Annars mugu vit bara avtaka stýrisskipanarlógina, sigur Bjørn á Heygum, advokatur. Tað signalvirði, sum politiska skipanin sendir út til fólk er sera óheppið. Meðan vit onnur verða revsað, um vit bróta lógina [...] landsstýrisfólk. - Um tú bara kann bróta lógina sum tær lystir, uttan at tað fær avleiðingar, so haldi eg vit skulu avtaka stýrisskipanarlógina. Um Johan Dahl sleppur at halda fram ótarnaður eftir at tað er greitt [...] til, at lógirnar í landinum ikki galda fyri okkara hægstu. - Tað sær út til, at okkara politikarar eru hevjaðir yvir lógina. Einki fær avleiðingar, og man roynir heldur at skúgva sær burtur úr tí. Tað er
men nú skal ein broyting gerast í skránni. Nú skulu børnini til borðs, tí nú verður arbeiði við modellerevoks á skránni. Hann roynir at rópa fyri at fáa tey at tagna, men einki nyttar. Hann ger nú eitt [...] Smederevo, Serbien: - Friður! Friður!! Nú skal vera tøgn!!! Starvsfólkini royna at sissa børnini, men tað er ikki bara sum at siga tað. Tey 30 sigoynarabørnini eru komin upp í snúningar, og tað skal eitt størri [...] ítrótti, tá ein venjari ynskir eitt time-out fyri lið sítt. Nú riggar. Børnini hava lært at hetta teknið merkir tøgn, og tagna tey nú so líðandi. Nú er tíð at fara víðari í skránni henda morgunin. Hetta er
Brot úr umrøðu av leikinum ”Einaferð var tað eg” frá Sosialinum mánadagin. “Gott tit eru her, nú fara vit at surprisa Duritu, tí hon fyllur 30 ár í dag”, segði Mariann Hansen sum tað fyrsta, tá ið áskoðararnir [...] síðsta. Og hon doyði beint sum vit vóru komin í føðingardag. Hóast dagurin var alt annað enn vanligur, so vildi Durita ikki hava, at hennara føðingardagsgestir skuldu fara. So vit vóru boðin inn at seta okkum [...] minningarhaldi og føðingardegi tóku vit okkara stólar og settu teir upp móti vegginum og vit vórðu leidd inn í ein ævintýraheim, sum var fantastiska inspirerandi. Vit sóu ungu gentuna, sum hevði mist mammuna
helt røðu fyri næmingunum. Vit endurgeva niðanfyri brot úr hesi røðuni. Góðu fiskivinnutøkningar, góðu næmingar og tit øll, sum eru komin saman her í dag at heiðra tey, sum nú fáa lønina fyri ta tíð, sum [...] samfelagið og ikki er ein eftirlíkning av øðrum útlendskum útbúgvingum. Men vit eiga at sláa fast, at henda útbúgving er komin fyri at verða og at tað er ein vaksandi tørvur á tykkum, sum hava nomið hesa [...] áhugavert at síggja, at tað eru fólk í ymiskum aldursbólkum, sum leita sær henda vegin. Tað er eisini at frøast um, at útbúgvingin eisini gevur rættindi til at lesa víðari annaðhvørt tað nú er eftir 2 ára útbúgving
barnagarði eru øðrvísi enn stovnsbørnini, og virka somuleiðis øðrvísi. Eg havi ikki nóg nógvar royndir til at siga, at børn, ið eru heima, eru verri fyri, men eg meini kortini, at stovnsbørnini eru hepnari [...] himprast hann ikki við at siga, at børn, ið eru so heppin at sleppa í vøggustovu og barnagarð, hava nøkur framíhjárættindi fram um onnur, ið eru heima. - Børn eru fødd sosial. Sosiala sambandið millum mammuna [...] og nógv umbiðin. Nú summarstevnurnar byrja, er bólkurin úti um seg aftur og er biðin um at spæla til fleiri høvi. - Tað er avmarkað, hvussu nógv vit kunnu spæla, tí fleiri í bólkinum eru uppi í øðrum eisini
litunum, serliga teim sterku, og tað eru teir, ið gera av, hvussu myndin verður - kanska meiri enn sjálvt motivið. Málningarnir eru ikki heilt abstraktir, men teir eru meiri abstraktir í dag enn teir vóru [...] Veðurlagið í Føroyum ávirkar meg nógv og mær dámar tað væl. Vit hava vakrar og skiftandi litir, serliga um várið, tá ið alt vaknar aftur og vit síggja kraftina í náttúruni. Bøurin grønkast fyri hvønn dag [...] haldi, at tað føroyska veðurlagið er veldugt, eitt nú teir ljósglottar tú upplivir ein gráan summardag. Teir vara kanska bert nøkur fá sekund, so eru teir burtur aftur. Tað gevur mær hug at mála. Eg taki
Tað eru skjótt fýra ár síðani Lance Armstrong varð dømdur fyri doping, har hann fekk frátikið allar sínar sjey Tour de France-sigrar og varð útihýstur frá súkkling restina av lívinum. Í kjalarvørrinum [...] á dóminum hevur verið nógv rok um tann nú 44 ára gamla Lance Armstrong, og tað hevur sett síni spor, váttaði hann á einum fyrilestri á lærda háskúlanum í Colorado týsdagin. - Tað hava verið nøkur hørð [...] noyddur at útvega tann seinasta, ólógliga steinin fyri at byggja húsið liðugt. Tað merkir tó ikki, at vit súkklaðu oman á strondina at drekka Rosé-vín áðrenn Tour de France, segði Lance Armstrong.
Lettlandi í kvøld. - Vit eru ósigraðir. Tað er tað, sum er mest umráðandi. Nú fingu vit ein sigur í dag, og eg haldi, at tað var fult uppiborið. Serliga í fyrra hávleiki spæla vit væl. Tað frøðir meg almikið [...] og at vit halda so væl upp á bóltin, segði Lars Olsen og helt fram: - Tað er ein løta, har vit ikki fáa hildið fast, men hetta var eitt fantastiskt avrik, og leikararnir gjørdu tað gott. Tá ið vit fingu [...] fingu fatur á bóltinum, vóru vit førir fyri at spæla okkum til málmøguleikar. Vit kundu skotið eitt ella tvey mál afturat. Vit fingu teir at renna eftir okkum, og tað havi eg ikki sæð fyrr, segði Lars Olsen
byrjan upp á kappingarárið. - Nú hava vit fult stigatal fyri tveir teir fyrstu dystirnar, og næstu dystirnir eru móti ávíkavist ÍF og GÍ. Skulu vit verða við í toppinum, skulu vit eisini vinna teir báðar dystirnar [...] var ein rættuliga javnur dystur við fáum møguleikum. Teir hava kanska fleiri møguleikar enn vit, men vit eru effektivari, segði Gert Hansen eftir dystin. Gert helt, at sigurin í Gundadali hevði stóran [...] bakki, var sum vera man sera fegin um søguliga sigurin. - Hetta var fínasta slag. Vit spæla gott fram eftir vøllinum, og vit trúðu uppá, at um hetta unga HB-liðið bleiv pressað, so fór tað at boyggja seg
lívið sum vit kenna tað í dag, sigur Anne Mette. Av tí at fólkakirkjan í dag fevnir sera breitt í mun til gudfrøðina, er neyðugt, at øll fáa møguleikan at kenna seg heima, sama hvar vit eru í tí kirkjuliga [...] byrja sína yrkisleið sum prestur. Nú skrivar hon sínar prædikur í Fuglafirði á føroyskum. Í sambandi við, at Anne Mette Greve Klemensen skal prædika á ólavsøku, spurdu vit hana, hvønn leiklut prædikan hevur [...] kenna seg vælkomnan at lýða á - bæði í kirkjuni ella við hús. - Øll eru vælkomin í Guds hús. Og hóast Havnar kirkja ikki er so stór, røkka vit lukkutíð fólki við útvarpi, sjónvarpi og á internetinum, bæði nær