um og Tjóðveldisflokkinum, so var tað nóg mikið, til at vinna annan mannin. Gott val fyri Jóannes Hóast tað var Fólkaflokkurin sum fekk fyrst valda mannin, so er tað Javnaðarflokkurin, sum má metast sum [...] fekk. Hetta svarar til 71,2% av atkvøðunum hjá Fólkaflokkinum. Av samlaðu atkvøðum fekk Óli Breckmann 19,2%. Og tað er ikki so lítið. Allir flokkar gingu fram til hetta valið, men tað er ikki so løgið, [...] Javnaðarflokkurin hevur lagt dent á sjálvsstýrislógina til hetta fólkatingsvalið, og tað sær út til, at føroyingar eru samdir við Javnaðarflokkinum í hesum. Til hetta valið hevur Javnaðarflokkurin eisini fingið
leiklistargreinar av ymsum slag tiknar fram, og tað er so væl fráfarið, at tað verður til søguna um føroyska leiklist frá áhugaleiki til yrkisleik. Tað riggar væl«. Beate L. Samuelsen skrivar í Dimmalætting: [...] stórhending, kanska at meta við mentunarkollvelting, at tað ber til at fáa hann at klinga á føroyskari tungu. Vit kunnu eisini spyrja okkum, hvat tað er, sum ger henda 434 ára gamla gandakallin ódeyðiligan [...] verður spælt hetta vikuskifti og komandi viku afturat. Tað verður ongin sýning eftir 22. mars, tá skal húsið riggast til onnur tiltøk, so tey sum bíða til seinastu løtu og vænta, at tey fara óivað at spæla
tey royna sannliga at rudda, tað tey kunnu. Men tað ger ongan mun, tí nakrar fáar dagar seinni er akkurát sama skili aftur. Tað er serliga inni í sjálvum Skálabotni, at tað er galið. Og har inni eru tey [...] sigur hann. Tað er mest táið liggjandi góðveður er leingi, at trupulleikar við súrevnistroti kunnu stinga seg upp. So skulu vit siga nakað gott um veðurlagið í Føroyum, so má tað verða, at tað er so vælsignað [...] tey troytt at at ganga upp til kníggja í ruski, burturkasti og óruddi. Men tað er ikki tí, at tey eru burturúr ótrivalig, tey sum búgva framvið Føroya longsta fjørði, at tað er so óruddilgt harinni. Tí
skjótt. - Hvørjir eru nú lúshundar? - Tað eru hasir lærararnir, sum vit hava. Eitt er at teir koyra lýs í heysin á okkara neyðar børnum. Men tað, sum verri er, er tað, at teir duga ikki at benda. Útvarpsmenninir [...] teir taka í sín munn. Hví skulu teir siga lús i fleirtali, tá ið tað eitur lýs? Skal tað so eisini eita ein mús, fleiri mús? Ella skal tað eita ein gás, fleiri gásir? Ella eitt hús, fleiri húsir? Nei, leggja [...] Teir eru nakrir lúsamunkar. Tað ber til at duga at benda uttan at hava tann stóra lærdómin. Tak nú abba, hann átti ikki fyri lúsasalvu og hevði ikki studerað, men at benda, tað dugdi hann. Og so kalla teir
umskiftist hann: »Tá var tað, sum kom ein illur andi at bølast í honum, og einglaflokkurin flýddi«. Eitt sindur fýrakantað kanst tú siga, at Tístram ikki megnar at sameina tað kvinnuliga og tað mansliga, land og [...] taka sær av familjuni sum ein ordilig kona og mamma og ikki forsøma tey longur«. Tað er bara tað, at familjan vil hava hana til arbeiðis, so tey kunnu sleppa at blíva forsømd. Niklas hevur ein fylgisneyta [...] at tað ljóðar, sum Niklas Símun er ávegis til himmiríkið. Í søguni »Skuggin« hjá H.C. Andersen ger skuggin seg leysan av harranum og livir sítt egna lív. Seinni tekur hann yvir og ger harran til skugga
var tað cold turkey. UNCUT: Hvat var tað við heroin, sum John dámdi so væl? Yoko: "OK, vit vóru saman um ta kensluna, so tað er ikki bara hann: Vit hildu tað var sera effektivt á tann hátt, at tað tók [...] gjøgnumføra tað . . . Yoko: "Sjálvsagt, sjálvsagt, tú veist, hann er ein rebellur. Eg eri rebelsk, og vágar nakar sær at siga, at "nobody can shake metadone", so var tað júst tað, vit vildu. Og tað er tað torførasta [...] døgum var tað bert eitt lítið tal av intellektuellurm, sum prátaðu um frið. UNCUT: So tú og John góvu boðskapin út til fólkið. Yoko: "Ja, men John . . . John er á ein hátt tann, ið gjørdi tað. Tað, eg segði
ógvuliga harmir um, at Balling ikki er við. Tað verður ikki tað sama, men tað halda hinir báðir, og um hann kann sveima omanfyri okkum, so verður tað kanska nakað tað sama. Men eg haldi, at best var, um hann [...] og undrast á, at tað skuldu ganga 18 ár til næsti filmurin í røðini kom. ? Tað er ótrúligt, at eingin annar hevur tikið kjansin. Fyrr fóru vit til París fyri at skriva leikritið, men tað var, tá vit vóru [...] vit kunnu, hóast tað ikki er so nógv, men tað verður so í øllum føri eitt upplivilsi at vera við. Eg eri so fegin um, at tit hava tikið tykkum saman til at taka hetta stigið - so tað gongur nokk. Film
at hann er fúsur at vera til reiðar alt samdøgrið ? Men tað tú ert vorðin so gamal, so er tað gott, at tað ikki er tú, sum skal halda øllum træðrunum saman, sigur hann. ? Tað er dýrst at vera gloymskur [...] ? Tað krevur sera nógv - bæði likamsliga og sálarliga at taka upp film. Tað er ikki eitt arbeiði fyri fólkapensjónistar, sum meg! Eg havi ikki megi til tað, men havi tað fínt við at vera á síðulinjuni [...] filmsleikstjórin í Danmark. ? Tá tú tekur upp film skalt tú tíðliga upp - og ofta er tað á miðari nátt. Tað er ikki tað bersta fyri ein gamlan mann sum meg. Tíbetur eri eg higartil sloppin undan álvarsomum
hevði úrslitið helst ikki verið so gott, sigur hon., Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur aðalfund komandi mikukvøld, og nú verða allar kreftir lagdar í fyrireikingarnar til løgtingsvalið. Við seinasta løgtingsval [...] Javnaðarflokkin, hevur flokkurin aftur tvey løgtingsumboð í Suðurstreymi, og væntar Anna Johannesen, at tað á løgtingsvalinum fer at eydnast at fáa bæði umboðini vald.
Taylor. Jákup á Borg kemur heim aftur mánadagin, og Heðin á Lakjuni kemur í aðru viku. Teir hava tað gott og lata heilsa øllum heima. [...] Nordplayer í Føroyum, Jákup í Stórustovu, í telefonini, høvdu Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni verið til venjingar seks ferðir síðani mánadagin. Heðin hevur vant við 1. liðshópinum einaferð, men annars hava [...] liðshópinum. Enn hava teir ikki verið í rættiligum dysti, men sum skilst er ætlanin at fáa teir við til onkran venjingardyst. Jákup í Stórustovu sigur, at hjálparvenjarin í Watford letur væl at teimum báðum