2 landsliðsleikarar og 1 rockstjørna

Fríggjadagin fingu 24 pedagogar handað prógv á Læraraskúlanum. Millum hesar 24 pedagogarnar vóru tveir landsliðsleikarar og ein vælkend songrødd her á landi

Pedagogar

Allan Mørkøre, Alvi Justinussen og Karl Martin Samuelsen fingu fríggjadagin prógv fyri lokna pedagogútbúgving. Teir eru ávíkavist kendir sum landsliðsleikarar og sangari, men fríggjadagin vóru teir ikki í landsliðsbúna, men í føroyskum klæðum.
? Hetta er tað, sum vit hava glett okkum mest til ? at fáa útbúgvina, og harvið at sleppa at arbeiða við menniskjum, og ikki minst børnum, sigur Allan Mørkøre, nýútbúgvin pedagogur.
Hinir báðir nikka játtandi. ? At sleppa at arbeiða við børnum og menniskjum sum heild er felags fyri okkum øll, sum nú hava fingið útbúgvingina, leggja teir afturat.
Men teir tríggir hava eisini aðra útbúgving. Karl Martin er útbúgvin bilmekanikari, Alvi er snikkari og Allan er útbúgvin krambarkallur.
? Pedagogyrkið er so nakað, sum er komið við árunum, siga teir. Teir halda allir, at hetta er nakað, sum er komið við árunum, men hóast tað hevur ligið í bakhøvdinum allatíðina.
? Tað var ikki meira enn náttúrligt fyri mítt viðkomandi at veða pedagog, sigur Allan Mørkøre.
Karl Martin veit at siga, at Allan var tann, sum av fyrstan tíð lokkaði hann at søkja inn til pedagog. Ella lokkaði er kanska skeivt at siga, men hann var tann, sum purraði uppundir, tí áðrenn arbeiddu Karl Martin og Allan á sama stovni.
Men nú útbúgvingin er komin, hvat so? Teir eru allir væl áleiðis út á arbeiðsmarknaðin. Alvi hevur fingið arbeiði á frítíðarskúlanum í Gøtu, Karl Martin skal arbeiða í nýggja býlingshúsinum í Klaksvík, meðan Allan hevur fingið arbeiði á Bóndaheygi 14, sum er eitt sambýli.
Sosialurin ynskir Allan, Alva og Karl Martin og hinum 21 pedagogunum hjartaliga tillukku við útbúgvingini.