avgerast hvør umboðar okkum. Tað er ikki Jógvan Skorheim, landsfundurin ella landsnevndin, men vit, tí vit eru eitt sjálvstøðugt felag, slær Bjørn á Heygum fast. Viðvíkjandi umstrídda fundinum sigur formaðurin [...] um eina kvettroynd, har man royndi at sleppa av við ávísar persónar í felagnum. - Persónar, ið ikki eru skrásettir sum limir og sum eingin kennir til, komu inn gjøgnum bakdyrnar. Man ynskti at fáa teir persónar [...] seg sum lim og atkvøða á fundinum, uttan nevndin góðkennir tey fyrst. Út frá teimum fortreytum mettu vit, at atkvøðugreiðslan ikki hevði gildi og kallaðu inn til nýggjan aðalfund har verandi nevnd bleiv vald
leitar heim móti kvøldi. Vit fara ein túr inn í býin at gera ørindi. Á veg heim Fram móti nátturatíð leita vit aftur út til Longubrúgv. Tað er vorðið enn kaldari, og myrkrið lúrir nú handan hornið. Jakob er [...] og kavaveður hóttir frammi í tíðini. Fólk eru ballað inn tjúkkar jakkar, húgvur og handskar, og eingin gongur úti og melur ørindaleysur ein slíkan dag. Antin eru fólk á veg heim til heitar stovur, ella hava [...] er einsamallur og heimleysur, og tað hevur hann verið í næstan 20 ár. Vit eru farnir at leita eftir føroyinginum undir Longubrúgv, sum hann verður róptur. Hann hevur fast tilhaldsstað undir kendu brúnni
ikki eru so nógv í tali. Tí kenna øll hvønn annan. Ein góðan dag eru tey sum nevnt 45 í tali, men henda dagin, vit vitjaðu á virkinum, vóru bara tær báðar og seks onnur fólk til arbeiðis. -Tá vit ikki [...] ni hitta vit fyrst Jógvan Høj, men vit vildu eisini hitta okkurt av arbeiðsfólkunum fyri at vita, hvussu teimum dámar arbeiðið á virkinum. Hóast ikki nógv arbeiði er á virkinum í dag, so eru kortini nøkur [...] nógv ljóð at hoyra, hóast vit fingu at vita, at tvær konur vóru til arbeiðis her - tær báðar Sonja og Sigrun. Vit fáa tó leiðbeiningar um, at inni í einu høllini har til vinstru, eru tær til arbeiðis. Og rætt
Stólarnir og sofurnar eru góðar at sita í. Eitt lítið borð stendur frammanfyri tær, nú tær hava fingið sær av tí sum skipið bjóðaði ferðafólkunum henda fyrsta túrin suður um fjørð. Nú fer at nærkast heimbýnum [...] teirra. Umframt hesar næmingarnar eru nógv onnur børn við henda fyrsta túrin. - Hetta er nærum ótrúligt. Hóast so nógv børn eru við, so sært tú tey næstan ikki. - Her eru fleiri spælipláss og biografar til [...] Smyril: - Hetta er eitt dreymaskip. Nú kunnu vit lætt og gott ferðast um Suðuroyarfjørð til Havnar. Inni í eini av mongum salongum situr ein ung kvinna, Petra og tosar við tvær aðrar kvinnur á sama aldri
Country-og Bluesfestivalur verður ikki einasta stóra stevnutiltak í Søvági í summar. - Vit eiga eisini Vestanstevnuna í ár, sum nú skiftir millum bygdirnar Sandavág, Miðvág og Sørvág, soleiðis at stevnan triðja [...] Sørvági. Aimé Jacobsen fegnast um øll tey mongu, sum standa aftan fyri hesi tiltøk og eru við til at gera tey møgulig. - Vit hjálpa til sum best, og okkara leiklutur er í fyrsta lagi at skapa karmarnar, sigur [...] Sørvágs Country-og Bluesfestivalur, sum er nú um vikuskiftið, er eitt afturvendandi tiltak í Sørvági, og sum borgarstjóri er Aimé Jacobsen ikki sørt errin av, at Sørvágur á hvørjum ári kann bjóða øllum
avgerðir. - Um vit skulu ganga og leggja í, hvat umhvørvisfólk í London ella New York ganga og tosa um, so koma vit skjótt í trupulleikar. Tað tosið kundi eg ikki funnið uppá at lagt í. Vit mugu sum føroyingar [...] - Hetta er eitt fulkomiliga høpisleyst kjak, sum gongur fyri seg beint nú, sigur Jacob Vestergaard sýslumaður, sum ikki vil lata seg ávirka av heita kjakinum seinastu dagarnar um dráp av springarum í Føroyum [...] til. - Eg kundi ikki droymt um ikki at umhugsað at hildið teimum til. Her hevur einki rok verið, tað eru bara fólk, sum vilja skapa órógv um grindadrápið í Føroyum, sigur Jacob Vestergaard. Leggur einki í
ætlanin gongur eisini móti rákinum sum er í løtuni, har fleiri lestrarstørv verða skapt í vinnuni. - Vit eru í eini tíð, har fleiri fyritøkur og onnur skapa lestrarstørv og onnur størv til lesandi. Hetta er [...] - Hetta er eitt løgið inntriv móti lesandi, tí tey eru í einari støðu, har tey hava brúk fyri íkasti til leigu og annað livikostnað. Og so er tað eisini sunt og gott fyri ung, at tey fáa eitt tilknýti [...] arbeiða. Sambært Maritu Rasmussen, so hevur vinnan eisini brúk fyri arbeiðskraftini hjá teimum lesandi, nú arbeiðsloysið er tað lægsta í seks ár. - Tá arbeiðsloysið er so lágt sum tað er í løtuni, hava arb
kinum á odda, er eitt víðgongt stýri. - Vit eru uppi ímóti einum fullveldislandsstýri. Hetta er eitt víðgongt stýri. - Nýggj grundlóg er sett á breddan, og vit síggja, at málið hjá loysingarflokkunum er [...] felags ríkisgrundlógina. Tað er loysing inn gjøgnum bakdyrnar. - Fleiri yvirtøkur eru í samgonguskjalinum, og fleiri eru væntandi. - Ríkisveitingin skal minka í virði. Serliga var tað Javnaðarflokkurin [...] Javnaðarflokkin fyri at stuðla einum samríkisflokki, hava fingið nakað álvarsligt at hugsa um, nú tað eru Tjóðveldi og Framsókn, sum svinga politiska taktstokkin í Føroyum.
Holm Johannesen. - Vit ætla at brúka sessin til handilssáttmálar, viðgerðartrygd og eitt konstruktivt samstarv. Vit fara at hyggja eftir, hvørjar forðingarnar í ríkisfelagsskapinum eru, og heilt ítøkiliga [...] Sambandsflokkurin hevur fingið eitt so gott val, sigur bara tað, at vit gera okkurt rætt. Tað hevur verið ein góður valdystur, og vit hava veruliga meint nakað við at fara á fólkating, sigur Kaj Leo Holm [...] ítøkiliga kunnu vit fara eftir eitt nú CPR-nummarinum.
rfrøðingarnir. - Óansæð hvat vit ynskja, so er tað Fíggjarmálaráðið, ið góðkennir sáttmálarnar hjá kommununum. Vit kunna ikki fara út og gera tað, ið vit hava hug til. Vit liva undir einum øðrvísi veruleika [...] heldur at óskil valdar á almenna arbeiðsmarknaðinum, nú fleiri fakfeløg bíða at sleppa til samráðingar. Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag eru í løtuni í stríð við Føroya Pedagogfelag, um nýggjan [...] lønarkarmurin skal vera á arbeiðsmarknaðinum. - Vit muga vita hvar man leggur støðið. Um tíggju prosent skal vera galdandi fyri tey 26 fakfeløgini, ið eru eftir, so kemur tað at kosta kommununum dýrt. Samlaði