Barnahjálpargrunnurin heilsar og takkar Beintu Háberg Jacobsen

Tað kom eisini okkum, sum í mong ár hava mannað nevndina í Barnahjálpargrunninum, dátt við, tá tað frættist, at Beinta Háberg Jacobsen, forkvinna í Grunninum, brádliga var farin heim til sín Harra og Frelsara, 80 ára gomul. Við henni hava eisini vit mist eina hendinga kvinnu.

 

So mong beinrakin og vøkur orð eru skrivað og søgd um okkara Beintu, at vit í nevnd Barnahjálpargrunsins avmarka okkara heilsan og tøkk til Beintu til tað trúfesti og tann mannatokka, hon sum forkvinna Grunsins hevur víst farna mansaldurin móti teimum yngstu og mest ábæru av okkara landsmonnum.

 

Barnahjálpargrunnurin fekk sína byrjan fyri júst 80 árum síðan, eitt aprílkvøld fyrra part av krígnum í kaffistovuni Perluni, har einir fimm menn tá í bestu árum hittust um ein drekkamunn við fransbreyði og osti afturvið. Te, fransbreyð við osti varð siðbundna ‘matskráin’ flestu fundir í mong ár.

 

Onkur limur legðist aftrat komandi dagarnar, so í stovnandi nevndini av hesum sjálvseigandi grunni sótu 7 menn: Petur Háberg, form, Hans Andr. Djurhuus, Gunnar Mohr, Jens Christian (Kissa) Christiansen, Ludvík Breckmann, Johannes Samuelsen (í Horni) og Karsten Petersen. 

 

Farandi nevndarlimir hava líka síðan valt nýggjan lim fyri seg.

 

Upprunaliga endamál grunsins var at veita faðirleysum børnum í Føroyum ein peningastyrk. At mong treingjandi børn vóru tey fyrstu mongu árini, tí kríggið kostaði útivið 200 føroyskum monnum lívið á sjónum. Fleiri teirra høvdu familju. Tá fekst lítið av almannahjálp, og páparnir komu ikki aftur, hóast kríggið endaði. Grunsnevndin gjørdi tí av at halda fram.

 

Inntøkur grunsins hava verið gávur og játtanir av ymsum slag og rentur av stovnsfænum, sum í mong ár vaks, til rentan lækkaði og bleiv negativ. Tey fyrstu 60 árini søktu foreldur og avvarandi grunnin um styrk til treingjandi børn, men farnu 20 árini hevur grunnurin havt álitisfólk kring landið við góðum innliti í umstøðurnar hjá fólki, og tey boðaðu frá trongum korum í ávísum heimum við børnum og ungum. 

 

Við sparsemi og varnum fíggjarpolikki hevur tað eydnast Grunninum at lata útivið 20 mió kr íalt í dagsprísum. So drúgt kann tað vera, ið drýpur – umenn í smáum til so mong, sum peningurin rakk til at býta út. 

 

Barnahjálpargrunnurin hevur arbeitt eftir kristnu grundregluni, at vinstra hond skal ikki vita, hvat høgra ger. Góð gomul føroysk siðvenja, tá teggjan lá á trappuni í lýsingini ella ein biti var í loynd latin tómum hondum úr einum turru- ella fyriklæði.

 

Føroyum hava verið ótaldar signingar fyri, og búskapurin er øktur almikið. Í 1942 var okkara útflutningsvirði uml. 40 mió kr. Í ár er tað yvir 10 mia kr, ella 200 ferðir hægri. Vælferðin hareftir. Føroyar hava eitt heimsmet, ið fá tosa ella skriva um, nevniliga við minsta muni í heiminum millum hægstu og lægstu inntøkur. Okkara vælferð man vera millum heimsins hægstu.

 

Í dag ríður samlaða árliga játtanin hjá landi og kommunum til børn í Føroyum um milliardina (eitt nú til barnaansing, lestrarstuðul, barnaheim, barnafrádrátt í skatti, kontantstuðul, barnaverndo.t.). Føroyskar kvinnur hava vesturlendskt met í at føða børn. So vit føroyingar hava mangar signingar at takka fyri.

 

Henda framgongd er partur av øllum tí, sum er hent okkum tey 80 árini, síðan Barnahjálpargrunnurin fór at virka í eina tíð við kríggi, vanda, armóð og deyða.

 

Nevndi í áðni, at nevndin í Barnhjálpargrunninum hevur endurnýggjað seg sjálva. Pápi Beintu var stovnari og fyrsti formaður. Jógvan Páll kom í hansara stað, til heilsan sveik, og tá tók Beinta við.Tað sama við øðrum limum millum ár og dag. Sjáldsama lítið útskifti. Í grunsnevndini sita nú - eftir at vit mistu Beintu - Jógvan Christiansen, Bergtóra Hanusardóttir, Kristian á Dul, Árni Svartafoss, Dorthea Winther og Óli Breckmann.

 

Um Beintu Háberg Jacobsen kunnu vit siga, at hon við sínum tónleikagávum skuldi fara á Musikkonservatoriið í Keypmannahavn at læra til konsertpianist. Men hon hevði tá møtt Eileri og vendi heimaftur, tíbetur fyri tey bæði og eftirkomarar, og ikki minst lukkutíð fyri allar Føroyingar. Eiler royndist jú sum ein av fremstu vinnulívsmonnum á sjónum. ‘A man rises or falls to the level of his wife,’ siga bretar. M.a. honum fyri at takka eru Føroyar blivnar so nógv ríkari tímiliga.

 

Beinta Háberg Jacobsen hevur umframt sítt stóra sjálvbodna virksemi sum klaverleikari, tónasmiður, kórsangari og kórleiðari og – ikki at gloyma – tónleika- og bókaútgevi fíggjað og skipa fyri mongum tiltøkum. Hennara andliga heim hevur verið – eins og hjá foreldrunum, Peturi og Hjørdis –Ebenezer og Brøðrasamkoman. 

 

Vit í Barnahjálpargrunninum kenna Beintu sumhelst Føroya virknastu og hjartabestu vælgerðarkvinnu. Hon var framúr ‘ungamamma’ fyri sína familju. (‘Charity begins at home’). Hvussu nógvum fólkum, ið Beinta hevur rætt eina hjálpandihond í lívinum, vita bara hon og hennara Harri í himli.

 

Vit í Barnahjálpargrunninum heilsa og takka hesi megnar kvinnu. Vit ynskja tykkum avvarandi styrki til at bera saknin.

 

Vegna nevndina, Óli Breckmann.