við politistøðina í Klaksvík í gjár. Heilt greitt var ikki, hvør orsøkin til óhappið var, men sagt varð av politistøðini, at líkt var til, at tað var kappkoyring. Millum hús. Annars hevur løgreglan í Klaksvík [...] ningar gjørdar. Skírisdag var løgreglan inni á Sundi við radaranum. Har vórðu tríggir, sum koyrdu so skjótt, at koyrikorti verður tikið. Tveir koyrdu 118 kmt., meðan ein var heilt uppi á 148 kmt. Lang [...] Tá tosaði løgreglan við mannin, sum var ávirkaður av rúsdrekka. Okkurt smávegis kom upp á bilarnar, verður sagt av politistøðini í Klaksvík. Um skírishalguna var eitt heldur álvarsligari ferðsluóhapp
í ár varð ein nýggj roynd gjørd at hátíðarhalda Grækarismessuna í Klaksvík á ein øðrvísið hátt. Tað var í 1952, at Klaksvíkar Hornorkestur tók stig til at skipa fyri grækarismessuhaldi á fyrsta sinni. [...] klaver. Skótarnir bjóðaðu ein kaffimunn og køkur afturvið. - Og tað riggaði sum ætlað! Heri Ellingsgaard, formaður í Klaksvíkar Hornorkesrti var ovfarin av uppmøtingini, og segði, at nú fangaði borðið, tí [...] so fegin hon var, at Klaksvíkar Hornorkestur hevði tikið hetta stigið at flyta haldið inn í KFUM - Og sum tit síggja, segði hon - tit kunnu ikki fáa betri umstøður! Vælkomnir! Salurin var nærum fullsettur
Oyrahavnina, var ivaleyst tað størsta nakrantíð. Veðrið gjørdist so frálíka gott hendan dagin, og nógv fólk leitaði sær út á Toftir at síggja bátarnar stevna inn í havnina, eins og nógv fólk var at síggja [...] Joensen, á pallin í stóra stevnutjaldinum, og her var nógv fólk. Tey, sum vóru úti hesa náttina, siga, at bæði á stevnuøkinum og inni í tjaldinum var stúgvandi fult av fólki. [...] stevnuøkinum allan seinnapartin leygardagin. Seint seinnapartin var okkurt æl, sum tó hasaði av aftur, sum dagurin leið, og tá kvøldið kom, var aftur av besta stevnuveðri. Nógv fólk í dansi Fleiri tiltøk vóru
hópin niður til 15 mans, men kortini lupu turkar á frá byrjan. Og tað var so ruddiliga uppiborið, tá Boral legði teir framum. Gleðin var tó stokkut, tí bert fýra minuttir seinni hevði Schweinsteiger javnað [...] boð um at fara í treytaleyst álop, og so var Rüstü brádliga ikki einasti málverjin, sum framdi mistøk. Lehmann helt seg annars hava tamarhald á øllum, men hann var ikki vakin, tá Senturk sneiddi bóltinum [...] meskarnar. Turkaland royndi enn einaferð, og fýra minuttir inni í yvirtíðini høvdu teir fríspark í góðari støðu, men hetta varð sent langt omanfyri, og so var dreymurin fokin.
nýtt tjóðleikhús í Føroyum. Tað hevur eisini verið stór ósemja um, hvar tjóðleikhúsið skuldi vera og eitt skifti lá í kortunum, at tað skuldi vera á Skálatrøð. Men tað var so stór mótstøða ímóti ætlanini [...] skuldi vera. Einasta treyt var, at tað skuldi vera í Havn, og har vóru teir flestu arkitektarnir samdir um, at besta staðið at byggja eitt komandi, føroyskt tjóðleikhús, var á Bursatanga. Tá ið mentan [...] byggja enn meiri út og at tað hevði loyst trupulleikan at bygt havnarlagið út norðureftir, heldur hann. – Vit skulu bíða við Tjóðleikhúsinum til tað er búgvið at taka støðu til. Og tað merkir, at vit skulu
heilar 13,24 cm. Hetta var júst nokk til at vinna fyrsta plássið og gullheiðursmerki. Lopið var so mikið gott, at tað væntaðu einans 6 cm í at klára oyggjaleikakravið. Miso var farna vikuskiftið í Malmø [...] vikuskiftið vóru 9 íðkarar í Íslandi og kappaðust í ÍR-Stórmót, og farna vikuskiftið var landsliðið í Malmø. Fyri nøkur var hetta fyrsta kapping yvirhøvur, meðan onnur royna at taka bólkamet og møguliga klára [...] at lopini sita væl. Miso kappaðist í longdarlopi og trýstøkk. Í longdarlopi var longsta lopið 5,60. Hetta eru 83 cm longri, enn hvat lopið varð í fjør. Stóra framgongdin vísti seg aftur dagin eftir, tá
fekk leikbann. Tað var kanska fyrstu ferð eg hevði ordiliga møguleikan at byrja inni. Eg náddi heim áðrenn konan átti, men hatta geri eg ikki aftur, sigur Klæmint A. Olsen. Klæmint A. Olsen var ikki við, tá [...] ##med2## Tá føroyska landsliðið í annaðkvøld spælir móti Andorra er tað eini møgleiki, at tað verður uttan Klæmint A. Olsen. Konan var sett at eiga í gjár og áleyparin tekur ongar kjansir, sum hann gjørdi [...] Olsen. Spurningurin er so hvat hendir, um tað konan skal eiga, meðan dysturin er í gongd. Klæmint A. Olsen skoraði seinast Føroyar spældu móti Andorra. Tað var fyrr í ár, tá Føroyar vunnu 1-0 í Andorra
Jens Marni eisini var inni á undir framførsluni, at hann er um at verða liðugur við sína nýggju fløgu, ið kemur út í oktobur. Nógvir ymiskir tónleikarar spæla á fløguni, og tí var tað eitt sindur skuffandi [...] Og tað hevur einki at gera við hann sjálvan, tí Jens Marni dugir væl bæði at syngja og spæla gittara, men tað hevði verið stuttligari at fingið ein meiri fullari forsmakk upp á fløguna. Men tað var eitt [...] mettir sum besti dansibólkur í Føroyum. Ein av teimum fýra var Jens Marni Hansen, ið spældi á Torginum beint áðrenn midnátt hóskvøldið. Tað var vorðið myrkt, og fleiri fólk høvdu leitað sær til festivaløkið
hvørjar alveiðingar tað fer at fáa fyri tey øki í landinum sum tað rakar, um nakrir av lemmatrolarunum verða kroystir úr flotanum. ? Hvørjar avleiðingar fer tað t.d. at fáa, um tað eydnast at kroysta annan [...] fiska so nær landi, sum gjørligt. Tað verða teir heilt einfalt trýstir til.Tað er sjálvsagt, at færri dagar eitt skip hevur, skjótari vil tað hava greiðirnar í sjógvin. ? Tað fer heldur ikki at bera til hjá [...] at tað veit eingin. Og so fellur tosið sjálvandi á umhvørvisfelagsskapirnar, hann eisini hevur hoyrt um. Hann spyr, hvussu tað ber til, at tað í ár bara eru dripnir 10.000 hvalir í Føroyum, tá tað vanliga
Sosialin, at teir vóru ikki í iva um, at talan var um eina politiska setan. Stutta tíð eftir, at tíðindaskrivið um setanina er sent út, so byrja ein longri røð av viðerkingum og lesarabrøvum. Fleiri pr [...] SAMANUM Alt byrjar við, at Føroya Fornminnissavn í longri tí virkar uttan nakran fastan stjóra. Arne Thorsteinsson fer úr starvinum um árskiftið 2001-2002. Hann hevði tá í eina tíð verið í farloyvi. Símun [...] at viðgera umsøknirnar og gera tilmæli. Eftir ásetingunum í starvsfólkapolitikkinum hjá landinum er tað aðalstjórin, ið setir setanarnevndina. Sum siðvenja er, verður aðalstjórin sjálvur formaður fyri s