Vanligi føroyingurin kemur ikki at merkja beinleiðis, at EU-londini í gjaldoyrasamgongu 1. januar 1999 settu í gildi evruna sum gjaldoyra. Hetta metir Sigurd Poulsen, Landsbankastjóri. Hann metir, at sum [...] niðureftir. Í hvussu er kann sigast, at tað dregur meira út, áðrenn rentan gongur uppaftur, sigur Sigurd Poulsen. Sigurd Poulsen sigur, at hetta merkir til dømis, at tey, sum sita hart í tí í húsum sínum [...] londini her í Norðurlondum eru so smá og fyritøkurnar eru smáar. Tann minna fyritøkan handlar vanliga við gjaldoyranum hjá tí størru. Tí fara flestu handlar millum Norðurlond og lond í Europa fram í evru.
marknaðinum. í tíðarskeiðnum januar til september í fjør seldur teir 194 bilar, sum setir Honda CR-V klárt á fyrsta plássið framman fyri kappingarneytarnar ? 148 fleiri enn nummar tvey í bólkinum. Eisini [...] kanning, sum er grundað á upplýsingar frá JATO Dynamics, sum hevur skrásett søluna í 17 londum í Evropa í tíðarskeiðnum januar til august, setir CR-V?in greitt á fyrsta plássið við 26.228 bilum. Navnið CR-V [...] sær sjálvum við eini serligari hydrauliskari pympuskipan í differentialinum. Henda automatiska skipan er samstundis orkusparandi. Standardútgerð í CR-V er m. a. dupult airbag, ABS bremsur, servostýring,
uppskotið til Føroya reiðarafelag/ Felagið Rækjuskip í summar og taka sum givið, at limirnir í felagnum Rækjuskip hava lisið uppskotið. At limirnir í felagnum Rækjuskip, ikki hava svara uppá uppskotið, [...] nýhugsan kunnu vit so altíð kjakast um. Føroyska samfelagið rindar Formaðurin í felagnum Rækjuskip nevnir, at føroyska samfelagið rindar í dýrum dómum fyri at klekja maskinmeistarar. Tað er rætt at samfelagið [...] óseriøsur. Tá leggur formaðurin í felagnum Rækjuskip upp til, at stavnsbinda hesar maskinmeistarar. Vit skriva hóast alt ár 1999 og ikki ár 1899. Manningarskjalið Formaðurin í felagnum Rækjuskip vil hava eins
alt gongur sum tað skal, eri eg í toppformi í juli mánaði. Rann frá øllum hinum í Føroyum Í fjør var Guttorm Sørensen fremstur hvørja ferð hann var við í eini rennikapping í Føroyum, og hóast tað kundi tykjast [...] ídna rennaranum. Í fjør luttók hann í 13 føroyskum rennikappingum, og hann vann tær allar! Alt frá teimum lutvíst stuttu teinunum á Grand Prix rennikappingini til FM í hálvum maraton. Og í ár er stóra málið [...] topformurin er náddur í juli mánaði í ár. Tá skal hann so royna at endurtaka úrslitini frá seinastu trimum Oyggjaleikunum, har hann hevur vunnið trý bronsumerki. Setti føroyskt met í fyrstu royndini Alt
og Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, tá teir hava vitjað í Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg. Seinasti ríkisfundur var í Føroyum 6. januar í fjør.Tá var Edmund Joensen løgmaður. Løgmaður sigur, at hann [...] hann fer at rógva aftur á tey mál, sum hava verið umrødd millum Danmark og Føroyar, eitt nú flogvøllin í Vágum, ES -mál, sjóverjuna og uttanríkismál. ? Hetta eru mál, sum vit eru felags um, og sum vit hava
Vit hava ikki frætt frá landsstýriskvinnuni í Almanna- og heilsumálum enn, hvussu játtanin til barnaansingina verður býtt á fíggjarlógini. Í næstum fara vit í býráðnum at taka støðu til, hvat annað verður [...] eftir innbúgvinum, ið kemur hálvan í hesum mánaðinum. - Tað vísir seg at taka longri tíð enn vit hava ætlað. Eftir ætlan skuldu børnini sleppa inn á stovnin Á Flat 1. januar, men nú er tað broytt til 1. februar [...] Gøtu, at tíðarætlanin heldur ikki. Tað hevur verið rættiliga óarbeiðsligt í vetur. Tann stovnurin skuldi eftir ætlan takast í nýtslu 1. mars, men tað verður nakað seinni, sigur Leivur Hansen. Stovnurin
11. januar kl. 20 skipar Kvinnufelagið í Havn fyri fundi í Mettustovu, har Karin Kjølbro tosar um Arbeiðsloysi/ lønt arbeiði hjá kvinnum í Føroyum. Støðan viðvíkjandi løntum arbeiði hjá kvinnum í Føroyum [...] kreppan forvolt, og hvussu ávirka tvørrandi dagrøktarplássini kvinnur? Nógv er at tríva í hjá Karini Kjølbro, forkvinnu í stýrinum fyri ALS, og fundurin mánakvøldið er gott høvið hjá kvinnum at spyrja og annars [...] Føroyum í dag er hættislig. Dupult so nógvar kvinnur sum menn fáa gjald frá Arbeiðsloysistryggingini, so skilið er hvørki gott ella rættvíst. Men hví er støðan sum hon er, og hvat kunnu vit gera fyri at bøta
Grein 19-nevndin hevur á fundi 7. januar 1999 skipað seg av nýggjum við Lisbeth L. Petersen sum formanni og Jákup Sverra Kass sum næstformanni. Hinir limirnir í nevndini eru: Heini O. Heinesen, Jóannes
lógardeildin í Tinganesi fekk ummælið í hendi fyri jól. - Vit eru ikki liðug at viðgera kæruna enn, men tað verður væntandi í komandi viku, sigur Søren Pram Sørensen á lógardeildini í Tinganesi. Í ummælinum [...] smábørn yngri enn 12 mánaðir, í gildi 1. juli í fjør. Hóast nógvur tvídráttur hevur verið um hesa avgerðina, hevur býráðið valt at halda fram við stuðulinum. Á fíggjarlógini í ár eru 1,8 mill. krónur tøkar [...] meðan bíðilistin til ansingarpláss í kommununi alsamt veksur. Hálvt ár eftir at skipanin kom í gildi kærdi Foreldrafelagið Tórshavnar býráð til kommunala eftirlitið. Í kæruni sigur Foreldrafelagið, at tey
vigaði 4955 gr. 30. des. fingu Ingilín Berg og Vilhelm Matras í Odense eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3950 gr. 30. des. fingu Beinta í Bø og Eyðfinn Mellemgaard, Klaksvík, ein son. Hann var 53 [...] var 53 cm. langur og vigaði 3600 gr. 3. januar fingu Gunnleyg Petersen og Jón Nolsøe Olsen, Kambsdalur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4400 gr. 3. januar fingu Frida Mellemgaard og Jens Kristian [...] Kristian Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3480 gr. 6. januar fingu Apollonia og Frank Syderbø, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3350 gr.