rættinum. – Hann tekur so ein brævbjálva fram og sigur á enskum: »Les hetta«. Eg lati brævbjálvan upp og lesi brævið, greiddi Coloplast-eigarin frá. Í brævinum var eitt krav um 2,5 milliónir krónur, sum [...] segði hann »have a nice evening«, og so fór hann. Síðan sita vit og summa okkum og avráða, hvat vit nú skulu gera. Vit vistu ikki, um fleiri fólk vóru við til hetta, ella um hann stóð uttanfyri og bíðaði. Men [...] einki siga um sín leiklut í heimaráninum. Tískil fekk rætturin onga frágreiðing uppá, hví tær 2,5 milliónir krónurnar vóru fluttar á hansara konto, og hví brævið, sum Coloplasteigarin varð biðin um at lesa
føroyska flagginum er ung, og júst tí kann tað verða torført at ímynda sær, at so dramatiskar hendingar veruliga fóru fram so stutt síðani. Men Flaggsøgan Merkið, megnar á hugtakandi og livandi hátt at lýsa [...] og viðkomandi søga um stríðið fyri viðurkenning av føroyska flagginum ein bók í føroysku sjálvræðisbíbliuni, sum ritjórin Jógvan Arge tók til herfyri. Tag den klud bort! Søgan um viðurkenningina av føroyska [...] útgávan dagførd við teimum upplýsingum, sum komu fram í kanningararbeiðinum hjá Niels Juul Arge av bretskum arkivum í sambamdi við bøkurnar, hann skrivaði um stríðsárini. Sosatt síggja vit nú eisini part
hjá andstøðuni, serstakliga hjá Sambandsflokkinum, eru ein klár ábending um, at veljarin er troyttur av sitandi samgongu. Um hetta so samstundis stavar frá nøgdsemi veljarans við politikkin hjá andstøðuni [...] púra klárt og trúverdugt politiskt alternativ til samgonguna, um henda positiva gongdin skal halda fram. Einstøk mál eru góð at leggja fram, men neyðugt er at leggja fyri almenningin ein ítøkiligan politikk [...] valdið fyri at hava valdið. Men myndin fevnir eisini um eina andstøðu, ið alt meira vinnur veljarans álti, men sum tó má liggja nógva meira á takinum, um hetta álit skal kunna varðveitast. Sosialurin
dómararnir so velja fimm tónleikarar út til rockbólkin. Tær restandi átta sendingarnar í røðini fara at snúgva seg um, hvussu hesir fimm tónleikararnir klatra upp eftir stjørnustiganum og, um undirtøkan [...] umfari slapp Róin við skinninum á nøsini, men í endaligu útveljingini varð ein annar sangari tikin fram um, hóast Róin fekk nógv rósandi orð við á vegnum. Róin væl nøgdur Róin Siggertson segði við Sosialin [...] sum kom burturúr. Týskvøldið sást so, at hann ikki gjørdist partur av útvalda rockbólkinum, men við at luttaka hevur hann fingið víst sínar tónlistarligu dygdir fram á skíggjanum, og tað kann opna nógvar
tilvitaður um lívsstílin og eri noyddur at hugsa um matin, svøvn og ikki vera ov ofta í býnum, greiðir Cecil Weihe frá og heldur fram: - Hvat mati viðvíkur, so eti eg vanligan mat, men eg hugsi um, hvat tað [...] , aðrar dagar renni eg 20 kilometrar, og so taki eg onkran langan túr á umleið 35 kilometrar. So upp á eina viku fái eg heilt fitt av kilometrum í beinini, um eg vil, sigur Cecil Weihe, sum ikki letur [...] fer við nógvari tíð, og at tað skal planlegging til, um venjing, arbeiðið og familjulív skal hanga saman. - At renna so nógvar tímar um vikuna krevur, at tín maki og familja góðtaka tað. Hjá okkum hevur
teir bera rangan vitnisburð um eitt í Føroyum skrásett seriøst arbeiðandi virki. So V&B og Kaj Mortensen hava ikki bara misbrúkt, men eisini ógrundað og illvilja sáað iva um Álv, soleiðis sum dólgar ið [...] í Kina sum bjóðar seg fram at byggja fyri V&B, 23 mill. bíligari enn í Norra og 46 mill. undir tilboðnum úr Føroyum, er góðkent í tráð við altjóða standard. *At Kina, bæði so og so, arbeiðir á sera høgum [...] mun til hini tilboðini er so grefligur, at tað verður ómøguligt hjá landsstýrismanninum at finna fram til nakað fyrilit hann kann verja, tekur hann ikki av tilboðnum av Argjum. So, Jørgen Niclasen, send ein
av føroysku myndlistini, dugir so væl sum Janus Kamban at greiða frá um Steffan Danielsen og sína egnu list, um føroyska listaumhvørvið niðri og so framvegis. Tað er so ómetaliga nógv við listamanninum [...] hugtikin av henda dagin, eg var og vitjaði Janus Kamban. At ein maður, sum er so væl við aldur, skal fylgja so væl við tí, sum fer fram í samfelagnum, er frálíkt og gevur ikki sørt hugasamband við rómverska gudin [...] í føroyskari myndlist. Hvat skal mann í grundini spyrja eina livandi legendu um? Høvið var ein bókaútgáva hjá Emil Thomsen um Steffan Danielsen, sum yvirritaða skrivar tekst til, og tað var sostatt Nól
snýr seg um at týða dulskrift og um at brúka skynsemi og skilvísi til at gera hetta. Eitt annað dømi um týðing, sum er í frægara lagi, er “Tá ið Ushershús fall”, ein onnur av Poes meginsøgum. Um eitt grannsíggið [...] gjølla, so kundi eitt úrslit spurst burturúr, sum ikki bara var valaverk, men eisini dømi um modernaða Poe-týðing. Tað er tí, so øvugt tað kann ljóða, ein fyrimunur, at henda bókin bara fatar um eitt avmarkað [...] hart og møtimikið arbeiði. Og mín kensla er, at um Agnar gjørdi sær ómak, kýtti seg væl og leingi fyri at fáa hvørja umseting so lýtaleysa sum gjørligt, og um hann læt í minsta lagi tveir nærlagdar ráðgevarar
Adolf Hitler var borin í heim í 1889, er millum annað eitt stríð í fleiri ár um, um hvussu bygningurin skal kunna tilpassast, so rørslutarnað lættliga skulu kunna flyta seg í honum. Men størsta orsøkin er [...] iga og løgfrøðiliga arbeiðið í sambandi við tvangskeypið er liðugt, og fram til tað skulu myndugleikarnir so taka eina avgerð um, hvussu húsið skal brúkast í framtíðini, eftir at myndugleikarnir hava yvirtikið [...] bygningin, hevur leigað eysturríkska innanríkisráðnum hann, men seinnu árini hevur húsið ikki verið so væl egnað sum leigumál, samstundis sum innanríkisráðið framvegis hevur rindað góðar 37.000 krónur í
norðoyastevnu vann Erla Kongsdóttir. Tá var sigurin ikki heilt so trivaligur, sum hann ofta hevur verið undanfarnu árini. Spurningurin var so, um tað fór at eydnast øðrum bátum at bjóða av og harvið at fáa [...] leyst millum bátarnar. Men so glapp hjá Erlu Kongsdóttir og fram við havnarlagnum í Runavík róðu kvinnurnr úr Fuglafirði rættan uppvísinginsróður. Tá ið Erla Kongsdóttir fór um málið vóru tað fimm bátslongdir [...] vinnarin av øllum ídag. Báðir bátarnir úr Hósvík – Heykur og Falkur – bjóðaðu Bliki av í kappingini um næstfremsta plássið, men tað eydnaðist Bliki at varðveita næstfremsta plássið. 1 Erla Kongsdóttir 2