- Ein fult uppiborin sigur

Landsliðsvenjarin heldur, at Føroyar kundu skotið eitt ella tvey mál afturat.

Tað var sum vera man ein væl nøgdur landsliðsvenjari, sum Rás2 fekk orðið á eftir frálíka 2-0-sigurin ímóti Lettlandi í kvøld.

 

- Vit eru ósigraðir. Tað er tað, sum er mest umráðandi. Nú fingu vit ein sigur í dag, og eg haldi, at tað var fult uppiborið. Serliga í fyrra hávleiki spæla vit væl. Tað frøðir meg almikið, at tað serliga í fyrra hálvleiki og í endanum av seinna er álopsfótbólturin, ið er okkara besta vápn og at vit halda so væl upp á bóltin, segði Lars Olsen og helt fram:

 

- Tað er ein løta, har vit ikki fáa hildið fast, men hetta var eitt fantastiskt avrik, og leikararnir gjørdu tað gott. Tá ið vit fingu fatur á bóltinum, vóru vit førir fyri at spæla okkum til málmøguleikar. Vit kundu skotið eitt ella tvey mál afturat. Vit fingu teir at renna eftir okkum, og tað havi eg ikki sæð fyrr, segði Lars Olsen við Rás2 eftir dystin.

 

Hóast Bárður J. Hansen spældi ein rimmar dyst í javnleikinum ímóti Ungarn, og at hann eisini var við í hópinum hesaferð, so valdi landsliðsvenjarin at hava Jónas Tór Næs á høgra bakki í kvøld. Lars grundgevur soleiðis:

 

- Bárður var klárur at venja, annars hevði hann ikki verið við í hópinum, men hann hevði einans vant tvær ferðir áðrenn samlingina, og undir venjingunum her sá eg, at hann manglaði eitt sindur sálarliga. Jónas hevur spælt sera væl í B36, so eg helt, at hann skuldi fáa møguleikan í kvøld. Tað er eftir hondini blivið soleiðis, at vit hava tveir nærum líka góðar á øllum plássum, segði Lars Olsen.

 

Lars Olsen sigur, at tað møguliga verður framd onkur broyting í byrjunaruppstillingini til dystin ímóti Portugal. Ikki tí at allir ikki gjørdu tað nóg gott, men tí at onkur hevur trongd á hvíld.

 

- Tað er eingin ivi um, at vit trúgva upp á at vit kunnu spæla við altjóða. Sjálvsálitið veksur, og hesin sigurin gjørdi tað so ikki verri fram ímóti næsta dysti, segði landsliðsvenjarin.