var teim til stórt tarn. Síðani halda teir, at størsta brek føroyinga var, at lítið samanspæl var millum verjuna og herjarnar. Og so taka teir til einstakar av okkara spælarum. Teir taka so til: »Føroyingar [...] landsliði, ið fór til Íslands at leika móti íslendska B-landsliðnum. Hóast onkur spáddi úrslitið at verða 17-0, so mundi tað vera eitt fátal, ið hevði væntað so vánaligt úrslit, sum eitt tap til føroyska landsliðið [...] jú smurt A-liðið av nakrar dagar áðrenn føroyingar komu til Íslands; men nakað tað sama hendi jú okkara landsliði, áðrenn hildið var avstað til Íslands. Og kortini hava íslendsku bløðini ikki bara ilt
vinna sær sín triðja og seinasta IM-norm á Tvøroyri. Til hetta krevst 6,5 stig av 9 møguligum, Heini Olsen, Martin Poulsen og Flóvin Tór Næs fingu innbjóðing, men teir høvdu ikki stundir at luttaka á hesum [...] innbjóðing, men mátti geva avboð. Tí sleppur Sjúrður at royna seg á heimavølli. John Rødgaard, sum heldur til á Tvøroyri, hevur telvað væl hetta seinasta árið og góðir møguleikar eru uttan iva hjá honum at blanda
in í Paris, ið gjørdi, at vit vitjaðu býin aftur nakrar vikur seinni, og sum er orsøkin til, at eg vil aftur til Paris. Býurin hevur eina ótrúliga sjarmu, og eg hugsi javnan um at vitja aftur, kanska hesuferð [...] vitjanir í London hava verið alt ov stuttar, sum transit ferðafólk í Heathrow, við tokið úr Gattwick til Canterbury og í arbeiðsørindum í sambandi við GBOB finaluna. Men býurin tikist sera spennandi. Ríka [...] mentanarlívið við sjónleikarhúsum, konserthøllum og framsýningarhølum, ið lokkað heimsins bestu listafólk til hagar, kitlar mítt forvitni. Í býnum eru ótrúliga nógvar ymiskar mentanir savnaðar, og hetta ger hann
føroyski fiskimaðurin, ið dróg fiskin av grunni og síðani reiðarin, ið knýtti bond til keyparar sínar – og í hesum føri til saltseljarar, sum vóru fúsir at taka tøk saman við føroyingum. Veruleikin var, at [...] onkrum slag, verður almennur peningur nú brúktur til at tyrva hann við; – tað var nú ússaligt. Eisini vóru tað vágbingar, sum teir fyrstu í Føroyum, ið fingu elektriskan streym, sum so var grundarlagið undir [...] halda fram við virksemi sínum til alkmikið gagn fyri føroyska fiskimannin. Hví SL fer í býin at rinda fyri eina ranga mynd av faktisku viðurskiftunum, har føroyski stigtakarin til SALT verður tagdur burtur
Pedagogar Allan Mørkøre, Alvi Justinussen og Karl Martin Samuelsen fingu fríggjadagin prógv fyri lokna pedagogútbúgving. Teir eru ávíkavist kendir sum landsliðsleikarar og sangari, men fríggjadagin vóru [...] vóru teir ikki í landsliðsbúna, men í føroyskum klæðum. ? Hetta er tað, sum vit hava glett okkum mest til ? at fáa útbúgvina, og harvið at sleppa at arbeiða við menniskjum, og ikki minst børnum, sigur Allan [...] Mørkøre. Karl Martin veit at siga, at Allan var tann, sum av fyrstan tíð lokkaði hann at søkja inn til pedagog. Ella lokkaði er kanska skeivt at siga, men hann var tann, sum purraði uppundir, tí áðrenn
varð so broytt til gult ? eitt av mongum, sum komu í seinna hálvleiki. Tá hevði John Petersen longu skorað sítt næsta mál og avgjørt dystin. Ein langur bóltur varð sendur heilt fram til baklinjuna, har [...] og sendi bóltin í netið til 2-0. Tá hevði B36 havt eitt áhaldandi trýst, sum fyrr ella seinni mátti geva úrslit. Egil Zachariasen og nýggi póllendingurin í ÍF-álopinum fingu ikki nógv at arbeiða við í [...] miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og inntil tá hevði dysturin verið rættiliga javnur við eini lítlari yvirvág til heimaliðið. Aftan á málið kom eitt sindur meira friður yvir spælið, men eins og í dystinum millum HB
dugnaligu GHM?arunum, sum spældu fyri okkum til hesa konsertina við Ken Jones á odda. Vit fingu fleiri ymiskar genrur at hoyra, frá marsjum og lýriskum løgum til ta løttu og skemtiligu amerikansku potpourriina [...] klarinett og saxofon í musikkskúlanum, er leiðari hjá orkestrinum, sum aðrir blásaralærarar eisini eru við til at venja. Hann segði, at orkestrið er undirleverandørur av spælarum hjá GHM, og spæla nøkur eisini [...] báðum orkestrum. Næmingaharmoniorkestrið byrjaði fyri bara 3 árum síðani fyri at geva næmingum høvi til at venja seg við at spæla saman í orkestri. Hetta hevur stóran týdning fyri næmingarnar og teirra framtíð
spælararnir komu við. Avgerandi munurin millum liðini kom tó til sjóndar miðskeiðis í næsta settinum. Rhodos var á odda 14-10. Og teir øktu til 15-10, tá Jón Nielsen var mest sum ov provokerandi, eftir at [...] framvegis nýttu orku til dømingina, nýttu føroyingar hana á vøllinum. Úrslitið av øllum hesum varð, at føroyingar brádliga høvdu tveir dystarbóltar, og tann seinna av hesum nýttu teir so eisini til fulnar, tá Rúni [...] Frustratiónir hómaðust á føroyska liðnum. Og tað var ikki frítt, at tankarnir leitaðu tvey ár aftur til taptu hálvfinaluna móti Bermuda. Eitt lið, sum kanska ikki var eins sterkt, sum tað hjá Rhodos, men
koyrikort til prutl, sum koyra 30 km/t. Ferðslulógin skuldi broytast soleðis, at prutlini blivu flokkaði í tvey, har 15 ára gomul kundu taka koyrikort til lítil prutl (30 km/t) og 16 ára gomul fingu møguleika [...] skal bjóða royndir til tey, ið taka koyrikort til prutl, men av tí at kunngerðin ikki er lýst, so er eingin roynd farin fram enn. Tískil er enn ikki møguligt at taka koyrikortini til prutl hjá teim 15 ára [...] møguleika at taka koyrikort til størri prutl, sum koyrdu 45 km/t. Tey størru prutlini blivu áðrenn flokkaði sum motorsúkklur. Tingfólkini ásannaðu, at tað var ein trupulleiki, at 15 ára gomul koyrdu uttan lógligt
vinir, sum stuðla felagnum væl, og sjálvt um sjálvandi nakað fór burturav til venjingarleguna í Jugoslavia og til ferðina til Jerusalem, so er hetta ikki so heilt galið. KÍ, B36, GÍ og HB kappast um m [...] fyrireikingarnar til seinnu helvt av landskappingini í ár. Hjá onkrum feløgum snýr tað seg fyrst og fremst um at renna undan botninum, meðan onnur leggja alla orku í at fyrireika seg til stríðið um fremstu [...] gongur út uppá, at pengarnir skulu býtast til øll, sum taka lut. Tey, ið vinna mest, fáa mest, men molarnir, sum detta av borðinum hjá teimum ríku og niður til tey, sum fyri tað mesta og kanska altíð tapa