serstakt í hesum sambandi er, at hann var í síni tíð granni við eitt annað umboð í býráðnum, Marin Katrinu Frýdal sum nú býr í Havn og er vald í býráðið fyri Tjóðveldi. Toppskorari úr Leynum Í Klaksvík [...] mann valdan í Runavíkar býráð. Úr øllum bygdum Eisini í Sunda kommunu, ið kanska ikki telist millum tær allarstørstu kommunurnar í fólkatali men heldur í vídd, var talan um eina breiða umboðan. Í nývalda [...] býráðsformaðurin í triðstørstu kommunu okkara. Við valið í Runavík varð gjørt eitt stórt taktiskt arbeiði fyri at fáa so breiða umboðan sum gjørligt. Sigast kann, at hetta eydnaðist til fulnar: Í býráðnum, sum
jólafest í Filadelfia í Havn kl. 16. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará. Bíbliuskeiðrøðin yvir evni hin sanni lærisveinurin verður hildin í hølum [...] luttekur. Sunnudagin kl. 17 møti. Barnamøti kl. 17. Tú ert vælkomin í Kelduna. Bygdarhúsið í Tjørnuvík Evangeliskt møti í Bygdarhúsinum í Tjørnuvík leygarkvøldið kl. 20, Ejler Johannesen talar, sunnukvøldið [...] Landavegur 22 Í dag kl. 17.00 landsbøn, í morgin kl. 16.00 jólaveitsla fyri øll. Mánadagin kl. 20.00 bønarskúlin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti. Meinigheitshúsið í Havn Ley
Australia, og kom til Føroya í samband við lestrarauppgávu í 1985. Hon hevur universitetsprógv í fornenskum, málsøgu og bókmentir. Í hesi útbúgving var eisini norrønt mál, og tað var í hesum sambandi hon kom [...] burðardygga menning. Royndir í altjóða samstarvi ? Kunnu tínar royndir í NAMMCO brúkast í nýggja starvi tínum? ? Eg havi arbeitt fyri ein lítan altjóða stovn, sum hevur givið mær innlit í hvussu samstarv virkar [...] at seta seg í samband við aðrar stovnar. Hetta er arbeiði, sum kann gagna í starvinum á Uttanlandsdeildini, hóast fiskivinnumál tekur Fiskivinnumálastýrið sær av. ? Eg havi í mínum starvi í Norgei fingið
Tað kom eisini okkum, sum í mong ár hava mannað nevndina í Barnahjálpargrunninum, dátt við, tá tað frættist, at Beinta Háberg Jacobsen, forkvinna í Grunninum, brádliga var farin heim til sín Harra og Frelsara [...] krígnum í kaffistovuni Perluni, har einir fimm menn tá í bestu árum hittust um ein drekkamunn við fransbreyði og osti afturvið. Te, fransbreyð við osti varð siðbundna ‘matskráin’ flestu fundir í mong ár [...] so í stovnandi nevndini av hesum sjálvseigandi grunni sótu 7 menn: Petur Háberg, form, Hans Andr. Djurhuus, Gunnar Mohr, Jens Christian (Kissa) Christiansen, Ludvík Breckmann, Johannes Samuelsen (í Horni)
síðani Múrurin fall í 1989 ? men nú er vent í holuni. Nú eru tey komin undan kavi aftur við veldi. Hava kastað kommunistiska hamin av sær og smoygt seg í tann nationalistiska (enntá, í ymsum alment fíggjaðum [...] bók, men enn er onki vorðið kannað av tí, sum nú hevur ligið tókt fyri almenninginum, í Moskva og í Eysturberlin í meiri enn 10 ár ? hví verður drálað við hesi kanning, harra løgmaður? Pengar tørva, verður [...] stóri samgonguflokkurin í Tinganesi eitur Tjóðveldisflokkurin, og slík kanning kann skaða umdømi hansara upp undir fólkaatkvøðuna við óteljandi kommunistisku líkunum í lastini? Tí her í Suðurstreymi var ørgrynni
vinnandi felagið í føroysku 1. deildini, KÍ. Tá ið HB seinast gjørdist føroyameistarar í 1990, var tað júst á triðseinasta leikdegi í Klaksvík hin 16. september 1990. Ta ferðina vann HB 3-0 í Klaksvík, og [...] tann stinnasta í landinum. Haraftrat var miðjan stak góð, serliga eftir at Rói Árting kom á vøllin tíðliga í fyrra hálvleiki. Í álopinum spældi Súni Fríði Johannesen helst sín besta dyst í ár. VB liðið var [...] Johansen og úr spískum trillar hann bóltin í málið til hálvleikstøðuna 3-1. Tvey mál fyrstu fýra minuttirnar HB helt fram í seinna hálvleiki, har sum teir sleptu í fyrra. Bara tveir minuttir vóru leiktir
kvinnulandsliðnum í hondbólti fyri framman. Í døgunum frá 28 apríl til 2 mai skal liðið taka lut í sonevndu Challenge Trophy kappingini hjá europeisku hondbóltssamgonguni EHF. Kappingin verður í italska býnum [...] verða sáldaðar frá longu í dag. Landsliðið hevur venjing í Havn í dag, og tá verður nakrir leikarar sáldaðir frá, sigur Svein Rógvi Nielsen. Søguligir dystir hjá føroyingum Kappingin í Italia er eitt endaspæl [...] verður til Italia. Teir leikarar, ið til dagligt eru búsitandi í Danmark og spæla í donskum feløgum, koma ætlandi til Føroya á páskum at taka lut í venjingunum tá. Talan er um fýra útisetar, ið Svein Rógvi
Áhoyrararnir sita í djúpari tøgn í bátunum, meðan tónleikararnir spæla upp ímóti ekkóinum frá teirra egnum tónum. Aukustikkurin í hellinum er soleiðis vorðin, at ein tóni "hongur" í luftini í eini tíggju ella [...] áskoðarunum, ið sita í skvatlandi gummibátunum í bølamyrkri. Teir tríggir tónleikararnir leggja út við etniskum jazzi, og flyta seg so yvir í føroysku klassikararnar og spæla millum annað lagið "Í búri", ið hóskar [...] eftir summarsteðgin. B36, sum liggur í ovaru hálvu av stigatalvuni var á vitjan í Klaksvík, men teir stóðu als ikki mát við heimaliðið. KÍ var klárt betra liðið í dystinum, og úrslitið gav eisini ábendingar
Tað er Edvard Í Skorðini Joensen, sum gongur á Journalistháskúlanum í Århus, men sum í løtuni er í praktikk á Sosialinum, sum hevur skrivað frágreiðingarnar. Amadeus Tann, sum hyggur í heftini, føroyska [...] Hetta lítla deksfarið, sum liggur í Vágsbotni í Havn, hagani útferðir verða gjørdar við ferðafólki. Ikki tí. Í Vágsbotni hevur hetta skipið ligið ein mansaldur at kalla. Tó í mong Harrans ár við øðrum liti [...] vaks og livdi eitt hundalív í Wien. Hann sakk longri og longri niður í svartastu armóð, og doyði hin 5. december 1791 bert 35 ára gamal. Mozart varð grivin í eini felagsgrøv í útriðuni av Wien, og eingin
týdningarmikil stig í oddastríðnum, tá teir vóru og vitjaðu botnliðið, men eingin skal ákæra teir fyri at taka uppgávuna í ov lítlum álvara. At teir ikki gjørdu tað, sást millum annað í, at teir, hóast líkindini [...] siga beinanvegin at lora eitt sindur í verjupartinum fyri at leggja trýst á í royndini at javna, og hetta hevði við sær, at tað var sera undirhaldandi við málmøguleikum í báðum endum. Illa mannaðir Hesa ferð [...] Eliasen, sum er luftkongurin í GÍ miðverjuni, longu í 1. hálvleiki noyddist at taka seg úr stríðnum, tí hann hevði koykt fótin illa. GÍ møguleikarnir GÍ javnaði til 1-1 miðskeiðis í 2. hálvleiki, og málið var