sangi. Songskúli Mariu og Siggu, ein skúli fyri ungar sangarar, lýsir nú við, at Eivør er ein av lærarum teirra hendan komandi veturin. Tær siga við Jens Guð, at Eivør er ein av størstu sangarum í dag, hon [...] at hetta er eitt sindur løgið. Eivør er nú við á eini savnsfløgu, ið nevnist Íslendsku divurnar . Ein nýggj fløga nevnist eisini Acoustic Iceland har 20 av teim best umtóktu sangarunum í Íslandi luttaka [...] akkustiskum løgum. Har eru t.d. Bubbi, Rómeo og Júlia, Eivør við Við gengum tvø. Jens er Eivør fjeppari um ein háls, og tað kennist honum eitt sindur løgið, at íslendarar soleiðis læna føroysku Eivør til eina fløgu
Trongisvági, har TB fær vitjan av Drátti. Talan verður kanska um ein spennandi dyst, tí Dráttur kann veruliga bíta frá sær, um tær hava ein góðan dag, men TB má metast sum favorittar. [...] dystast við KÍF í Hoyvíkshøllini. Um ikki TB fær fulla úrttøku burtur úr hesum dystinum, hevði tað verið ein sensatión. Toppur og botnur Hin dysturin , sum er á skránni leygardagin, verður leiktur á Giljanesi [...] kappingini, men Dráttur verður helst mett at verða eina tonn sterkari enn ÍF. Sunnudagin verður eisini ein dystur í Vágum, og tá er tað toppur og botnur, ið hittast í Sørvági. Botnliðið SÍ hevur enn einki stig
mars fingu Maria og Erik Parada, Glyvrar, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3250 gr. 18. mars fingu Bjørg Patursson og John Zachariassen, Vestmanna, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3750 [...] Mary Klein og Jákup Petur Juul, Fuglafirði, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3750 gr. 19. mars fingu Súsanna og Guttorm Sundstein Joensen, Amager, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3810 gr [...] Hon var 52 cm long og vigaði 3500 gr. 13. mars fingu Camilla Baumann og Mike Larsen, Keypmannahavn, ein son. Hann vigaði 3825 gr og var 53 cm langur. 16. mars fingu Sóleyð Joensen og Sunberg Wang Jacobsen
samkomuni byrjað kl. 10. Men sunnudagin 28. januar kom kortini ein broyting í. Frá hesum degi varð skipanin hon, at morgunmøtið er flutt ein tíma og byrjar nú kl. 11. Hetta er kortini ikki einasta broytingin [...] - Við at flyta møtini sunnumorgun ein tíma, vónaðu vit at enn fleiri familjur við børnum fóru at koma til møtini, sigur Richard Schwartsson úr samkomuni í Ebenezer. Í rættiliga nógv ár hevur morgunmøtið [...] morgunmøtið við minnismáltíð Harrans er á skránni, verður skipað fyri barnaansing frá kl. 10:45 og ein góðan tíma fram. Á middegi byrjar so tann vanligi sunnudagsskúlin í samkomuni, har tey fyrst syngja
áskoðaran væl. Ein áskoðari segði: - Tað er fantastiskt at síggja ein sovorðnan leik, við kropsligum framførslum og innihaldi, ið fortíð og nútíð at smelta saman. Tað var ein inniligur tími. Meðan ein av kvinnuligu [...] humor, seksualitetum, kvinnuligheit, driftum, tørvum og isolatión, alt avgreitt deiliga óhátíðarliga. Ein áskoðari segði seg hava fingið gásarhold av leikinum. Eisini í Siku News vóru einans lovorð. Her skrivaði
fyritøkurnar brúka ein leiðsluhátt, sum er ávirkaður av "skiparahugburðinum". Hetta er ein kontantur leiðsluháttur, sum eisini verðuir kallaður fyri "management". Teir almennu stjórarnir nýta ein leiðsluhátt [...] stjórin samskipar og útdelegerar. - Tað er torført at siga, hvør leiðsluháttur er betri, men ein kanning vísir, at ein samanrenning av "management" og "leadership" gevur besta úrslit, sigur Petur Petersen. Filmurin
verið so hart tollaðir Føroyum, at tað hevur als ikki verið áhugavert at ogna sær ein slíkan. Teir føroyingar sum keyptu sær ein campingvogn uttanlands, tóku hann ikki heim við, tí at tollurin var so høgum [...] Fyri okkum føroyingar kann hetta blíva ein nýggjur máti at ferðast upp á, sigur Kári Hansen frá P/F Hansen á Strondum, sum fekk umboð upp á týsku Hobby campingvognarnar í fjør. Áhugin var sera stórur fyri [...] fyri vognunum, sum stóðu á Torginum í SMS í nakrar dagar. Nógv fólk høvdu ongantíð sæð inn í ein campingvogn áður, og blivu tey heilt ovfarin av at síggja, hvussu hugnaligir og væl innrættaðir teir eru
í Havn ein bil, sum ikki vildi steðga, tá førarin fekk boð um tað. Bilurin fór út av vegnum uppi á Sundsvegnum. førarin var ein 18 ára gamal drongur, sum ikki hevði koyrikort. Hann hevði lænt ein bil, sum [...] Ein trailari og ein persónbilur stoyttu saman í hálku inni á Sundi týsmorgunin. Førarin á persónbilinum varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Bilførarin hevði ilt í rygginum og hálsinum, sigur løgreglan. Gjørt
sum skulu leggjast út. ? Um ein koyrir frá Leirvík til Havnar sunnudagin, so kemur ein framvið yvir 20 blómutyssum. Hetta fær fólk at rakna við, sigur Ingi Gunnarsson, ið er ein av fyrireikarunum. ? Hetta [...] Sunnudagurin 4. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta verður eins og undanfarin ár mint á við at leggja blómur á tey støðini, har ferðslan hevur kravt mannalív. Sambært einum av fyriskiparunum [...] Hetta er okkara háttur at markera dagin uppá, og vit hava valt at gera tað uppá ein penan máta, so vit sleppa undan at stoyta nakran, sum hevur mist, leggur hann afturat. Tiltakið verður fíggjað við stuðli
sluppu út í Hest fyrrapartin og norður aftur á midnátt. - Fleiri útferðir vóru. Ein í Koltur, ein niðan á oynna og ein gongutúrur norður á Sund. Frásagnir vóru við minnisvarðan og í kirkjuni. Á skúlaloftinum [...] fyri tað. Øll kendu seg væl komnan, og umframt gestablídni var eisini góður matur og undirhald, og ein hópur av upplivingarmøguleikum. Veðrið var til vildar, og tað gjørdi eisini sítt til, at dagurin var [...] endamálið. Tað var Birgir Enni, sum stóð fyri suppuni. Um kvøldið var dansur. Felagið vísir á, at ein spennandi kapping var fyriskipað. - Tað var togtogan millum útoyggjarnar. Fugloyggin fór avstað við