Miðflokkinum, at Karsten Hansen gongur runt og heldur, at hann framvegis er tjóðveldismaður, meðan Jenis av Rana er so sambandssinnaður, at hann heldur, at danska stjórnin eigur at geva [...] Mjørkadali. Men í blaðnum í dag ger Bill Justinussen greitt, at meðan Jenis av Rana er sosialistur, so er Bill Justinussen borgarligur. Hetta vísir ein flokk í dupultari tvístøðu: Teir [...] seg til Halgubók. Men í grundini er tað kanska ikki so løgið, tá ein politiskur flokkur byggir sítt grundarlag á tað, sum hann tulkar úr Bíbliuni. Tað er rættiliga trupult hjá ávísum
hetta er svínarí er eyðsæð. Men tað er beinleiðis niðurgerandi tá núverandi og fyrrverandi landsstýrisfólk alment kjast um, hvørt hesin ella hin hevur skuldina fyri, at skipanin ikki er tikin [...] eina risastóra sparing fyri landskassan. Tí tann skipanin, sum er galdandi – sum er kopierað eftir danskari pamparaskipan – er so gullrandað, at hon svarar til eitt eftirlønargjald upp [...] ískoytum, sum eru nógv størri, enn lønirnar hjá arbeiðsfólki. Tað endaði við, at Rigmor Dam legði uppskot fyri tingið um at taka av skattafríu ágóðarnar hjá landsstýrisfólki. Løgtingið helt ikki
nevdin í Eik Banka gjørdi við stjórarnar, sum fóru til hús við lyfti um 30 feitar mánaðarlønir í part – ella tilsamans um 12 milliónir krónur. Tað er einki minni enn ein sjálvfylgja, at nýggja [...] til partabrøv, so hevði tað kanska givið meining. Men halda teir seg hava rætt til pengarnar, so er tað prógv um tað himmalrópandi ábyrgdarloysið, í ovastu leiðsluni, sum koyrdi Eik Banka [...] ábyrgdaleysari leiðslu varð rikin so í óføri, at fleiri milliardavirði fóru fyri skeytið. Tað er ein veruleiki, at stjórarnir báðir hava fingið oman fyri 40 milliónir krónur í løn árini frá
ar frustratiónir. Jú, tað er eitt eymt mál at skula nokta føroyingum at eta grind, treyðugt so. Men løgið er tað, at so lítil virðing er kring kanningarnar hjá Páli Weihe, sum hava vakt [...] sum helst er tann persónurin í verðini, sum veit mest um evnið, og landslæknin við danska heilsustýrinum í rygginum beinleiðis siga, at grindin er so skaðilig, at hon ikki er mannaføði [...] løgið er tað, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur so diamentralt øvuta fatan. Pál Weihe vísir á, at tað er ov seint at koma um 10 ella 20 ár og vísa á tann sama vandan, sum hann longu er komin
tjóðarbúskapur er ikki húsarhaldsbúskapur, og at tað er grundleggjandi skeivt, tá politikarar blanda hetta saman. Hann vísir á, at í einum tjóðarbúskapi er alneyðugt, at hallið stundum er stórt fyri [...] við sær skuld er ikki ein trupulleiki, og at tað í løtini er neyðugt. Tað tykir, at mangan verður arbeitt fram eftir fummum. Danir plaga at siga, at målet helliger midlet, og tað er júst tað, sum [...] mala skjótt og seta meira almenna ferð á, tá samfelagshjólini mala seinni. Tað er ørkymlandi, at visiónsloysið er so stórt í nógvum av teimum fráboðaðu sparitiltøkunum hjá landsstýrinum
Tað varð als einki nevnt um handlarnar, hvar teir skulu vera, hvussu vit økja talið av handlum og vinnuvirkjum í miðbýnum, tí tað er eyðsæð, at tað er handilslívið – saman við mentana [...] fólk at koma oman í miðbýin. Krumptappurin er sjálvandi fólkið, sum býr í miðbýnum. Men fæst virksemið ikki at blóma, so býður miðbýnum ikki bøtur. Tað er eisini sera hugaligt at síggja, hvussu virksemi [...] Tað er alla æru vert, at ein vinnulívsmaður – við góðum estetiskum sansi – av sínum eintingum tekur eitt slíkt mál upp til viðgerðar og formar eitt slíkt uppskot – fíggjað úr egnum lumma
sum um hetta er leiðin, sum politikarar vilja ganga. Summir tykjast hella til fiskifrøðingarnar, men tá til stykkis kemur, so er tað leiðin hjá fiskimanninum, sum vinnur. Tað er væl skilligt [...] sama leisti er helst, at her er talan um eina næstan hálvtannaðhundrað ára gamla vinnu. Um fiskivinnan var íkomin í okkara tíð, so hevði hon uttan iva verið skipað øðrvísi. Men tað er ikki gott [...] skerjast, tí einhvør er sær sjálvum næstur. Men tað sigur seg sjálvt, at tá vit troyta stovnarnar so hart, sum vit hava gjørt við toskastovnin, so merkist tað. Tað idéella er sjálvandi, at vit skulu
ketan av. Er tað ikki júst tað, sum Fólkaflokkurin er trygdin fyri? Er tað ikki Fólkaflokkurin, sum er trygdin fyri, at vit ikki hava ein fiskivinnupolitikk, sum byggir á marknaðarkreftirnar? Er tað ikki [...] komið so vítt. Hetta er eitt mál, sum flokkurin átti at loyst innanhýsis. Júvíst eru summi fólk ómøguligari enn onnur. Tað er eisini sjón fyri søgn í Javnaðarflokkinum. Men hetta er eisini politikkur [...] gordiska knútin. Loysnin er sambært flokkinum, at øll tingfólk eiga at møta til ásettar fundir, og hesa treyt hevur Gerhard Lognberg lovað at gingið undir. Hetta er dømi um eitt mál, sum als
privatu miðlarnir liva av. Hetta er dundrandi órættvíst. Men tað er ikki Kringvarpið, sum hevur skuldina av hesum. Tað er politiska atgerðarloysið, sum er orsøkin. Av tí at politikararnir [...] ntøkum. At hetta er ein skrúva uttan enda sæst á sendiflatuni hjá Kringvarpinum, sum nú er gjøgnumseyrað við kommersiellum áhugamálum. Kringvarpið prostituerar seg fyri handi [...] halda hetta vera í ordan. Men tað er tað ikki. Eitt er, at Kringvarpið og politiska skipanin á henda hátt undirgrava trúvirðið hjá Kringvarpi Føroya. Annað er, at tey somuleiðis taka inntøkur
okkara. At vit eru ósamd er ikki ein ódygd í sjálvum sær. Tí hevði eingin slóðað fyri, so hevði móðurmálið hjá okkum langt síðani verið farið fyri bakka. At málið er varðveitt, og skriftmálið [...] endurskapt, er eitt bragd, sum slóðarar hava staðið fyri, og sum vit eiga at vera stolt av sum fólk og tjóð og takksom fyri. Men stríðið um stavraðið kann tykjast eitt sindur neyðarsligt. Ilt er at síggja [...] »fremmandu stavirnar«, sum kortini ikki eru okkum so fremmandir, við í stavraðnum. Tí hóast teir ikki verða nýttir í føroyska skriftmálinum, so verða teir nýttir nógv í Føroyum. Er tað eitt politiskt