okkum, og hvussu vit skilja tey. Málið saman við mentanini ber eisini søguna, og er tað týdningarmesta samfelagsliga undirstøðukervi, vit eiga í felag. Tað ger sítt til at skapa felagsskap og álit, og ger [...] skúlanum læra øll børn og ung enskt og í ymsan mun onnur mál. Tað er týdningarmikið, at vit í Norðurlondum hava sera góðan kunnleika til mál, sum røkka um landamørk. Hesin fleirmálkunnleiki og parallellmálkunnleiki [...] í heiminum og okkara felags hugsjón. Sum norðurlendskur felagsskapur vilja vit bæði varðveita og menna øll okkara mál og okkara málfelagsskap. Sambært Helsingforsavtaluni skal undirvísing og útbúgving í
brøðrasamkomunum, og hann yrkti fleiri sangir og sálmar. Eitt nú yrkti hann Hvat var verðin uttan Jesus. Olaf hevur verið drúgvur og trúgvur í samkomunum, har hann hevur búð, og nú hava hann og konan í mong [...] verið sjómaður og nógvu tey seinastu árini vinnulívsmaður í fiskivinnuni, og hann hevur eisini verið løgtingsmaður og landsstýrismaður. Olaf er ættaður úr Søldarfirði. Foreldrini vóru Agnas og Jákup Olsen [...] børn. Olaf var elstur, og so kom Rosa. Hon doyði sum smágenta. So kom ein Rosa afturat, og hon var ung genta, tá ið hon doyði. So vóru tað Jafet, Maria, Kristianna, Inga Olivia og Hansa. Jafet doyði fyri
Hvønn morgun fer ein maður við posa og einari tong framvið ánni og nógvu gøtunum í Viðarlundini. Har koma nógv fólk hvønn dag bæði ung og eldri, og har er reint og nossligt. Tórshavnar havn eigur longu [...] Í vár og í summar hevur nógv verið skrivað og hoyrt um oljulekar á Havnarvág. Oljulekarnir frá oljufeløgum og skipum hava sett met seinasta árið og hava verið til stóran ampa fyri náttúruna og fólkið, [...] við okkara ferðavinnu og bjóða fram í faldarum uttanlands, og so tað, sum í løtuni gongur fyri seg á Havnarvág. Vit, sum dagliga koma í Vágsbotn, og sum dagliga sigla á vágni og í Nólsoyarfirði kunnu vátta
útlendskum íblástri og samstundis halda fast um føroyska upprunan og eyðkenni, kanst tú bróta upp úr nýggjum og toga útheimin nærri Føroyum og føroyingum. Tað krevur treiskni, hegni og vítt útsýni. [...] til fremmand lond og fremmandar marknaðir. - Høgt til loftið og vítt til veggja, siga vit, tá tað er nógv og gott rúm inni. Í fluttari merking er tað eisini at vera savnandi og duga at fevna øllum [...] taki í hugnaligum og heimligum umhvørvi. ##med2## - Handlar eru komnir og farnir, men fyritøkan hevur støðugt megnað at vera ein savnandi og lívligur depil við breiðum, dagførdum og forvitnisligum vøruúrvali
stutt eftir at Sólvá og Petur í 1973 fluttu heim úr Danmark eftir lokna útbúgving til byggifrøðing í Horsens. Ung, sum vit vóru og børnini smá, komu vit sum familjur ofta saman til prát og hugna. Samstarvið [...] deildini, Karl Simonsen og Hans Kristian Mikkelsen, fóru fyri árum síðani. Og Mikkjal Helmsdal, okkara markanti stovnsleiðari, gavst á stovninum í 1988 og andaðist á sumri 1996. Og nú fór Petur eisini. Petur [...] lívsins, og tú kundi síggja hann av og á seta eksistensiellar/ átrúnaðarligar spurningar í “Kristiligt Dagblad”. Hann hevði álit á Honum, sum øllum ræður, og áhuga fyri skaparverksins margfaldi og ómetaliga
20-30 ára aldur og vóru útsendir frá Skotlandi og Onglandi til Føroya. Teir vóru ein samansettur bólkur frá ymsum samfelags- og trúarbólkum. Felags fyri teir allar var tó, at teir vóru ungir og høvdu tørv á [...] á undirhaldi. Teir skipaðu fyri kabarettum, sang- og tónleikaframførslum og dansi. Ung og eldri á Strondum vóru vælkomin at luttaka. Í tíðarskeiðinum 1940-45 var pápi 11-16 ár. Skotarnir høvdu bústað í [...] sinum og spæla harmoniku. Strandabørnini stóðu í ring rundan um teir og lurtaðu. Helst hava teir spælt Loch Lomon, Old Lang Syne og Tipperary, ið eru sangir, sum hava fylgt pápa á klaverinum og harmonikuni
Samanhaldið í familjuni og í bygdini í gleði og í sorg er dýrabærur mentanararvur, sum enn finst ímillum okkum. So livandi lýsir yrkjarin teirra stríð og strev, gaman og álvara, og so víða reikar hugurin [...] farandi, og tað verandi og komandi. Hóast so gerandisligt og kent, so lá tó altíð hóttanin sum ein undirstreymur í tilveruni, tí undir øllum var aldan hvøss og køld: Hond í hond ganga tey, gleði og sorg, andaligt [...] minnið, og so ymisk er okkara persónliga barlast. Eitt eftirljóð av ættargongd, kann tað lýsast betur? Eftirljóðið av ættargongd skiftir millum lív og deyða, deyða og lív, millum tað varandi og farandi
Norðurlond og umheimin. Og ikki minst at gera Norðurlandahúsið til meira enn ein stovn og eitt hús í Havn og geva íblástur til skapandi virksemi kring allar oyggjarnar. Peter setti veruliga ungdómin og rocktónleikin [...] útróðrar og hann lærdi seg føroyskt. Peter kendi seg sum føroying og við lív og sál tók hann lut í samfelagskjaki um politikk og framtíðina hjá hesum landi. Peter man helst eisini vera fyrsti maður, ið hevur [...] Helsinki. Tað gleddi Peter. Hann fekk skapt sambond millum finsku og føroysku mentanina við fleiri tiløkum og Peter gav eisini samum og samisku mentanini eitt forkunnugt innivist, tá hann skipaði fyri samiskari
k fyri børn og ung, og annað.Arbeitt hevur verið við álitinum, Mentan og menning, í fýra ár undir fýra landsstýrismonnum við mentamálum. Fleiri hoyringarfundir hava verið, og listafólk og listarliga umhvørvið [...] føroyska almenningin og fyri tingið. Á eini slíkum degi eru orðini stór og føgur, ætlanirnar nógvar og pengarnir - í uppskoti - somuleiðis, og verður, sum í álitinum er mælt til, fær skapandi og útinnandi listin [...] er ein stórur dagur fyri skapandi og útinnandi list í Føroyum. Hetta var dagurin, tá ið mentunarpolitiska ætlanin 2002-2006, sum hevur fingið heitið Mentan og menning og sum bíðað hevur verið eftir so leingi
ið lunnar vórðu lagdir undir Sprotan, var hann tann, ið bøtti og stuðlaði, gav góð ráð og eggjaði til, og rættlas og rættaði kós. Altíð og ósvitaliga tann sami dyggi, holli vinurin. Hansara partur at gera [...] minnini, og tey eru mong. Stundum væta tey mær eygnakrókin, og javnan fáa tey meg at smírast. Hesin lágvaksni maðurin úr Hovi. Høga pannu og svart hár. Strangligt yvirbragd. Altíð høviskur og siðiligur [...] at í tí býr tilvitskan og sanni mátturin í mentanini, og at tað hýsir allari okkara søgu og menning. Tí fór hann so væl um tað. Hann visti, at barnið mátti fáa gott í beinið og stovnaði tí Bókadeildina