at tað verður Anfinn Kallsberg. Hvørja leið Anfinn Kallsberg tá velur at fara er hann ikki sinnaður at viðmerkja, tá hann sigur seg ikki útilokað nakran flokk, men tað er einki at ivast í, at vit fáa eina [...] blaðið ikki fingið váttað frá Sjálvstýrisflokkinum. Tá vit høvdu Anfinn Kallsberg í telefonini visti hann ikki at siga, nær flokkarnir fara at tosa saman aftur.
liðunum hevur leikarar, sum eru skaddir. Hjá KÍ hevur liðskiparin, Kurt Mørkøre, verið smáskaddur, men hann spældi allan dystin sunnudagin og sá ikki út til at hava stórvegis trupuleikar. Símin Waag Høgnesen [...] sunnudagin, men eru tøkir til finaluna í kvøld. Hjá HB er Johannes Joensen tøkur aftur, og sannlíkt er, at hann eisini verður við frá byrjan á høgra bakki. Hvør, ið skal víkja fyri honum, er ógreitt, men hetta [...] og hóast vánaliga úrslitið hjá KÍ sunnudagin, so verða tað helst nógvir áskoðarar við Smyrli, tá ið hann fer av Klaksvíkini beinleiðis til Havnar í morgin klokkan 17.15. Eftir dystin er eisini skipað fyri
tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki bleiv hann spældur fríur av Dann Knudsen, og Sonni hevði lætt við at seta innarusíðuna á bóltin, so at hann fór í málið. Bert fýra minuttir seinni var Sonni aftur [...] inn í KÍ-brotsteigin úr vinstru síðu, og har er Sonni hægstur og setur høvdið undir bóltin, so at hann fer í mál til 3-0 leiðslu til heimaliðið. Hóast Ove Nysted um miðjan seinna hálvleik minkaði um munin
Milanovic ikki ganga við til ein lønarniðurskurð, og av tí sama avgjørdi VB at siga sáttmálan við hann upp. Tað merkir, at eftir 4. juli er Milan Milanovic hvørki venjari ella spælari í VB meir. Tað er [...] ein góður styrkur á liðnum, umframt at framgongdin innan fótbóltin í Vági hevur verið eyðsæð, síðani hann tók við eftir og víðariførdi arbeiðið hjá Tomislav Sivic við kappingarbyrjan í fjør. Sum dømi kann [...] Popczynski, ið er álopsmakkari hjá vágbinginum Jan Allan Müller í Esbjerg fB. Tá var ætlanin at fáa hann til Vágs fyri at skjóta mál, men nú er avtala gjørd við póllendingin um at gerast venjari í øllum
Í apríl 1994 byrjaði saltfiskavirkið Tomba at taka móti fiski og virka hann til saltfisk. Byrjað var í Sørvági, men seinnu árini hevur virkið leigað seg inn í fyrrverandi »Rækjuvirkið« í Miðvági, og fyri [...] Føroya Banka, fyrrverandi »Trolhúsið«. Ætlanin er at innrætta henda nýggja bygningin og so flyta í hann, men stjórin, Jørgen Niclasen, er ikki heilt vísur í enn, hvat bygningurin skal innrættast til. Príslegan [...] Feskleikin hevur ikki sama týdning í saltfiskavirkingini sum í virkanini av frystum og feskum vørum, hóast hann sjálvandi hevur týdning. Í 1997 virkaði Tomba 2000 tons av saltfiski og stjórin metir, at nøgdin verður
SIGURÐ Poulsen ger greitt, at vit umsita ikki okkara fiskatilfeingi nóg væl. Í samrøðuni vísir hann á, at vit bera okkum skeivt at á fleiri mótum. FYRI tað fyrsta løgdu vit aftur alla orku í at tráðroyna [...] andsøgn til tað, sum summir ? fiskimenn og politikarar ? hava ført fram, at fiskurin má fiskast, tá hann er á grunnunum. Longu nú er toskafiskiskapurin minkaður, og Sigurð Poulsen vísir á, at hvørvur to [...] tí vit halda, at tað kann ikki vera rætt, at týskara, bretar ella danir skulu virka okkara fisk, so hann er klárur at leggja á pannuna, koyra í grýtuna ella í mikrobylgjuovnin. Nógv hava andøvt ? m.a. teir
marknamálið. Á fundinum kunnaði Nyrup løgmann um, hvat hann og bretski forsætisráðharrin, Tony Blair tosaðu um mánakvøldið. Nyrup segði løgmanni, at hann og Tony Blair samdust um at venda aftur til marknamálið [...] løgmaður. Longu í næstu viku kemur Árni Olafsson, leiðari í samráðingarnevndini, til Føroya og skal hann viðgera marknamálið saman við løgmanni. Nú Nyrup og Blair hava tosað um marknamálið spurdu vit Anfinn
tað stóð Áki Mørk fyri. Áki hevur eitt sera gott skot, og hann hevur eisini skorað beinleiðis upp á fríspark fyrr í ár. Hesa ferð royndi hann seg úr 20-25 metrum, og bólturin endaði uppi í málhorninum [...] . GÍ-málverjin stóð nakað uttarlaga, men tað er ivasamt, um hann hevði kunnað tikið skotið kortini. B36 er í løtuni í miðjuni av deildini, men tað er ikki langt upp til oddaliðini í eini kapping, sum sær
Finnbogi Ísakson als ikki búði í sama landi sum vit onnur. Hann ilskaðist, at man í valstríðnum er farin at viðgera almanna og heilsumál. Veit hann ikki, at tað t.d. framvegis eru 2000 arbeiðsleysir føroyingar [...] Finnbogi í SvF segði seg onga viðmerking hava um, hvønn sosialpolitik Tjóðveldisflokkurin fór at føra, um hann kom í samgongu eftir valið. Sosialmál er politikkur At viðgera sosialmál er politikkur. Fremsta uppgávan
sum fór fram á hesum týðandi vinnuøki okkara, sigur Jenis av Rana. Innflyta 500.000 l Víðari vísir hann á, at sentralt í spurninginum um mjólkarframleiðsluna er prísurin. Í løtuni kostar 1 litur av mjólk [...] kreppudøgum freistast at keypa tað bíliga, og harvið spara kærkomnar krónur, sigur Jenis av Rana. Og hann vísur eisini á at vit innflyta ikki smáar nøgdir av útlendskari mjólk - uml 500.000 litrar árliga [...] Uppskotsstillarin vísir eisini á, hvussu vit kunnu fáa mjólkina niður í prísi. Mest víttgangandi sigar hann vera at taka framleiðslukvotuna av. Ein annar er at hækka barnafrádráttin ella veita serstakan mj