bygningurin á Trapputrøðni. Alsamt meiri virksemi uttan fyri húsið Síðani Niels Mortensen kom í leiðsluna í SMS í 1997, hevur hann lagt stóran dent á at økja um virksemi – ikki einans í húsinum á Trapputrøðni [...] SMS í dag eigur níggju handlar afturat tí sum er í bygninginum á Trapputrøðni. Hesir eru: Bónus í Klaksvík, á Glyvrum, í Miðvági, í Havn og á Tvøroyri. Brotið í Runavík og tríggjar Mylnuhandlar í Havn. Niels [...] finnast at, so er tað grundað á verkætlanina og ikki persóninum aftan fyri hana, heldur Niels Mortensen fyri. Í so máta roknar roknar hann við, at Jákup á Dul Jacobsen og Bárður Nielsen (persónarnir handan
og Listasavninum at fremja føroyska list í útlandinum. Tað eru stjórarnir á Kjar-valsstøðum, Eirikur Torláksson og á savninum á Akureyri, Haraldur Ingi Haraldsson, sum hava stað-ið fyri fyrireikingunum [...] Eftir upplatingina av framsýningini skipaði býráðið fyri móttøku á Höfð, har Reagan og Gorbatjov hittust á sinni. Leivur Hansen helt fyri á hesi samkomu, at tað kanska hevði hóskandi, um føroyingar brúktu [...] framsýningina, ið verður opin til 20. desember. Frá 30. januar til 6. mars verður sama framsýningin á Listasavninum á Akureyri. Tá er eisini ætlanini at hava annað mentanarligt tilfar við úr Føroyum. Framsýningin
umfarinum. Í 1994 taptu teir 3-0 á útivølli og 4-1 á heimavølli ímóti Motherwell úr Skotlandi. Tað var Andreas F. Hansen, sum skoraði fyrsta altjóða málið fyri HB. HB endaði á næstfremsta plássinum í land [...] Batumi vann 6-0 á heimavølli og 3-0 á Svangaskarði. Í fjør varð mett, at HB átti at havt ein møguleika ímóti Apoel FC Nicosia úr Kypros, men HB stóð seg ikki væl. Í tjúkkum mjørka á Svangaskarði javnaði [...] Tað er málið hjá HB, at teir á hvørjum sumri skulu taka lut í Europa Cup kappingini. Tað er eisini málið hjá teimum, at teir á hvørjum sumri skulu taka lut í meistarakappingini. Higartil hava teir ongantíð
fyrst og fremst fatur á miðvøllinum, har Kári Nielsen og Rúni Nolsøe fingu fatur á nógvum, og so varð spælt bæði breitt og djúpt niðaneftir. Ikki minst í høgra borði, har Jákup á Borg tóktist vera væl [...] væl upplagdur. Men tað gekk tó striltið at fáa hol á. Tvær ferðir hevði Hans á Lag góðan møguleika, men fyrru ferðina rakk hann ikki innlegginum, og seinnu ferðina varð talan um forkølað skot, eftir flott [...] tóktist bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn HB skuldi fáa hol á, og seinastu tíggju minuttirnar undan steðginum avgjørdu teir dystin. Jákup á Borg egndi væl og virðiliga eftir einum frísparki stutt uttan
Jacobsen fluttur á sentralt miðvallarpláss, meðan Bárður Joensen varð settur inn á vongverjan í høgru. NSÍ hevði fitta lotið undan í 1. hálvleiki, men tað var heimaliðið, sum legði seg á odda, tá ið tíggju [...] seg á odda, var Skála væl grammari í 1. hálvleiki, og heimamenninir vunnu nærdystirnar og vóru fyrri á næstu bóltunum. Men tað eydnaðist teimum ikki at økja um leiðsluna og harvið at leggja seg á tryggari [...] leingi boðað frá hesum veruleikanum, og í gjár varð staðfest í kommunuuppgerðini á Skála, at heimaliðið, sum framvegis er á aftasta plássi, er eins væl og kanska betri fyri, enn NSÍ er tað. Hesum var tað
verið á odda. Og tó at Neistin hevði svarað aftur seinastu tíggju minuttirnar, so tóktist vandin vera av, tá Finnur Hansson hevði høgt bóltin í netið til 35-32. Neistin hevði annars strítt seg upp á 31-32 [...] mentu, og bert 90 sekundum eftir á talvuni, skuldi verið leyst og liðugt. Mistu og vunnu Men Neistin vildi tað øðrvísi. Venjarin tók time-out, og so fór liðið niðan á miðjuna at jagstra StÍF. Og mín sann [...] hesaferð. Í seinastu álopsroyndini varð Mortan Hansen spældur leysur á strikuni, og tá dómararnir metta at verjuspælari hevði togað í armin á strikuspælaranum, varð brotskast dømt. Finnur Hansson hevði stutt
EB/Streymur sum setti seg á dystin, og tá B68 framvegis vildi nógv fram eftir vøllinum, var tað lag á manni hjá kontrasterka EB/Streymi at renna B68-liðið av og skora mál næstan á samlibandi. Góðar treytir [...] var aftur á rætta staðnum í 23. minutti, men Súni Fríði Barbá, sum var klárt besti B68-spælarin í dystinum, javnaði vi ðeinum sera góðum skoti. Og so var tað, at EB/Streymur veruliga setti seg á dystin, [...] stórsigurin á B68. - Vit fingu góðar umstøður til at spæla, tí B68 royndi at spæla offensivt, og so kundu vit veruliga spæla okkara spæl ímóti teimum. Kanska skuldu teir havt lagt størri dent á verjupartin
ætlanini Í sjónvarpinum skiltist á venjaranum, Albert Ellefsen, at uppskriftin til eitt stig var at leggja dent á verjupartin, men hetta var so á ongan hátt nakað, sum sást aftur á vøllinum, tá dysturin varð [...] ikki tað stóra uppi á talvuni við tennisvøllin. HB hevði fleiri heilt stórar møguleikar, men leikararnir kappaðust um at misnýta møguleikarnar. Hol kom tó á, eftir at Eyðun Samuelsen kom á vøllin fyri Róa [...] eitt sindur um taktiska medvitið (ella mangul upp á hetta) hjá niðurflytarunum, at teir heldur ikki eftir leiðslumálið løgdu nakran serligan stóran dent á verjupartin. Heldur royndu teir framhaldandi at
komnir eftir eina stiginum. Við denti á ein væl skipaðan verjupart, royndu teir fyri tað mesta at standa rætt afturi á vøllinum, og so kanska eisini at dúva upp á onkran kontramøguleika, um hesin skuldi [...] verið ført fram, at liðið hevði beina kós ímóti næsta FM-heitinum á rað, og í so máta skuldi kósin haldast við einum sigri, nú VB kom á vitjan. Hendan ætlanin varð tó av ongum. VB sýndi frá fyrsta minutti [...] ? og hon var vandamikil fyri HB ? var at heimaliðið als ikki varð trýst at seta ferð á spælið fyri at sleppa runt á vøllinum. Tí kom stórur partur av fyrra hálvleiki at ganga fyri seg í slow-motion, og
Fótbóltur VB var á vitjan í Gøtu sunnudagin. Í sarpisgerði hava vágbingar mangan fingið óvæntað góð úrslit, og tørvurin á einum slíkum var ikki lítil, nú byrjanin hjá VB upp á kappingarárið hevur verið [...] royndu líka sum at kenna hvønn annan á tonnunum, og veruliga málmøguleikar var talan at kalla ikki um. Settu trýst á Men spakuliga settu heimamenninir seg alt meira á spælið. Einamest tí hart arbeiðandi [...] kosta á talvuni, og tó at ein ávísur kostnaður helst var íroknaður, so mundi tey í Vági neyvan roknað við, at støðan skuldi gerast somikið hættislig, sum hon nú er. Vágbingar eru næst niðastir á stigatalvuni