onnur smáting við. Væl hevði gingist, men komin til Kvívíksklyvjar var ein smøl gøta at fara eftir, men nú ber annar leypurin við ein stein í klettinum, og alt raplar oman av gøtuni og bums – í havið. Bratt [...] at han er kommet uskadt tilbage«. Skreiðing í 1856 Prestafólkini áttu trý børn, tvær gentur og ein son. Siður var at aka á skíðum, tá ið kavi var, og vit báðir fara so avstað frá húsum við eini fjøl at [...] liðugt. Og sum eg tíðliga ein morgunin siti niðri við bátin, sum vit førdu torv við, síggi eg eina jollu koma skúmandi inn ímóti mær frá Eystnesi. Annar maðurin í jolluni er ein danskur íslendskur keypmaður
málverjin, Alda av Skarði hava havt trupulleikar, greiðir Bárður Johannesen frá. Hjá VÍF má ein leikari geva avboð, meðan ein kemur aftur. John Larsen, VÍF-venjari, sigur við in.fo, at Brynja Rógvadóttir spælir [...] fremsta plássið í landskappingini, hava havt somu avbjóðing seinastu mánaðarnar: At klára seg uttan ein av størstu málslúkunum vegna gleðiligar umstøður. Hjá VÍF snýr tað seg um Liljuna Müller, og hjá Kyndil [...] profilurin og toppskjúttin, Súna Krossteig Hansen hevur stríðst við skaða. At Súna Krossteig Hansen er ein umráðandi leikari sæst serliga aftur í, hvussu fleiri lið hava avgjørt at mansverja miðju-leikaran
Fyrst eina dóttur, sum æt Elin Maria eftir ommu síni á Rætt, sum var slektað av Eiði uttan úr Húsinum. Hon giftist til Gjáar við Kristiani á Rætt. So fingu tey ein son, sum æt Óli Andrias eftir abba sínum [...] eftir einum beiggja hennara, sum var deyður av tuberklum, og sum kallaðist Óli. So fingu tey aftur ein son, sum æt Kristian, eftir abba sínum á Rætt. Yngsta barnið, ið var pápi, sum varð kallaður Sjúrður [...] pápa sín. Hon var eitt ár, tá ið hann doyði av sjúku. Tey vóru fýra systkin. Poul Klein var ein beiggi, ein æt Elspa og tann elsti æt Jóan Petur. Hann doyði í bestu árum av tuberklum. Henda Elspa giftist
Margretha hevur eina áhugaverda niðurskrivaða frásøgn, sum náttúruliga eisini er ein partur av hesi søgu. Í hesi røð verður ein fittligur partur tikin við úr hennara frásøgn Margretha var úr Saltangará. Fyri [...] uppvøkstrinum. Ofta fekk eg ein eyka bita frá henni. Eg helt seinni, at hetta var órættvíst móti hinum av mínum systkjum. Men mamma gjørdi so ikki mun á okkum. Abbi var ein av teimum trimum upprunaligu [...] gift við Heina Heinesen úr Elduvík, búsett í Saltangará. 3. Hans Peter f. 1891, giftur við Malvinu Eliassen úr Fuglafirði, har tey vóru búsett 4. Anna Margretha f. 10.7 1893, gift við Kristian Djurhuus 5
var sum, at øll vóru ein familia. Hetta var henni ein stór troyst og hjálp, tá ið hon sat eftir við seks børnum og uttan egna familju um seg. Har vóru mong, sum í tí stilla settu ein posa uttanfyri húsini [...] í bygdini tá. Ingimund gjørdist ein góð hjálp í húsinum eftir at Einar doyði. Her varð hann til børnini vóru vaksin og flutt heimanífrá. Laurusa blómur Laura hevði ein lítlan urtagarð niðanfyri húsini [...] túrin so væleydnaðan. Her var fyrst og fremst talan um Jónas Hallgrimsson, sum sera væl dugdi at leggja skránna. Hann var eisini við ein part av ferðini. Hetta eigur hann tøkk fyri. Jónas er væl kendur í
upp í hendurnar á Astu (sum tó sjálvsagt var ein týðandi liður), so royndu allar sítt ítarsta til at spæla seg ígjøgnum verjuna, og ikki minst var tað ein sonn fragd at síggja tryggu skoringarnar hjá Herthu [...] Hondbóltur ? kvinnur Sóljan vann ein heldur óvæntaðan sigur á Kyndli í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn týskvøldið. Tað skal tó alt fyri eitt leggjast afturat, at hóast óvæntaður, so var sigurin hjá Sóljuni [...] »ikki duga« at vinna. Tær megnaðu snøgt sagt ikki at taka møguleikan, tá hesin beyðst, og hetta er ein avgerandi fortreyt at vinna. Sær betri út Á stigatalvuni merkti sigurin, at Sóljan vann seg úr botninum
Petur Óli er elst og hevur eins og Sára, Jón og Edith Maria spælt fótbólt. Eisini foreldrini íðkaðu ítrótt. Pápin, Sámal, spældi sjálvur fótbólt, meðan mamman, Anna Maria, spældi hondbólt. Í nærumhvørvinum [...] umfar. – Tað var ein løgin kensla at sita framman fyri sjónvarpinum og vita, at tú kundi blíva meistari tað kvøldið. Eg haldi ikki, tað var so heppið fyri kappingina, at einum liði vantar ein dyst so seint [...] Krzysztof ringja Tað ljóðar ikki sum ein kollvelting at skula flyta til eitt nýtt stað í Føroyum, tí landið hóast alt er so lítið. Men fyri 17 ára gamla Símun Samuelsen er tað ein kollvelting, tá hann í 2003 velur
vóru í sjeytiárunum, so tað var ein sera stór broyting hjá mær, sigur Paulina og leggur afturat, at áðrenn ein flytir til eitt so lítið pláss, má ein gera sær greitt, at ein missir nakað, men fær eisini nakað [...] Barsskor siglir. Tað er nú heldur ikki so ofta, at hann avlýsir vegna veður. Paulina og maðurin eiga ein son, sum plagdi at fara til Klaksvíkar at venja við KÍ. ? Tað gekk fínt, inntil hann bleiv so mikið stórur [...] sjálvum er eitt stórt framstig. Har er ein túrur klokkan trý korter til ellivu av Klaksvík um morgunin, og hann ger, at vit fáa postin hvønn dag nú. Tað, sum ein tó leggur til merkis, er, at í ferðaætlanini
svumu í ein hálvan tíma. Hvør svimjari svam eina longd í senn. Tá tey smáu vóru liðug, byrjaðu fyrsta og annað lið, tey vóru 24 í tali. Tey vóru trý í hvørjum bólki, og svam hvør bólkur í ein hálvan tíma [...] Heðin á Fløtti og Sonni Eliasen. skrivar Fuglafjarðar Svimjifelag í tíðindaskrivi. Eisini vóru fleiri foreldur, sum hjálpti at svimja Annika Egholm, Durita Eldevig, Andrea Eldevig, Maria Hansen, og Magni Joensen [...] tíma hvørja ferð, tó var bert ein svimjari í hylinum í senn.Hesi bæði liðini hildu so tørn alla náttina. Hjálp frá gomlum svimjarum Fyri at tað ikki skuldi blíva ov strævið hjá teimum, fingu tey fríggjakvøldið
Hetta var eisini ein stór løta fyri hann, har hann veruliga gleddist og frøddist. Hann hevði eisini stóra orsøk til tað, tí hann fekk nógv gott og nógv rós at hoyra, sum var ein sonn viðurkenning av tí [...] saman við stórum skara av familju, vinum og kenningum, er løtan, tá ein veruliga skal liva og gleðast. Osmund Justinussen, sum eisini er ein av vinmonnum Svennings ígjøgnum mong ár, bjóðaði gestunum vælkomnum [...] Gestirnir tiknir á bóli Tvær ferðir undir haldinum vórðu gestirnir tiknir á bóli. Tá ein tími var farin, hoyrdist inn frá gongini ein heldur sjáldsamur sangur. Hurðin fór upp, og inn eftir miðgongini kom eitt syngjandi