teir høvdu keypt pistólirnar í einum handli í Havn, sum sostatt hevur brotið lógina. Løgreglan tók pistólirnar frá dreingjunum og hevur gjørt av at fara og tosað við seljaran. Er tað rætt, at dreginirnir [...] ólógliga sølu. Smá herverk og húsaófriður Hóast veðrið stak gott um vikuskiftið og nógv fólk hevur verið í býnum, so hevur tað verði friðarligt hóast alt. Nøkur smærri herverk eru framd á fýra ymsar bygningar [...] løgreglan kallað út í samband við húsaófrið í Havn, hetta vikuskiftið. Tað kemur ofta fyri at onkur, sum hevur fingið ov nógv av tí váta slagnum, ikki dugur at stýra sinninum og tá verður brúk fyri løgregluni
enn einum mótahandli í Havn, sigur Inger Jensen, at hon hevur kannað marknaðin, og at nógvir handlar selja eins væl í dag og í áttaiárunum. Hevur tú røttu vøruna, og dugir at fara væl um viðskiftafólkini [...] nýggjan handil. Tað er Inger Jensen, sum seinnapartin í dag letur mótahandil upp í Vágsbotni. Handilin hevur til húsa, har skógvahandilin hjá Jóan Jakku var. Hon hevði í seks ár barnahandil í SMS, men tá hon [...] valdi hon at selja handilin, fyri at vera heima hjá soninum. Nú er sonurin vorðin stórur, og mamman hevur brúk fyri at fara undir eitthvørt arbeiði. Úrslitið bleiv, at Inger Jensen seinnapartin í dag letur
hesum døgum er Magnus Heinason úti og yvirlitstrolar. Síðani 1982 hevur verið yvirlitstrolað á hvørjum vári. Seinastu fimm árini hevur Fiskirannsóknarstovan valt eisini at yvirlitstrolað um summarið. Jákup [...] Niclas Johannesen Serliga í ár hevur nøgdin av toskaynguli verið stór, men eisini yngulkanningin í fjør bar boð um góðar toskatíðir. Hesum váttar Jákup Reinert, fiskifrøðingur, ið arbeiðir fyri Fiskir [...] so er orðið niður-skurður framvegis eitt lyklaorð í sambandi við fiskiskapin undir Føroyum. Tingið hevur somuleiðis samtykt, at lækka fiskidagatalið við fimm prosentum. Jákup Reinert sigur við Sosialin,
nýggjum, sigur Rakel Helmsdal. Rakel hevur altíð verið hugtikin av ævintýrum og sjónleiki. Sum yngri var hon á háskúla, har hon spældi sjónleik og tónleik, og í nøkur ár hevur hon undirvíst í kvøldskúlanum í [...] ræður, ferføtlur og annað valafólk. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út. Edward Fuglø hevur gjørt myndirnar, sum eru sera, sera vakrar. Bókin er ætlað børnum 4-8 ár og børnini í bókaklubbanum [...] tað nøkur sum royna at bjarga frásøgulistini, áðrenn hon hvørvur fyri allar tíðir. Frásøgulistin hevur ein stóran leiklut á mínum kvøldskúlaskeiði í at skriva og spæla sjónleik, sigur Rakel Helmsdal. Í
felagsskapurin hevur staðið á odda fyri og útint øll hesi árini. ST hevur verið við til at tryggja heimsfriðin, síðani seinna heimskríggj, hóast tað ikki er nakað dulsmál, at kríggj hevur verið gerandiskostur [...] mangt verið øðrvísi. EISINI á so mongum øðrum økjum, humaniterum sum mentanarligum, hevur ST gingið undan. ST hevur verið og er framvegis heimsins samvitska. Hesin stovnur ger ongan mun millum fólk, hvar
Ferðaráðið hevur sett sær fyri, at fáa skil á tjalding í Føroyum, so trupulleikin við tjalding á ikki loyvdum støðum ikki heldur fram. Ferðaráðið hevur tí samstarvað við fleiri stovnar um, hvussu hesin [...] so tey ikki eru til ampa fyri nakran. Tá hetta áður er hent, og onkur hevur tikið sær nær, so er ikki víst, at ferðamaðurin hevur vitað betur. Nú er so bøtt um hetta. Ferðaráðið sigur, at tað er av stórum [...] Landsverkfrøðingin, Politiið, kommunurnar, økisferðavinnufeløgini, Smyril Line og tjaldplássini, hevur Ferðaráðið hugt at lógini um tjalding. Eisini er faldari gjørdur, ið vísur, hvar tjalding kann fara
Motorkraftin í Krúnborg er øgiligi. Hon hevur motor uppá 7. 500 hestar og tað gevur henni eina ferð uppá 18 míl. Ejler Jacobsen hevur fyrr sagt, at tað hevur sera stóran týdning at nótabátarnir sigla [...] verður hon uttan samanbering stásiligasta, mest nýmótans og effektivasta fiskiskip, sum nakrantíð hevur verið í føroyska flotanum. Og í stødd eru tað eisini fá, sum hava kunna lagt hana afturum, og nú á [...] upprunaliga fíggjað í Noreg. Men síðani ymisk lógfrøðilig viðurskifti fingust í rættlag í Føroyum, hevur Realurin her heima yvirtikið fíggingina. Tað verða einir 14-16 mans við nýggju Krúnborg. Eitt skip
túsundtals ungar gentur droyma um. Kvinnan hevur verið noydd til at goyma seg fyri almenninginum fyri at fáa frið, verður upplýst. Filmurin "The Beach" hevur skapt mikla øsing millum umhvørvisfólk í Thailandi [...] gamli Mel Gibson fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í filminum Mad Max fyrst í áttatiárunum, og síðani tá hevur hann sligið sítt navn fast sum ein av fremstu sjónleikarunum í heiminum við filmum so sum "Lethal [...] uttan úrslit. Jerry Hall søkir um hjúnarskilnað 42 ára gamla amerikanska fotomodellin Jerry Hall hevur nú endaliga søkt um at verða skild frá manni sínum, 55 ára gamla Mick Jagger úr Rolling Stones. Tey
flogvøll á Glyvursnesi. Tað hevur leingi verið greitt, at býráðið hevði grivið gomlu ætlanina frá seinast í áttatiárunum um flogvøll á Glyvursnesi framaftur, men higartil hevur umsitingin hjá kommununi verið [...] verið tøtt sum fløskan um akkurrát, hvat tað er, sum arbeitt verður við. Men at verulig gongd hevur verið í málinum kom fram í ljósið, herfyri, táið tað frættist, at ein donsk fyritøka, sum hevði skil [...] . Á tí fundinum vórðu ymsir møguleikar umrøddir og ymsar fortreytir kannaðir. Síðani tann fundin hevur Býráðið arbeitt miðvíst við eini ætlan um flogvøll á Glyvursnesi og nú er komið so mikið áleiðis,
sir. ? Stevið í samgonguni hevur verið gott. Eg havi góð 13 ára royndir í býráðnum og stevið í hesi samgonguni er ikki verri enn tað hevur verið í øðrum. Eitt býtt mál hevur bundið ein knút, knúturin er [...] meirilutin standa saman, nú er tað eingin sum sleppur at koyra í frígear. Ingi Mohr hevur altíð koyrt í frígear. Hann hevur sitið í 20 ár í býráðnum og sitið í minnilutanum øll árini. Men tað vistu tit av