ár møta kl. 13, saman við gentum og dreingjum 10-12 ár, meðan gentur og dreingir 12-14 ár møta kl. 15.30. Kappast verður bara í einmansleiki. Altjóða kapping Annars var ætlanin at skipa Tórshavn Open sum [...] aftur í ár noydd at taka til takkar við at bert føroyskir luttakarar eru, men hetta skuldi ikki gjørt so nógv, tí teir føroysku leikararnir hava sanniliga víst, at teir kunnu skapa spenning í slíkum kappingum
størsta bragdið føroyingar hava avrikað í Norðurlandaráðnum var, tá ið vit fingu Norðurlandahúsið fyri 15 árum síðani. Tað var serliga Ellindur Patursson, sáli, sum umboð í Norðurlandaráðnum stríddist fyri [...] hetta sum var gjørt í sambandi við uppskotið um orðabókaútgávu. - Tað var sera tungt at byrja við, men so fingu vit íslendingarnar uppí. Upprunauppskotið fevndi um grønlendskt, føroyskt og samiskt, men tá [...] Landamørkini eru burtur, einastu mørkini, ið skilja okkum eru tey partapolitisku. Og tað eigur at vera so. Fyri nøkrum árum síðani hevði Norðurlandaráðið eitt annað býti. Tá sótu ymisku londini fyri seg og
Tvørturímóti fara teir uttan iva at brúka yvirskotið til at styrkja felagið, tí so fer felagið at kasta enn meiri av sær seinni, tí so verða útlit til, at færri rentur verða at betala. ? Hinvegin er vanligt at [...] ómøguligt at forða fyri at tað verður misbrúkt. Hósdagin var føroyska alivinnan í brennideplinum. Í hvussu so er á Føroya Løgtingi. Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri tingið [...] hjálpa sær til at fáa reinan meiriluta. ? Aðrir tingmenn vísti á, at tað bar til at finna hol í lógina, so at útlendingar í veruleikanum fingu avgerðarrættin í alivinnuni ígjøgnum holdingfeløg og ymisk partafeløg
eingin ivi um vinnaran av finaludystinum. Italiumenn vunnu finaluna trygt 3-0. Settmunurin var 15-12, 15-5 og 15-10. Orsøkin til at stórur spenningur var undan finaludystinum var, at londini bæði hittust í [...] bestu hevarum, ikki slapp at spæla sum hann eftir røttum kann. Tískil var spælið hjá Jugoslavia ikki so varierandi sum tað annars hevur verið undir HM-kappingini. Effektiva blokadu og gott álop Ein onnur [...] úrslitið hjá italiumonnum var at teir høvdu ein sera effektivan blokk. Tá móttøkurnar liggja sum tær eiga, so er torført hjá mótstøðuliðnum at seta blokaduna, men tað var júst móttøkan, sum var størsti trupulleikin
til dystin, og hesir settu so sanniliga sín dám á løtuna. Gekk javnt á Stjørnin hevur vanliga eitt gott tak á Kyndli, og sambært venjaranum hjá Stjørnuni, Svein Rógva Nielsen, so er orsøkin til hetta einføld [...] tíðina ganga í 45 sekund, meðan Kyndil skiftir málverja. Hetta ger so tað, at útvísti Kyndlaleikarin bert er uttan fyri í 1 minutt og 15 sekund, tí at 45 sekund av útvísingini eru farin til málverjabýtið [...] Klaksvíkingar standa sterkir um besta kvinnuliði hjá sær. Til hvønn dyst hjá Stjørnuni er KÍ-høllin so at siga full av hondbóltsáhugaðum klaksvíkingum, sum eru komnir fyri at rópa á sítt lið. Dysturin móti
eigur eina tøkk uppiborna fyri hetta tiltakið á Vaglinum. Tað eru 15 ár liðin síðani Kunningarstovan varð sett á stovn, og hetta er 15. ferðin, at hon skipar fyri hesari hugnaløtuni. Nýggja tinghúsið Í [...] fermetrum, so eru onnur vælegnað høli í grannalagnum. Her hugsi eg um hølini hjá Fróðskaparsetrinum, sum ístaðin kundu verið flutt í Marknagil, har setrið eigur eitt stórt øki. Hetta húsið kundi so kanska [...] hava teknað, og tað verður væntandi at síggja í glugganum hjá Kunningarstovuni undan jólum. Tá fáa vit so eisini eina greiðari mynd av, hvussu tað fer at taka seg út - og ikki minst økið uttanum. - Persónliga
vera, hevur býráðið hildið verið ráðiligt at avseta meira pening til viðlíkahald av kommunalum ognum, so sum skúlabygningum, vegum og havnaløgum. Nýggj øki Rakstrarætlanin hjá kommununi, ið annars er sett [...] av Leitisbrekku, 0.3 mió. kr. 7. Asfaltering av høvuðsvegnum, 1.0 mió. kr. 8. Ymsar smærri íløgur, 1.5 mió. kr. Vøkstur Skattaprosentið í Runavíkar Kommunu varð á fundinum sett til 20%, barnafrádrátturin [...] inntøku uppá 227,5 mió. kr.. ímóti 206 í 1998. Sostatt ein vøkstur uppá 10,4%. Hóast henda vøkstur, so liggur metan býráðsins 5% lægri, enn metanin hjá Toll- og Skattstovu Føroya, ið roknar við skattskyldugari
Kongsvinger, kann ikki vera nøgt við árið í ár, har liðið var nær við at flyta niður í næstbestu deildina. So illa gekk tað tó ikki, men felagið hevur ásannað, at tað er neyðugt at styrkja hópin til næsta ár. [...] áleyparin Caleb Francis, sum er norðmaður og sum hevur spælt við Kongsvinger fyrr. Hann skeyt millum 10 og 15 mál í næstbestu deildini í ár og er nú komin aftur til KIL. Fjórði styrkurin eitur Ole Einar Martinsen [...] Martinsen. Hann kemur úr Lillestrøm og spælir vanliga høgri vongbakkur. Julian Johnsson hevur spælt so at siga allar dystirnar hjá Kongsvinger í ár, teir flestu á defensiva miðvøllinum. Philip Abelstad er sum
ni vóru 15-8, 15-8 og 15-11. Fyrsta og annað sett endaðu líka, og settini líktust eisini rættiliga nógv í spælinum. Fleyr fekk spælið at koyra beinanvegin, bæði í álopinum og í verjuni, og so var ikki [...] oftast røttu loysnina, so sum hevarin jú helst skal. ? Og so eri eg fegin um, at Sveinur Tróndarson (fyrr Poulsen, blðm.) er byrjaður aftur. Hóast hann ikki hevur vant so nógv enn, so kom hansara rutina væl [...] Vandamiklastu spælararnir hjá SÍ eru álopsspælararnir Jón Nielsen og Jón Falkvard og so hevarin Kaj á Stongunum, so teir høvdu vit eitt serliga vakið eyga við. Tað eydnaðist eisini væl at steðga teirra
r frammanfyri 6-3, men so kom av álvara stígur í. Fuglfirðingar fingu glið á sítt spæl og teir lagt Mjølnir undir trýst. Restina av settinum áttu fuglfirðingar og teir vunnið 15-7. Tað vil siga, at Mjølnir [...] klaksvíkingum. Tá so er, er torført at fáa eitt skipað álopsspæl umframt at mótstøðuliðið hevur munandi lættari við at seta eina effektiva blokadu. Annað sett endaði við at Mjølnir vann settið 15-12. Mjølnir [...] somu gongd á spælið hjá sær, sum í teimum báðum undanfarnu settunum. ÍF vann settið 15-13 og sum úrslitið sigur, so var kortini eitt sindur av spenningi um hvør fór at toga sigurin í land kortini. Síðani