Felagið hevur vunnið fleiri FM meistaraheiti við bæði Knørri, men serliga við Jarnbardi. Øll árini, hevur felagið hildið til við Lágukai, í grótneystinum, í krókinum við Waldemar Lützen, á Skálatrøð. Ikki kann [...] fyri allar aldursbólkar. Teir eru nógv eftirspurdir og hava tí langan bíðilista. Høllin verður prýdd við ljósperum í øllum litum, borð og stólar verða sett upp og okkurt verður til keyps fyri tosta. Rammurnar [...] seksmannafar, sum Hanus Jensen bygdi, og varð hann nevndur Jarnbardur. Síðani eru báðir bátarnir útskiftir við nýggjar, sum Sámal Hansen hevur bygt. Fyrst Knørrur í 2001 og so Jarnbardur í ár. Gamli Knørrur eitur
Karin gift við Peder Haahr, Sigga gift við David Johannesen og Julianna gift við Olivur Thomsen. Hannemia eigur 8 ommubørn og 3 langommubørn. Barnaheimið hjá Hannemiu og Petur Jakku er við Kirkjar í Miðvági [...] Anna, giftist við Sverra Trónd Hansen í Tórshavn. So komu tvíburðarnir Petur Jacob og Hannemia. Torgerð giftist til Klaksvíkar við Óla Joensen, sála, vanliga róptur Óli bóndi. Ketty giftist við Jákup Olsen [...] sína tíð búð í Miðvági, har hann mest hevur fingist við at reka handil, inntil nakað eftir Ólavsøku í ár. Honum hevur altíð dámt væl at fingist við vøkstur í urtagarðinum og uppi í Høgagerði. Hann hevur
Sosialinum. Og summarið 1972, tá teir vóru lidnir við realskúlan, vórðu teir settir í starv á Sosialinum sum blaðmenn, men við teirri treyt, at teir hildu fram við at falsa. - Tá í tíðini vóru bløðini bara 6-8 [...] hásætinum. - Eg dugdi at herma eitt sindur, og var so við í einstøkum skemtisendingum. Vit plagdu at vera úti við V4, tá Oskar Hermansson og Olivur Næss vóru vælmaktini, greiðir Johnsigurd frá. Men undirhaldið [...] fólki. - Journalistikkur er ein lívsstílur. Tá eg komi heim, so fái eg ikki latið vera við at tendra útvarpið ella við at hyggja eftir eini tíðindasending. Eg eri ein tíðindanarkomanur. Um eg segði annað
30. oktober John við Neyst, Hvalba, 74 ár Poul í Skorini, ættaður av Eiði búsitandi í Havn, 85 ár 31. oktober Rakul Rasmussen av Strondum, 83 ár Gunnvá Skårup, fødd í Havn, 69 ár 2. november Børge Henriksen
verkini hjá Olivuri við Neyst eru í hesum døgum at síggja í Galerie Focus í Grím Kambansgøtu í Havn. Allir málningarnir eru málaðir í hesum árinum. Ikki óvæntað fyri Olivur við Neyst eru tað teir sterku [...] ina. ? Mær hevur altíð dámað væl sterkar litir, og nógv litspæl er í mínum málningum, sigur Olivur við Neyst, hvørs málningar eru sera koloristiskir. Listamaðurin sigur, at hann er ógvuliga ávirkaður av [...] enda komið, sigur Olivur. Hann ger nógvar illustratiónir til bøkur, og tað hjálpir væl til. Olivur hevur sýnt nógv fram seinastu tíðina. Seinast var hann í Finnlandi og sýndi fram saman við Hansinu Iversen
16 til 18. Olivur við Neyst, sum verður 50 ár í desember í ár. Sum listamaður fer hann út í náttúruni, skitsar og ger sínar fínu akvarellir, fer so heim og festir tær á lørift. Vit kenna Olivur aftur í tí [...] Fríggjadagin 7. november kl. 16 til 18 letur Olivur við Neyst upp listaframsýning í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Tema fyri hesi framsýning er landslagið, bátabrúgvin, fólk, arbeiði og umhvørvið [...] er fríggjadag kl. 16 til 18. Skráin hjá Galerie Focus komandi árið: 2003 7. - 21. november: Olivur við Neyst 5. - 19. desember: ymisk listafólk 2004 6. - 20. februar: Heðin Kambsdal 27. febr. - 12. mars:
uftan fyri hjá mær. Teir vildu gera av við meg við tyrlu. Bispurin segði í sjónvarpinum, at eg hevði bara 15 minuttir eftir at liva. Og Sofus Joensen lækni segði við meg: er tað ikki betri, at tú blívur [...] nøgdur við, og onkrir aðrir toluligir, miðalgóðir. Tú ert uttan fyri elituna í føroyskari list, verður næstan aldri boðin við á framsýningar uttanlands. Hvussu kennist tað? ? Tað er í lagi við tí tí, eg [...] viljað verið við, tað er sovorðið við tí. Í september fara nakrir avstað. Eg havi ikki fingið boð. Eg føli meg uttanfyri, eg havi onki tilknýti til aðrar listamenn. Eg eri einsamallur við míni list. Nógvan
kappingarlok stóð í øllum førum einki serligt til, men tríggir sigrar á rað høvdu tó koppað øllum á, og við einum 1-1 javnleiki á Tvøroyri í fyrra dystinum sum barlast, mundu vónirnar vera heilt góðar, nú seinasta [...] Klassamunur Og lat tað verða sagt beinanvegin, at Skála ikki hevði nakrar sum helst trupulleikar við at halda fast um sessin, tá alt kom til alt. Fyrstu løtuna leikaði kanska nóg so javnt á, men tað var [...] eftir góðum korteri fingu lagt seg á odda. Men fyri TB mundi mátin, sum hetti hendi uppá, koma illa við. Jonhard Frederiksberg elti afturlegging til TB-málverjan, og tó hesin skuldi sparka burtur, traff
Rasmus (í Sjóvinnubankanum), sum var giftur við Juttu á Lava, tey búðu í Havn; Símun búði í Svínoy, hann var giftur við Berlinu Jacobsen av Skála; John var giftur við Berthu, tey búðu í Svínoy; Marin Katrina [...] Hann var elsti sonur Anniku úr Yvirstovu og Olivur, bónda Uppi í Húsi í Svínoy. Pápin doyði longu í 1924, tá Jutt var 8 ára gamal, og mamman Annika sat so við festinum, til Jutt kundi festa. Seinni fekk [...] var Karl, sum doyði í 1972, 52 ár gamal. Hann var giftur við Thurid Lindahl úr Kunoy. Hann var lærari í Svínoy í 23 ár. Jutt giftist í 1963 við Petru. Stutt var ímillum hjúnini - Petra, sum varð fødd 4
d. 1 mei í ár, giftur við Betti, og Karl, sum doyði í 1972, giftur við Thurid. Systkini hjá Petru vóru Rasmus í Sjóvinnubankanum, Símun, John, Marin Katrina, Els-Malena, gift við Rósing Rasmussen. [...] Hann var elsti sonur Anniku úr Yvirstovu og Olivur, bónda Uppi í Húsi. Pápin doyði longu í 1924, so mamman sat við festinum Uppi í Húsi, til Jutt kundi festa tað. Seinni fekk hann eisini Yvirstovufestið [...] doyði í 1957 og sum var ógiftur. Í dag hevur bróðursonurin Regin bæði festini. Í 1963 giftist hann við Petru, dóttir Mikkjal Olsen, Úti á Bø, og Malenu, dóttir Miðlinga-Símun úr Gulakstovu úr Svínoy. Stutt