siga tey at nógv fólk var í býnum og at tað til tíðir var heldur rokaligt. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at løgreglan hevur havt nógv at gera, men at tað tívetur ongantíð var talan um nakað álvarsamt [...] í morgun var løgreglan tilkallað fyri seinastu ferð. Tá ringdu tey av bilstøðini Auto í miðbýnum og bóðu um hjálp, tí at tað bryggjaði til bardaga inni á støðini. Talan var um eitt par, sum var farið at [...] at rýma inn á støðina undan uppøsta manninum. Maðurin royndi síðani at koma inn eftir henni og tá var tað, at løgreglan varð boðsend. Teir komu á staðið, áðrenn nakað harðligari spurdist burtur úr málinum
toftamenn aftur í eldinum í Reykjavík. Hesaferð var tað í Egilshøllini, har mótstøðuliðið var Fjölnir, sum spælir í bestu deildini. Eftir 1. hálvleik var heimaliðið frammanfyri 2-0. Miðskeiðis í 2. hálvleiki [...] dystarenda javnaði B68 til 2-2, og aftur hesaferð var tað Óli Højgaard Olsen, sum var málskjútti, tá ið hann umsetti brotspark til mál. B68 liðið var soleiðis mannað í Reykjavík í dag: Fríði Sigurðsson [...] Í gjárkvøldið var úrslitið 1-1, tá ið B68 spældi venjingardyst í Reykjavík ímóti Fram, sum er í næstbestu deildini. Tann dystsurin varð spældur uttandura og á graslíkisvølli. Seinnapartin í dag vóru toftamenn
ymiskar. - Í januar var skattainntøkan 2.394.922 krónur, sum var 2,67 prosent lægri enn í 2014, í februar 3.426.259 krónur, sum var 20,32 prosent hægri enn í 2014 og í mars, tá inntøkan var 2.903.492 krónur [...] Nes kommuna veit at siga, at í 1. ársfjórðingi í 2015 var fyribilsskattainntøkan hjá Nes kommunu 8.724.673 krónur í mun til í 2014, tá inntøkan var 8.036.256 krónur, ella 688.417 krónur meira. - Hetta svarar [...] krónur, sum var 6,39 prosent hægri enn í 2014, sigur kommunan. Skattaprosentið í Nes kommunu er 20,5, og hevur verið óbroytt síðani 2006.
Hátíðardagur var í Fríðrikskirkjuni sunnudagin. Ovi Brim, nýsettur prestur, varð prestvígdur av Jógvani Fríðrikssyni, biskupi. Hetta var fyrstu ferð, at tað er prestvígsla í Fríðrikskirkjuni. Kirkjan var fullsett [...] kirkjufólkinum vælkomin til prestvígsluna av Ova Brim. Hetta var ein sonn hátíðarløta, við bæði prestaskrúðgongu og brúsandi sálmasangi. Tað var fyrrverandi prestur í Nes prestagjaldi, Jónsvein Bech, sum [...] Keypmannahavn. Ovi er giftur við Hallgerð, og tey eiga sonin Olaf. Innsetanin var seinni á kvøldi, klokkan 17.00. Tað var Sonja Klein, virkandi dómpróstur, sum setti Ova Brim til kallið sum sóknarprestur
18 m/s, sigur Karl Johansen, sýslumaður. Veðrið var orsøkin til, at grindin ikki kom til hóldar, sum funnin var í Haraldsundi fyrrapartin. - Ætlanin var at halda henni til fram til í morgin, og so gera [...] roynd tá. Veðrið er so mikið ófantaligt, at ikki var ráðiligt at lata menn fara í grind, sum líkindini eru, sigur Karl Johansen. Mett var, at grindin var eini 80 hval, og tá vit tosaðu við Karl Johansen [...] Johansen stutt fyri klokkan 14 í dag segði hann, at grindin ikki var at síggja meira, og at hon tí helst er farin aftur til havs. - Vit hava havt samband við ein bát, sum hevði sett goggulínu, og heldur ikki
higartil í dag var aftur tað hjá kvinnunum úr Fuglafirði umborð á Erlu Kongsdóttir. Tað vóru ikki nógv tøk tikin, áðrenn ljósagrøni báturin stakk seg framum hinar, og tað var heilt skjótt, at tað var leyst, og [...] men tað var als eingin spenningur um fremsta plássið. Tað var í eina løtu meiri spennandi um næstfremsta plássið, men sum bátarnir nærkaðust málinum varð tað greitt, at Havfrúgvin úr Vestmanna var best í [...] og so var spurningurin bara, hvussu nógvar bátslongdir tað fór at vera frá Erlu og aftur til hinar bátarnar. Havfrúgvin hevði onkra ferðina fyrr í summar givið ábendingar um, at tað kanska kundi fara at
teir halda at talan var um brotsspark. Svarið er eitt greitt nei. Av teimum 333, sum atkvøddu, so mettu heili 266 at talan ikki var um brotsspark, meðan bara 38 mettu, at talan var um brotsspark. 29 meta [...] Ein av nógv umstríddu støðunum frá 24. umfari í Effo-deildini var brotssparkið, sum HB fekk móti Víkingi í Gundadali, tá Atli Gregersen var dømdur at gera brotsspark móti Kristini R. Mouritsen. Les eisini: [...] hanga, so tað bleiv til kontakt og harvið brotspark. Kristin R. Mouritsen var tó ikki samdur í Atla Gregersen, og segði at talan var um brotsspark í støðuni. Les eisini: Atli og Kristin um brotssparkið Vit
vestaru gongu var komin upp í gonguna í Dølunum. Farið var avstað, tá Ternan hevði verið fyrsta túr í morgun, um 8.30 tíðina, og gongan var aftur á rættini áðrenn klokkan var komin til 11. Síðani var roytt og [...] Heimarahelvt var á fjalli í dag í seinastu gongu til royting, og tað hendi í allarbesta veðri. Tað er ógvuliga seint av fara á fjall í royting, tá komið er út í august mánað. Men viðurskiftini gjørdu, [...] og klipt, lombini vórðu markað og fingu medisin, og síðani fingu ærnar eisini medisin. Alt fjallið var liðugt klokkan 13, og tað vóru menn væl nøgdir við. Ikki minst, at veðrið hevði verið so gott og sólríkt
sum var við at søkka í Norðsjónum. Norska BT skrivar, at føroyingarnir høvdu keypt bátin í Haugesund og vóru á veg til Føroyar við honum, tá ið hann fór at leka. Tað var tjúkt í mjørka og tað var heppið [...] seglbáturin fór at leka, men lekin var so stórur, at teir kláraðu ikki at lensa. Tá ið Scott Spirit kom fram á menninar, var seglbáuturin við at fara undir, bara sjálvt stevnið var undan, sigur skiparin við norska [...] heppið, at vit funnu teir so skjótt, tí sýnið var bara 150 - 200 metrar, sigur Harald Aalmo, skipari á tangaskipunum, Scott Spirit, sum bjargaði teimum báðum føroyingunum. Scott Spirit fekk neyðarkallið frá
inn pening til børn við krabbameini. Í morgun var eisini farið at venja og hesa ferð gekk leiðin niðan á Oyggjarvegin. Veðrið var av tí fínasta, men tað var hált og brádliga fóru hjólini undan løgmanni [...] Kaj Leo Holm, Johannesen, var óheppin, tá ið hann súkklaði ein túr á oyggjarvegnum í morgun. Túrurin var ein liður í venjingini í sambandi við, at hann er við á Team Rynkeby í Føroyum, sum skal súkkla [...] løgmanni. - Tá eg súkklaði framvið Grótbrotinum datt eg við súkkluni, tí tað var sera hált, skrivar løgmaður á Facebook Men her var tað so, at fortíð hansara sum málmaður kom honum til góðar. - Teknikkurin er