vit sæð ræðandi dømi um, og her eiga eisini vit at vera á varðhaldi, bæði nú og framyvir. Mentan er at dyrka Tjóðskapur í positivum týdningi er góð mentan. Fremmandaorðið fyri mentan er kulturur. Kulturur [...] í kirkju og á tingi. Og júst nú kom so Móðurmáls orðabókin, sum okkum hevur tørvað leingi. Tað er at gleðast um. Vit hava nátt nógv føroyska málinum at frama, og kjakið um mál og málsligar spurningar hevur [...] í beinleiðis og fluttum týdningi um dyrkað lendi: »Men tú, sum arvar dyrkað lendi, minst til hvør grønur teigur er ein ogn, sum lívið í tær eigur, tað veldst um teg, um bøur ber.« Okkara mentunararvur má
stovnsrøktarnevndini, metir um ásetta fiskidagatalið fyri hvønn bólk av fiskiførum tryggjar, at stovnarnir verða gagnnýttir burðardygt, og um skipanin við fiskidøgum og stongdum økjum yvir-høvur tryggjar, at [...] hava roynt at spart uppá dagarnar, og hava keypt dagar, um vit nú eiga nakrar dagar eftir, ja, so skulu teir bara strikas,t ja, her eru vit so langt úti, at her eru ikki orð til staðar fyri tí frekleika [...] endamálini í hesi lóg verða rokkin. Nú skal løgtingið aftan á frítíðina lóggeva um treytir til fiskivinnuna fyri næsta fiskiár, sum byrjar tann 1. september. Vit, ið liva av at fiska, fáa at vita frá ymiskum
stovnar um stuðul, og flestu hava játtað. Tað er sjálvsagt hugaligt at hjálpa til, eru ráðini til tess. Annað er, hvat sæst eftir, og gleðiligu boðini eru, at nú fer at síggjast eftir. Grivið er oman av [...] og fyrsta dagin verður farið undir spreingiarbeiðið. Ætlanin var at fáa alt stoypiarbeiðið frá hondini í ár eisini, men nú er so mikið langt útliðið, at væntandi verður ikki farið undir hetta arbeiði fyrr [...] Strond í dag um hálvgum tólv tíðina, tá skuldi passa best við streymi. Roknað verður við, at skjótastu svimjararnir nýta fimm til seks korter um fjørðin. Men minni er eisini gott. Ikki er neyðugt at svimja
men tað er bert spurningur um hugflog! Tað riggaði sera væl. Annar partur var um bardagan at fáa oljuuppskipanarhavn ella hvussu teir kalla tað í Havn, Drelnesi, Klaksvík ella Runavík. Tá er best at skera [...] HM kappingini í fótbólti. Hóast HM júst er farið afturvið borðinum, so var hetta brotið avgjørt tað minst áhugaverda. Eisini brotið um Múrin í Kirkjubø var ov langt. Góður tónleikur Tað, sum fekk kabarettina [...] ikki burtur, at framførslan bar dám av tí. Tað er enn eitt dømi um, hvussu umráðandi tað er at geva ungdóminum møguleika at royna seg við tílíkum, sum ikki er innflutt uttanífrá. Teir, sum hava skrivað til
loysn. Landsstýrið er í holt við at kanna, hvat býr undir hesum bretska boðskapi. Skilligt er, at áhugin hjá oljuvinnuni at sleppa í gongd við leiting báðumegin eitt komandi mark er stórur, og at báðir [...] uttan at fáa mótmæli. Tað er eingin meining at bjóða út, uttan at hetta er komið uppá pláss. At bjóða út og so fáa eitt mótmæli frá bretum og tað harvið einki virksemi verður, er ikki rætta mannagongdin [...] verður fyrr enn tíðliga næsta ár. -Men er ikki vandi fyri, at oljufeløgini fara at leita til onnur øki, nú tey hava bíðað í fleiri ár eftir eini avgerð? -Tann vandin er til steðar. Men eg kann siga oljufeløgunum
afturhaldsleið. Serliga sjónskt er hetta á almannaøkinum og arbeiðsmarknaðarøkinum. Brotið um almannamál er drúgt, men við tveimum undantøkum er alt, sum nevnt verður, fráboðanir um tiltøk sum vóru løgd fram [...] lovaðu at gjøgnumføra munandi hækkingar av pensiónunum - er tann privata fólkatryggingin alt íð eftir er av hesum lyftum? Tað er tó at fegnast um, at møguleiki verður at viðgera hesar og allar aðrar spurningar [...] landsstýrið so nýliga er skipað, og løgmansrøðan er tí náttúrliga blivin ein útbygging og dagføring av samgonguskjalinum og sum so tann aktuella politiska skráin hjá landsstýrinum. Tað er eisini ein frálíkur
tí aftasti maðurin hjá GÍ, sum altíð er vandamikil í deyðbóltsstøðunum, hevði sera gott pláss til at skora. So sum dysturin hevði myndað seg, var nú eingin ivi um, at GÍ fór at fáa øll trý stigini og hevnd [...] vera. Endurtøka av 1995? GÍ gav eina ávaring um, at teir framvegis eru eitt lið, sum roknast kann við, og um ikki alt ov langa tíð skal oddaliðið HB til Gøtu. Um KÍ megnar at fylgja við inntil tá og GÍ heldur [...] til eitt afturat. GÍ og Sámal fingu hol á, tá eitt gott korter var farið av dystinum. NSÍ-liðskiparin Arnfinn Langgaard, sum vanliga er millum teir frægastu í luftspælinum, skuldi stúta eitt innlegg burtur
kassan síðan farið var at savna inn. Hesin peningur er tó ikki allur tøkur, tí ein partur er brúktur til prjoektering og ein annar partur er brúktur til at gjalda fyri útgrevsturin, sum longu er gjørdur. [...] krónur í enn. ? Men hóast smeitin, so er gongd komin á arbeiði. Ætlanin er at bori- og spreingiarbeiði og stoypiarbeiði skuldi verða liðugt í ár, men nú er so langt fráliði, at vit bíða við stoypiarbeiðnum [...] spælt sjónleik, og hetta er nakað, sum tey ætla at vísa fram í sambandi við stevnuna. Tey hava gjørt eina kabarett, sum tey kallað »Hurlivas í Nólsoyargeilum«. ? Hvat innihaldi er, er ikki rættiliga greitt
til, at løgtingið lóggevur fyri hvørjum mannabarni í Føroyum frá áðrenn tað er føtt til eftir at tað er farið í grøv- ina. ?Nú, vit hava fingið tað nýggju stýrisskipanarlógna, hava vit eisini fingið pa [...] eitt langt orðaskifti gangandi um bagatellir. ?Sjálvir siga tingmenn, at lønin er ov lág til at teir kunnu skerja síni borgarligu størv fyri at taka meiri lut í tingarbeiðum. ?Teir siga, at lønin er so lág [...] tal upp á 25.000 krónur um mánaðin hevur verið nevnt? ? Eg haldi ikki at tað ljóðar so ræðandi. ? Men sjálvandi- talan er um eina stóra lønarhækking. ?Men eg haldi eisini, at tað er rættast at vísa á, at
tosaðu um, hvussu stuttligt tað er at hoyra og síggja børn flenna og hvussu stuttligt tað er at framføra klovnaleik fyri børnum, sigur Angela, ið er pedagognæmingur. Samstundis komu tær at hugsa um, at tað [...] greitt, at fleiri fólk máttu uppí, eitt nú tónleikarar. ? Vit hittu so Ólav, ið er lærari okkara, og eg spurdi hann, um tað ikki hevði verið áhugavert at farið til Filipsoyggjarnar at hjálpa børnum har [...] vøksturin er øgiligur, greiðir Ólavur frá. ? 1,2 milliónir av hesum eru gøtubørn. Harav eru 25.000 undir 10 ár og tey verða misnýtt. Eg gangi útfrá, at talan er um kynsliga misnýtslu, so tørvurin er stórur