útgerðina á skúlanum, tá tey vilja, og er hetta ein møguleiki, Maria saman við øðrum avgjørt fara at brúka í nærmastu framtíð. Gátuføra heldin Meðan Maria og hinar, sum arbeiða við ull og tekstil, komu til eitt [...] samstarv millum Føroyar og Hetland. Samstarvsavtalan hevur sum endamál at menna og styrkja mentanarliga samstarvið millum londini grundað á, at hetta hevur landanna felags áhuga. Samstarvið er eisini í góðum [...] k er. Vit upplivdu hinvegin umstøður, sum einhvør listhandverkari bara torir at droyma um, sigur Maria Mørkøre, ein av luttakararnum á hetlendsku/føroysku listhandverkætlanini Sheep/Seyður, ið var hildin
eisini vakurt prýdd við øllum tí, sum hoyrir til hesa árstíðina. Her hevur sólin ein stóran leiklut, og blómurnar og fuglarnir sum vera man eisini. Men hvat í víðu verð ger ein rakett á vakra summarhimmalinum [...] árstíðirnar. Og við ríkum íblástri úr tí heimliga umhvørvinum í Kollafirði og bygdunum har í nánd, hevur tað eydnast børnunum at siga sína hugsan um árstíðirnar. Tað er helst so sum eitt av børnunum í b [...] sindur, men kortini gera sær ómak. Talan er jú um eina framsýning, ikki sannheit! Líkt er til at várið hevur eitt serstakt pláss á hjartanum á hesum ungu kollfirðingunum. Henda myndin sum skal ímynda várið er
hesa bókina av ymiskum orsøkum. Bókin hevur verið nógv viðgjørd og lisin, og eisini hevur verið skriva nógv um hana í føroyskum bløðum. Serliga Pauli Guðjónsson hevur verið frammi við metingum av kjakinum [...] mest umtalaða bók Bókin »The Da Vinci Code« eftir Dan Brown er ein bók, ið nógv hevur verið kjakast um. Hetta kjakið hevur ikki snúð seg um bókina sum skaldskap, men um innihaldið, og serliga um samans [...] The Da Vinci Code er gjørdur av tí kenda Ron Howard, ið m.a. gjørdi A Beautiful Mind og Cinderella Man, og manningina aftanfyri hesar goðu filmar. The Da Vinci Code er ein thrillari um størstu lygnina í
Simona Hansen á liðnum, sum venjararnir á øllum landsliðnum í kappingini høvdu sett. - Sjálvandi tekur mann tað sum eitt herðaklapp, men tað eru so sjálvandi liðfelagarnir, sum eisini eiga heiðurin fyri hetta [...] heldur ikki so hørð, sum er um fleiri onnur pláss. Tí er aloftast avmarkað, hvussu nógvar lámar tú hevur á liðnum. Tosar tú um kappingina her niðri, so var kappingin helst heldur ikki so hørð hjá tykkum [...] Simona kanska til eldra ættlarliðið á føroyska liðnum. Men hóast tvey Challenge Trophy silvurmerki, so hevur hon á ongan hátt mist hugin til meira landsliðshondbólt. Serliga ikki, um ein slík kapping verður
Nú um vikuskiftið hevur Klaksvíkar Sjónleikarfelag framført barna- og familjuleikin Hvør vann í dag . Tað er Adelborg Linklett, ið seinastu 3 mánaðirnar hevur vant teir níggju leikararnar, sum eru børn [...] tað helt Eliana ikki, tí tey hava vant nógv og hon hevði lisið sera væl uppá. Tá man stendur á pallinum, kemur tað, sum man skal siga, næstan av sær sjálvum. Eg var ræðuliga nervøs, beint áðrenn eg skuldi [...] afturat, at tað hevur verið sera stuttligt spæla saman við hinum leikarunum, og at tey næstan eru vorðin sum ein stór familja. Leikararnir vóru á einum máli um, at Adelborg Linklett hevur verið ein fínur
ísettur. Eitt neyðars projekt, bæði so og so. Maria Fyri Líðini lá Maria, TG 574. Tummas við Kráir átti hana, og kallaði hana upp eftir fyrru konuni. Maria bar orð fyri at vera vakurt skip, og søga var [...] mesanin og onnur eyðkenni við skipunum. Sum størsta bygd í Suðuroynni við fólkaríkasta fjørð í oynni hevur Vágur altíð havt stóran týdning fyri Suðuroynna. Í mínari tíð sum barn, tað er í tríatiárunum, vóru [...] Óla Horn áttu. Hon var ein svørt, hvítbotnað slup. Undir seinna heimsbardaga, gekk Gracie burtur við mann og nús. Hildið verður ikki at Gracie fórst av krígsávum, men av illveðri. Í februar mánaði 1943, tá
segði hann altíð Gumman. Bara man segði hjá Gummuni, so vistu øll hvør tað var. Eg veit at tað er ein stór gleði fyri teg, hvørja ferð Óla Jákup og tey vitja teg. Tú hevur altíð verið so góð við øll og [...] 100 ár. Tað er ikki til at fata, at tú er blivin so gomul, men tað besta av øllum er, at minnið hevur tú so gott enn. Er tað nakað eg ikki minnist, so ringi eg bara til tín, og tað er altíð eitt svar [...] ella blíva illur, tað førir aldrin til nakað gott«. So satt, sum sagt. Góða Gumman, takk fyri alt tú hevur verið fyri okkum øll, eg havi so nógv gott at takka tær og Sámali fyri, at tit hava tikið tykkum so
staðfesta, at gylta tíðarskeiðið hjá VB nú er av á hesum sinni. Nakar skelkur man hetta tó ikki vera sum so, tí fráfallið hjá liðnum hevur veruliga verið massivt hetta kappingarárið. Undan kappingarbyrjan stóð [...] tap í fýra dystum við sær, vóru fleiri farin at ivast í styrkini hjá liðnum, sum annars í alt ár hevur verið roknað sum tað á pappírinum sterkasta í kvinnukappingini. Reistust í Vági Men knívurin á barkan [...] VB-málunum stóð langlimaða litaviska landsliðskvinnan fyri, og tað sigur nakað um, hvønn týdning hon hevur fyri liðið. Ellar rættari, hvussu tengt liðavrikið hjá VB er av henni. Avgreiðsluspurningur Trivaligi
udgifterne. Da der er tale om en social foranstaltning, kan man naturligvis ikke lade marmeladen gå gennem de sævanlige kanaler, men muligvis kunne man tænke sig, at fordelingen foregår gennem skolerne, således [...] Jógvan E. Ósá Fyri eini tíð síðan, tá Morgunsendingin hjá Útvarpi Føroya ein morgunin kunngjørdi, at man kundi spyrja um alt ímillum himmal og jørð, og at útvarpið so vildi royna at fáa svar upp á spurningarnar [...] --- Áðrenn eg fari víðari, skal eg nevna tað, eg havi fingið at vita um »Sólber-puré«, ið onki hevur við hettar at gera. Sagt verður, at hettar »puré« kom til Føroyar við eingilsmonnunum í 1944, og
upplivað ótrúliga nógv, og vit hava líka so nógv at greiða frá, tá vit koma aftur til Luleå. - Hetta hevur alt verið eitt ótrúligt upplivilsi. Vit hava trivist frá fyrstu løtu, siga svensku hjúnini. Vitan [...] oyggjarnar. Og har fingu tey nógv at vita. - Har sóu vit m.a. at tit hava nógvan seyð, og at fiskivinnan hevur so stóran týdning fyri tykkum. - Vit hava nú eisini sæð og upplivað, at tit hava fleiri fjøll enn [...] tey vóru sera heppin, tí vertir teirra vóru sera fyrikomandi og blíðir. - Hóast málini eru ólík, so hevur tað ikki verið nakar trupulleiki, siga svensku hjúnini. Føroysku vertirnir hava gjørt alt fyri at