan Simonsen, landsliðsvenjarin, sum sunnudagin var í Klaksvík og fylgdi við, tá KÍ og HB brustu saman fyri síðstu ferð í ár.
? Eg haldi, at tað sást heilt skjótt, eftir at KÍ var komið framum 2-1, at HB kom meiri og meiri fyri seg, og eg varð ikki kløkkur av, at teir megnaðu at javna í evstu løtu, sjálvt um teir tá vóru tíggju móti ellivu. Klaksvíkingar høvdu ilt við at koma fram á vøllin, og tað hevði við sær, at HB megnaði at fáa tak á størri parti av vøllinum. Soleiðis myndast spælið, tá annað liðið er betri fyri. Teir í KÍ vóru væl fyri, men tað var týðuligt, at teir í HB vóru eitt sindur betur fyri. Týdningin av hasum sóu vit í fjør, tá B36 í fleiri dystum fekk avgerandi málið, tá tíðin var um at vera runnin, og vit sóu tað aftur í dag, helt Allan Simonsen, sum fegin vildi sæð fleiri sovornar uppgerðir í landskappingini:
? Um spælararnir vikuskifti eftir vikuskifti vórðu settir undir tað trýstið, sum spælararnir vóru undir hesa ferð, so ivist eg ikki í, at spælararnir og liðini heilt skjótt høvdu styrknað, og tað hevði aftur komið landsliðnum til góðar, helt Allan Simonsen, landsliðsvenjari fyri, tá hann saman við øllum HB áskoðarunum í góðveðrinum á Stongunum í Klaksvík bíðaði eftir Dúgvuni.
Bara ein landsliðsmaður
Tað var vert at býta merki í, at millum teir fyrstu 22, tá hesi bæði oddaliðini í føroyskum fótbólti komu á vøllin, vóru bara tríggir, sum vóru í átjan manna hópinum, ið Allan Simonsen hevði á Svangaskarði, tá Kekkia vitjaði fyri tveimum vikum síðani, og tá dysturin endaði, var bara ein á vøllinum av teimum ellivu, sum stóðu rætt, tá tjóðsangirnir vórðu spældir fyri tveimum vikum síðani.
John Hansen hjá KÍ sat á beinkinum allar 90 minuttirnar móti Kekkia, og hann var við allar 90 minuttirnar móti HB. Hans Fróði Hansen spældi alla tíðina móti Kekkia, og hann spældi alla tíðina móti KÍ.
Allan Mørkøre spældi allar 90 minuttirnar móti Kekkia, men hann varð skiftur út tíðliga í 2. hálvleiki, tá hann fyri fyrstu ferð var við HB í Klaksvík og spældi landskappingardyst móti gomlu liðfeløgunum.
? Eg havi ikki fingið vant nakað serligt síðani dystin móti Kekkia. Tá toygnaði eitt liðband í innaru síðu á knænum, og tað er framvegis ikki gott aftur, segði HB maðurin, sum ? ivaleyst orsaka av skaðanum ? ikki var so eyðsýndur, sum hann hevur verið mest sum hvørja ferð í ár. Men hann fekk eitt mál, og tað telur ikki so lítið. At hann er mest upplagda evni til ársins spælara í ár er einki at ivast í.
Breiddin er í lagi
Tað er ikki bara tí, at Allan Simonsen ikki vil hava so nógvar spælarar úr hesum báðum liðunum á landsliðnum, at so fáir landsliðsspælarar vóru á vøllinum í Klaksvík sunnudagin.
Millum teir mest eyðsýndu hjá KÍ vóru Harley Bertholdsen og Kurt Mørkøre, og teir hava báðir givið avboð til landsliðið. Landsliðsvenjarin hevur áður havt gott eyga á Allani Joensen hjá KÍ, men hóast hann spældi væl ta løtuna, hann var inni, so var tað týðuligt, at langa tíðarskeiðið, sum hann hevur verið skaddur, hevur havt við sær, at hann ikki enn er í fullgóðari venjing.
Hjá HB hevur Rúni Nolsøe ikki tíð at spæla á landsliðnum, sjálvt um venjarin fegin vildi hava hann í hópinum í fjør, og Jens Erik Rasmussen gav avboð til landsliðið, tá hann í aðru atløgu undan fráferðini til Bosnia-Hersegovina fekk landsliðsboð.
Men hugsar tú ikki um tað, tá tú sært tvey av oddaliðunum spæla og so fáir landsliðsspælarar eru á vøllinum?
? Eg havi so ofta sagt, at tað er neyðugt at halda seg til eitt lið og samstundis at arbeiða við, hvussu tað so líðandi kann styrkjast um liðið, og tað haldi eg framvegis. At tað vóru nógvir góðir spælarar á vøllinum í dag, sigur mær, at breiddin er í lagi. Og eg fegnist sjálvandi um, at t.d. John Hansen, sum var á beinkinum móti Kekkia, so avgjørt var millum bestu spælararnar í dag, staðfestir venjarin, og so kunnu vit leggja afturat, at tað er lítið at ivast í, at John Hansen er tann av teimum á landsliðsbeinkinum, sum er næst við at koma millum teir fyrstu ellivu.
Tað kann gerast aktuelt, um skaðin, sum Allan Mørkøre er plágaður av, ger, at hann ikki fær vant við fullari ferð tær næstu vikurnar.
Gev Hans á Lag møguleikan
Á heimferðini úr Klaksvík heilsaði landsliðsvenjarin uppá HB venjaran, Ion Geolgau. Og tá HB venjarin tosaði við Ítróttarsosialin var hann ikki í iva um, hvør var mest upplagdi maðurin hjá landsliðsvenjaranum at taka út til útidystirnar móti Letlandi og Skotlandi um tríggjar vikur:
? Í mínum hugaheimi er einki at ivast í, at Hans á Lag er besti miðverjin í landinum. Hann hevur spælt sera støðugt í ár, og aftur í dag kom hann væl frá uppgávuni. Kurt Mørkøre er ein frágera góður spælari, og tað skal nógv til at halda honum. Sjálvt um hann fekk eitt mál í dag, so haldi eg, at Hans á Lag stóð seg sera væl, er heilsanin hjá Ion Geolgau til Allan Simonsen.
Men tað er ikki uppgávan hjá HB venjaranum at gera av, um Hans á Lag skal inn í miðverjuna á landsliðnum og hvønn hann so skuldi loyst av. Tað er uppgávan hjá Allani Simonsen at meta um, um hann heldur vil hava Hans Fróða Hansen, Jens Kristian Hansen, Óla Johannesen og Pól Thorsteinsson sum evni til miðverjuna, ella um hann vil hava Hans á Lag í staðin fyri ein av omanfyri nevndu!