oyggjaleikunum, og tí væntar tann meinigi føroyingurin, at svimjararnir aftur í ár fara at ogna landi okkara fleiri heiðursmerki. Bæði roynd og óroynd Føroyska svimjilandsliðið, sum fer at taka lut á Gotlandi [...] Høvdanum og Søren Olsen, hava bæði drúgvar royndir sum kappsvimjarar sjálvi, so óivað hava tey nógv góð ráð at geva liði sínum, sum skal til Gotlands at verja teir føroysku litirnar. Umframt at føroysku [...] Nógvir av teimum royndaru svimjarunum sluppu ikki við, og hetta var uttan iva ein av høvuðsorsøkunum til, at úrslitið ikki gjørdist so gott, sum tað so mangan hevur verið. Nú eru fleiri av teimum royndaru s
Klæmint Isaksen, sum leggur afturat, at Jesper umframt at vera góður venjari er ein framúr góður »coach«. ? Taktiskt er hann sera skilagóður, og tað kann gott fara at vera okkum ein góður fyrimunur, sigur [...] móti íslendingum og vit vóru eisini við í eini kapping í Danmark. Tað gav okkum eina rúgvu at arbeiða víðari við, og tað hava vit gjørt líka síðani, sigur Klæmint Isaksen, sum umframt at vera venjari á landsliðnum [...] Onkrir smáskaðar Eins og hjá kvinnunum er manslandsliðið merkt av, at kappingarárið hevur verið drúgt. ? Onkrir leikarar hava smáskaðar, men tað sær ikki út til at vera nakað, sum fer at nerva endaligu fy
ein, ov stór ? men tað er gott, at teir eru við. Sum hjá so nógvum øðrum ítróttargreinum eru oyggjaleikirnir størsta, um ikki einasta veruliga gularót, sum gevur teimum møguleika at royna seg móti øðrum [...] rarnir hava verið raskir at luttikið á oyggjaleikunum kortini. Aftur í ár eru fýra tennisspælarar við fyri Føroyar, og eru teir Jón Brekku, Pætur M. Dahl, Kristin T. Jensen og Jóhann Krog, allir úr Havn [...] landinum í lestrarørinum og ikki hevur gjørt nakað við tennis í seinastuni. Føroysku tennisspælararnir hava neyvan vónir um heiðursmerki ? til tað er mótstøðan frá bretsku og svensku oyggjunum, har tennis
plássi, og tað er hetta sum leikarar og venjari fegin vilja býta um við eitt av »betri slag« so at siga. Um tað so fer at eydnast er tað eingin sum veit, men vit kunnu siga so mikið sum, at leikarar og venjari [...] Gotlandi fer av bakkastokki. ? Tað verður arbeitt av almakt fyri at fáa tær klárar til kappingina, og eg haldi tað gongur framá hjá teimum øllum, sigur hann at enda. Og so er bara at vóna, at hann hevur [...] Joensen. Og hóast tað altíð er torført at spáa um framtíðina, so er tað kortini ikki uttan grund, at venjarin er so bjartskygdur. Føroyska kvinnulandsliðið hevur nevniliga gjørt tað til eina traditión at fáa
tiltakið, lagt til rættis og stýrt úr Himli, er ein heilsan Guds til einstaka føroyingin, og fer at broyta mong menniskju og harvið alla tjóð okkara, taka vit ímóti tí. Tøkk fái Skaparin og Frelsarin fyri sendiboð [...] víða um, at menniskju eru drigin inn í kærleika Frelsarans, sjúk eru grødd, bundin sett í frælsi og Frelsarin ærdur. Tað er einki minni enn ein forrættur, ið okkum verður veittur, at kunna vera við í tiltakinum [...] sendiboð sum Reinhard Bonnke, og at vit, so fá og fjarskotin, eru við í undurfullu ætlanum Hansara. Jenis av Rana kommunulækni og løgtingsmaður
Tað er trýstið aftanfyri úrslitið av evangeliinum í dag. Tá tað er Heilagi Andin, ið broytir menn og kvinnur, kann tað gerast tín gleði at Gud brúkar teg! Hetta kann verða títt góða úrslit. Tað hevði glett [...] vinarliga skunda undir samkomuleiðaran til at skráseta samkomuna. Ongar treytir eru tengdar at hesum og tað er fult og heilt vent móti Guds ríki! Fíggjarligt trýst! Fíggjarliga trýstið er veruleiki, men [...] kastað yvir Føroyar. Arbeiði og bøn! Hetta krevur sjálvandi nógv arbeiði, men eisini nógva forbøn. Vit eru júst í ferð við at fyrireika bønarketuna, og eg var ógvuliga rørdur av at hoyra hvussu Guds børn rópa
til hesa Jóansøkuna, og tí kom tað væl við, at vit sleppa í TB-húsið leygarkvøldið. So er bert at vóna, at dansiáhugaðir tvørámenn finna sær leiðina í TB-húsið til gamlamannadans og »fjónskan« búkdans. [...] Sóknar Róðrarfelag og Tvøroyrar Svimjifelag fyri gamlamannadansi í TB-húsinum, har vælumtókti bólkurin av Tvøroyri, Trio fer at spæla. Tónleikararnir í Trio eru í fýrati árunum, og tað liggur væl fyri hjá [...] døgum kring landið og ikki so lítið verður gjørt burturúr á teimum støðum har stevnurnar eru. Um vikuskiftið verður Jóansøkan á Tvøroyri, og sum verða man er skráin sera fjølbroytt. Men tað er nú ikki alt
hjá Tórshavnar Kommunu fer at hava ávirkan á, hvussu kommunan fer at loysa tann trupulleikan er ikki til at siga, og tað sæst heldur einki um tað í roknskapinum ella í ársfrágreiðingini. Fíggjarætlanin [...] um. Útreiðslumeting- arnar hildu væl Og tað er tað eftir øllum at døma í Havn. Tá fíggjarætlanin fyri 98 varð løgd varð mett, at samlaðu útreiðslurnar fóru at vera um 178 milliónir íalt, men tá til stykkis [...] fyri mentan og umhvørvi vvóru brúktar um tvær milliónir meira enn mett var frammanundan, og tað vil siga, at ístaðin fyri 16.727 mió krónur vóru brúktar 18.677 mió. til mentan og umhvørvi. Tað sum serliga
til í kvøld (fríggjakvøld). Tað hevur við sær, at sumbingar hava frí á jóansøku, tá teir m. a. hava møguleika at hyggja at fótbóltsdystinum, sum sunnudagin verður millum TB og VB. Sumbingar hava tapt fýra [...] fyrstu heimadystirnar, og á útivølli hava teir eisini tapt fýra ferðir. Sunnudagin spældu teir síðstu løtuna bara við níggju monnum í Runavík, og tá høvdu teir onkran møguleika at javna og harvið fáa stig. Móti [...] hugsa ikki um annað enn at flyta bóltin til spælandi venjaran, ið hevur verið og vil vera við í tí mesta og harvið hevur lagt stórt trýst á seg sjálvan. Dan Djurhuus, sum var leikbannaður móti B71, er
burturúr pengunum, sum teir hava latið fyri at fáa ein útlendskan málverja henda vegin, og tað er einki at ivast í, at í eftirmetingini av hesari royndini fer at verða mett um, hvussu væl umstøðurnar í sambandi [...] minni væl, og í B36 verður mett, at hann var beinleiðis orsøk til tvey av málunum, sum KÍ fekk. Tað ber altíð til at spæla klókur aftaná, men avgerðin í B36 um at skifta málverja boðar frá, at teir halda [...] aftur fer at hava Egin Høgnesen í málinum. Egin hevur verið so mikið plágaður av ryggskaða, at hann hevur ikki fingið vant og harvið spælt í ár, men nú hevur hann verið til venjing nakrar ferðir, og so fær