so eru umberingarnar ofta sjáldan ítøkiligar. Teir vilja helst ikki tosa um tað og vilja helst, at eingin leggur merki til tað. Og spyrja vit ítøkiliga, hví eitt tingfólk skal sleppa heim við fullari pensjón [...] løgtingsformaður ella løgmaður. Eitt svar er, at tað er so ringt at fáa semju millum øll tingfólk um at gera broytingarnar. Eitt annað svar er, at tað so trupult at broyta lógina, sum fullveldislandsstýrið [...] broyta lógina um fólkapensjón – sum er galdandi fyri allar føroyingar uttan politikararnar – tá var tað einki problem, at tey ikki vóru samd. 17 tingfólk atkvøddu fyri, 10 atkvøddu ímóti, og 6 vóru ikki
afturfyri. Tað gekk ikki serliga væl við tí á tí fyrsta túrinum, sum var ein grønlandstúrur, ið vardi 19 dagar. - Tað var meira ella minni stormur, men eg fór í holt við at gera pannukøkur, og tað bleiv eitt [...] so hon eisini kundi fáa tíð at savna dátur. - Tað var ræðuliga hart. Eg spýði, so skjótt eg kom av vakt, og tað var av møði og ikki av sjóverki. - Men tað gav mær nógvar royndir og vitan um arbeiðsumstøðurnar [...] nógv tosað um, at tað skuldi vera ósunt at arbeiða langar dagar og í skiftivaktum. Tað helt eg mátti vera nakað fjas, tí eg var von við slíkt arbeiði bæði við Norrønu og á flakavirki, og tað dámdi mær væl
hittast í landskappingini í ár. Fyrsti dysturin var 14. mai í Gundadali. KÍ vann 1-0, og málskjútti í 71. minutti var Páll A. Klettskarð. Dysturin var merkisverdur á tann hátt, at 49 ára gamli málmansvenjarin [...] vikur var í landsliðshópinum. 19 ára gomlu Ejvind R. Mouritsen og Samuel Johansen Chukwudi eru framvegis skaddir. Hjá KÍ er skaðalistin væl longri, enn hann er í HB. Í fyrra dystinum í Havn var neyðugt [...] Turi, vardi KÍ málið, tí Markus Olsen Pettersen, sum inntil tá hevði vart KÍ málið, var skaddur. Annar dysturin var í Klaksvík 2. juli, og tá vann KÍ í síðsta dystinum undan summarsteðginum 2-0. Málskjúttar
Honnu Jensen sigur seg vera ikki sørt bilsnan. – Tað kann fyri so vítt gera tað sama, hvat eg haldi, tí hon eigur tingsessin, og tað er hon, sum bestemmar tað, sigur hann. Hann dylur tó ikki fyri, at hetta [...] boðini á tingbólka fundi mánadagin. Tann 20. august fekk eg at vita, at skuldi røkja tingsessin í longri tíð. Um ikki alt valskeiðið, so í eitt ár ella tvey, sigur Árni M. Dam, sum ikki hevði roknað við
fjør. Hetta er fyrsti dysturin Petur byrjar inni fyri El Paso. Farna vikuskiftið var hann skiftur inn, tá El Paso leikti javnleik 0-0 móti Orange County. Tað var fyrsti dysturin hjá Peturi fyri El Paso. El [...] ini móti Las Vegas Lights. Petur Knudsen byrjaði á fyrsta sinni inni fyri El Paso, og hann var á vøllinum í 62 minuttir áðrenn hann var skiftur út. El Paso vann dystin 1-0. Sigursmálið skoraði Miles Lyons [...] El Paso er nummar sjey í deildini við 39 stigum. Tað ræður um hjá Peturi og liðfeløgunum at enda millum átta tey ovastu liðini í Western Conference í næstbestu deildini. Átta tey fremstu liðini fara víðari
krónur í endurgjaldi umframt rentur fyri at hava sitið varðhaldsfongslaður longri enn endaligi dómurin, hann fekk í rættinum. Tað skrivar danska blaðið B. T. Tann 28 ára gamli fyrrverandi realityluttakari [...] eina eina kvinnu á sumri í 2021. Dómaurin var tvey og eitt hálvt ára fongsul. Harumframt skuldi hann rinda kvinnuni endurgjald. Teitur Skoubo kærdi dómin, og hann var fyri einum góðum ári síðani fríkendur [...] Eystari Landsrættur dømdi hann tí ein treytaðan dóm upp á tríggjar mánaðir, tá dómarin segði, at tað var prógvað, at kvinnan ikki hevði givið nóg nógv samtykki til tey sløg, sum hon fekk frá honum undir
Hann byggir hesa meting á, hvussu nógv grannaløg í býnum púrasta eru burtur. Tað var sunnudagin, at illveðrið rakti Libya, og tað vóru serliga býirnir, Benghazi, Sousse, Al Bayda, Al-Marj og Derna, sum vórðu [...] eru komin inn í býin, lýsa ræðuleikarnar, tey hava verið vitni til. - Her liggja lík allastaðni - inni í húsunum, í gøtunum og á sjónum. Líkamikið, hvar tú vendir tær, sært tú deyðar menn, kvinnur og børn
fór fram á sjónum. Tað var eitt nakað av aldu, og gjørdi tað svimjingina eitt sindur avbjóðandi. Eftir at hava svomið 350 m á sjónum, skuldu luttakarnir súkkla tveir umgangir á 5 km. Tað vóru nógv sving á [...] slíkar kappingar í Føroyum, so tað er ringt at fáa royndir í hesum kappingarforminum. Tað er bara eitt lítið ár síðan eg á fyrsta sinni luttók í einari draft kapping, tað var á einum túri á Malta, sum SST [...] rúgvu hvørjaferð eg kappist.” Bergtór gleðist um tað sum riggaði hjá sær og væl skipaðu tiltøkini í Danmark “Hetta var ein væl skipað kapping. Tað var týðiligt, at fyriskipararnir hava gjørt nógv burturúr”
so hevur tað einki við verandi pensjónistar at gera. Um øll livdu sum tey, so var eingin haldføristrupulleiki. Men tíðirnar eru broyttar, og tað kunnu vit í nógvar mátar fegnast um, men tað krevur at [...] tíð, tá vanligt var at fara til arbeiðis, tá tú vart 14 ár. Tey hava sostatt verið á arbeiðsmarknaðinum í meira enn hálva øld, áðrenn tey blivu pensjónistar. Tað sigur seg sjálvt, at tað eru ikki hesi, [...] tey fingu fyrr. Tað ger eisini sítt til, at færri fara at vera á arbeiðsmarknaðinum, tá núverandi arbeiðarar, einaferð í framtíðini blíva pensjónistar. Og so liva fólk eisini longri. Tað vil siga, at framtíðar
formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag heldur fram: - Tað tykist ikki at koma teimum til hugs - ella so hava tey bara ongar skruplur um tað yvirhøvur - at alt, hetta tey lova í eyst og vest, má fíggjast [...] - Men, her var ikki ein einasti spurningur um, hví fólk kanska síggja seg noydd - heldur enn eggjað - at fara av landinum at vinna sær til lívsins uppihald. Annfinnur Garðalíð vísir á, at tað er væl kent [...] átturin verður meira og meira lýstur sum tað stóra trøllið, sum má og skal niður við nakkanum. Men, hví sjómannafrádrátturin kom, hvat endamálið við honum var, og hvørja funktión hann hevur, hoyrist lítið