Hjá vanligum amerikanarum er, um vit hyggja eitt hálvt ár fram, tann mest umvarðandi hendingin helst dagurin í november, tá ið dysturin millum Barack Obama og John McCain verður endaliga avgjørdur. Tá verður samstundis gjørt av, um USA aftur skal gerast eitt demokrati, ella tað skal halda fram Bush-vegin niður í totalitera hálku, búskaparligt kyksendi og tortur framdan, opinlýst og skammleyst, móti ósekum borgarum.
Fyri teimum, í USA sum aðrastaðni, sum hava áhuga fyri skaldskapi, glógvar kortini ein annar dagur, tann 19. januar 2009, við bjartari ljósi. Tí henda dagin kunnu bæði USA og heimurin hátíðarhalda 200 ára minnið um yrkjaran og rithøvundin Edgar Allan Poe.
Poe, hvørs skrivingarlag er eitt frálíkt dømi um tað stíleyðkenni, sum anglosaksar rópa Gothic, var í mongum lutum bókmentaligur slóðbrótari. Hann skapti, kanska ávirkaður av E.T.A. Hoffman, ta sálarfrøðiligu tvískinningssøguna, og hansara William Wilson setti ferð á eina nøgd av slíkum tekstum, har tann mest kendi er søgan Dr Jekyll og Mr Hyde eftir R.L. Stevenson. Hann skrivaði nakrar vísindaskaldsligar tekstir og fekk sum eftirmann Jules Verne, umframt eina ørgrynni av høvundum í 20. øld. Hann skapti uppdagarasøguna, og úr hansara C. Auguste Dupin sprettu óteljandi avpartaðir og samstundis gløggir detektivar, frá Sherlock Holmes til Hercule Poirot og kommisserin Bärlach.
Tann helst fremsti arvingurin eftir Poe er H.P. Lovecraft, hvørs tunga og dapra ljóðfall og stílkynstur eru lík teimum hjá Poe, og hvørs monumentalt glógvandi Spengler-ávirkaða allegori, At the Mountains of Madness, verður mett at hava ein vissan skyldskap, sum eitt slag av parallel-teksti, við Poe-skaldsøguna The Narrative of Arthur Gordon Pym.
Yrkjarin Poe verður av mongum hildin at vera ein av fedrunum at tí lýrisku modernismuni. Charles Baudelaire uppdagaði Poe og umsetti hann til franskt, og seinni bleiv hann fyridømi, næstan gudur, hjá yrkjarum sum Mallarmé og Valéry. Søgan um hesa ávirkan er long og fløkt. Í sínum gitna essay “From Poe to Valéry” vísir T.S. Eliot m.a á tað hugtakið, sum í Fraklandi verður rópt poésie pure, og á tað ástøði, sum Poe førdi fram í einum gitnum essay, at yrkingin er skapt, ikki sprottin úr spontanari ella guddómligari andkomu, men sum frukt av eini sera medvitnari, rationellari tilgongd.
Hóast tann føroyski áhugin fyri Poe av natúrligum grundum kom seint, so kann staðfestast, at hann hevur ikki verið eingin. Janus umsetti yrkingina “The Raven” í 1930, og seinni komu týðingar av stuttsøgum eftir Poe so pø á pø í eitt nú Glugganum og Brá. Men ikki fyrr enn í ár er tann fyrsta bókin við prosatekstum eftir Edgar Allan Poe útkomin á okkara máli. Bókin hevur heitið Smettihjartað og aðrar søgur. Í hesi bók eru 11 stuttsøgur, teirra millum nakrir av teimum mætastu prosatekstunum eftir tann flogvituga og ólukkuliga súlukongin úr Boston. Týðing og úrval eru eftir Agnar Artúvertin.
Teir lesarar, sum eru kunnugir við tað frálíka tíðarritið Vencil, kenna eisini henda unga føroyska høvundin. Um ið hvussu er eina av hansara stuttsøgum havi eg hug at siga, at her kemur til sjóndar eitt stílkynstur av einum serligum turrum, speiskum, samanriknum og sera neyvum slag, sum kundi boðað frá, at vit her síggja spíran til ein komandi veruligan rithøvund.
Hetta hevur við sær, at undirritaði, sum hevur fingið tann setning at ummæla Smettihjartað, eri komin í eina trupla støðu. Ikki yvir at dylja, ein fegnast um prosatekstir eftir Agnar Artúvertin, og ein kann ikki annað enn hávirða ein ungling, sum uttan at blunka herjar á, har garðurin er hægstur. Tí tann orðaríki og stílkynstrugi Poe er av tortýddastu høvundum. Eg hevði so fegin viljað róst bæði rithøvundinum og týðaranum Artúvertin. Eg geri fegin tað fyrra, men kann, um eg skal vera erligur, ikki gera tað seinna. Her skal vera roynt, við próvgrundan, at siga frá, hví hetta er so.
Eingin av tekstunum í hesum Poe-savni er eftir mínum tykki nóg væl umsettur, men, gaman í, nakrir eru munandi betur frágingnir enn aðrir. Eitt dømi er tann langa stuttsøgan “Gullklukkan”, sum bæði snýr seg um at týða dulskrift og um at brúka skynsemi og skilvísi til at gera hetta. Eitt annað dømi um týðing, sum er í frægara lagi, er “Tá ið Ushershús fall”, ein onnur av Poes meginsøgum. Um eitt grannsíggið eyga fór um hesar týðingar, rættaði og snøggaði tað føroyska, og rættaði vissar skeivleikar í sjálvari týðingini úr enskum, kundi eitt hampuligt úrslit spurst burturúr.
Nógv verri stendur til, um vit hyggja at umsetingum sum “Ligeia” ella “Niður í meldurstreymin”. Tá ið hesar atfinningar verða bornar fram, verður hugsað bæði um bending, kyn, málburð, samheitir og vanliga málkenslu. Tú kanst ikki á føroyskum siga tann “evarski kletturin”, “tað smáliga graslendið”, “Vit lættaðu akkeri”, “flótaðu”. Orðið “fjøður” er kvennkyn, og sostatt kanst tú ikki siga “nakar fjøður”. Orðið “fles” er somuleiðis kvennkyn, og tí kanst tú ikki skriva “millum flesini”. Alt hetta eru málslig snið, sum skulu vera í lagi í eini umseting ella einum teksti. Fyri tað enska “deceased” skrivar Agnar vanliga “andaði” ella “andaða”, eitt nú í setninginum “konu og systrum andaða”, hetta ber stutt og greitt ikki til, tað er skeivt og ljóðar eisini klossut og mishátt.
Tann, sum skal týða Poe, kann lættliga freistast til at brúka hvørsfall, og tað er ein spurningur, um vit føringar ikki eiga at fara at brúka hetta fallið meira, tá ið vit skriva tekstir á hægri stílstigi. Men so skalt tú duga at brúka tað, og fyri “on the shrine of the most passionate devotion” kanst tú ikki skriva “á altari hina fúsu hámeting”. Somuleiðis ber heldur ikki til, fyri “this hideous drama of revivification” at skriva “hetta andstyggiliga uppreisnsins drama”. Og soleiðis kundi verið hildið fram. Skipsnavnið Independence eigur eftir mínum tykki als ikki at verða umsett, og um ein týðari partú vil umseta eitt persónsnavn sum tað anglosaksiska Ethelred, kann tað ikki á føroyskum eita Aðalreyði.
Hinvegin er tað at siga týðaranum Agnar Artúvertin til fyrimunar, at hansara mál, um vit hyggja burtur frá villum og vommum, í tóna og stevi sum heild er nútíðarbært og frítt fyri ta 19. aldar dust, sum lættliga kundi fallið á slíkar týðingar. Um enn “The Oblong Box” átti at itið “Tann avlangi kassin” (ikki “Avlangi kassin”), so brúkar Agnar viðhvørt kenniorðið inni í tekstinum, og hetta telur so avgjørt nakað uppeftir. At Agnar eigur í sær tilfar til ein góðan týðara, tykist hetta brotið, sum er endin á søguni “Tá ið sóttin reyða kom sum grýla” (tó at tað ikki er heilt lýtaleyst) at boða frá:
Og nú varð sannað, at sóttin reyða var hjástødd – hon var komin sum tjóvur á nátt. Og ein fyri og annar eftir fullu gestirnir í teimum blóðdøggaðu hølunum í sínum gestaboði, og hvør doyði í vónloysi í síni fallandi støðu. Og lívið fór úr klokkuni úr íbinviði saman við tí hjá tí síðsta káta. Og ljósini á trífótunum sloknaðu. Og myrkur og rot og sóttin reyða fingu óendaligt ræði á øllum.
At umseta er drúgt, hart og møtimikið arbeiði. Og mín kensla er, at um Agnar gjørdi sær ómak, kýtti seg væl og leingi fyri at fáa hvørja umseting so lýtaleysa sum gjørligt, og um hann læt í minsta lagi tveir nærlagdar ráðgevarar, ein sum dugdi enskt og ein sum dugdi føroyskt, lesa alt handritið gjølla, so kundi eitt úrslit spurst burturúr, sum ikki bara var valaverk, men eisini dømi um modernaða Poe-týðing. Tað er tí, so øvugt tað kann ljóða, ein fyrimunur, at henda bókin bara fatar um eitt avmarkað tal av Poe-umsetingum. So – royn eina ferð aftrat, Agnar, í samstarvi við góðar leiðbeinarar og ein samvitskufullan forleggjara, sum eisini kann tryggja, at uppseting, teknseting og tann grafiska útsjóndin (sum í hesi bók eru hopleys) sum heild eru í lagi.
Edgar Allan Poe: Smettihjartað og aðrar søgur. Agnar Artúvertin valdi og týddi. Forlagið Gwendalyn 2008.