300 oman á lønina, almenna starvsfólk við 50.000 í mánaðarløn fær 6.500 krónur oman á lønina. Eitt landsstýrisfólk fær 11.200 krónur oman á lønina, og løgmaður fær 13.221 krónur oman á mánaðarlønina [...] veksur á hvørjum ári, tá prosentini tikka oman á lønirnar. Um vilji var til tess, so var øll lønarhækking gjørd í krónum. So kundu vit kjakast um, hvørt øll skuldu havt sama krónutal oman á lønina [...] mansaldur í andstøðu knappliga kemur í tankar um, at 5 prosent oman á allar hansara almennu lønir gevur nógv meira enn 5 prosent oman á eina lága arbeiðaraløn. Soleiðis hevur altíð verið. Men hvar er viljin
Agnið áðrenn leiðin gekk móti Skálabotni. Súkklararnir vendu á Skála, og so gekk leiðin aftur móti Skálabotni, til Gøtu, til Leirvík og at enda á mál í Klaksvík. Luttøkan var góð. Fleiri enn tredivu luttakarar [...] Helgi W. Olsen, at síggja til, róligur á súkkluni, og bíðaði eftir røttu løtu at avgera kappingina. Brekkan undir Gøtueiði er drúgv, og nakað áðrenn víkiplássið á Gøtueiði setti Helgi ferðina upp, og so [...] sekund koyrdi Helgi einsamallur um málstrikuna. Einsamallur, men ikki nógv sekund gingu áðrenn næsti maður fór um málstrikuna. Tað bleiv sprintað um 2. plássið. Bert eitt hálvt hjól skilti nummar tvey og trý
Hansen hevur gjørt ein bát lidnan, og eingin hevur staðið á bíðilista. – Tað hava verið upp til 13-14 bátar á bíðilista. Nú havi eg seks bátar á listanum, hetta svarar til arbeiði í 2 ár. Vanliga tekur [...] Tað er ikki bondini sum skapa bátin, bondini verða gjørt eftir skapinum á bátinum. ##med5## Sniðið á kappróðrarbátum er øðrvísi enn á einum føroyskum útróðrarbáti. Kappróðrarbátarnir eru smidligir, soleiðis [...] í bekk, skal spurta, og tú ordiliga følir at tað kemur meira ferð á. Í útróðrarbátinum er tað sum einki broytist tá tú roynir at seta á. Eg trúgvi ikki at fólk høvdu hildið tað verið líka stuttligt at róð
skipari. Hann skrivar soleiðis á tráðnum: - Óførur! Og so leggur hann aftrat: - Okkara vegir krossaðust fyri 40 árum síðan á havnalagnum í Runavík. Tá var hann 52 og ein gamal maður í mínum 13 ára gomlu eygum [...] Gaardlykke út á sín Facebook-vanga mynd av pápa sínum, 91 ára gamla, Sámal Jóhan Gaardlykke. Tað er myndin, sum vit síggjar her ovast. Myndin niðri í greinini er frá einum øðrum útróðrartúri á Lambavík hjá [...] enn nakar annar núlivandi. Fleiri viðmerkingar eru um Sámal Jóhan Gaardlykke á tráðnum hjá Jákup Peturi, har víst verður á, hvussu raskur hin 91 ára gamli er hóast høga aldurin: "So mega raskur... Hasin
árum síðan var á landbúnaðarskúla í Noregi og nam sær ta útbúgving, sum skal til fyri at kunna festa ein bóndagarð. Hin 81 ára gamli ber aldurin sera væl, og hóast sonurin hevur tikið yvir á garðinum, er [...] og bilar, meðan eg fór á landbúnaðarskúla. Fróðin sigur, at honum hevur altíð dámt væl at fingist við neyt og seyð – ja, líka síðan hann var óviti hevur hann hjálpt pápa sínum á garðinum. - Vit kunnu siga [...] festarin á bóndagarðinum í Skopun. Fróðin sigur, at umframt pápan, hevur hann eisini synir sínar, 25 ára gamla, Jóhan Petur og 15 ára gamla, Sólbjørn, at hjálpa sær. - Konan Eva hevur leiðarastarv á flakavirkinum
Rotheram, við BBC í morgun. * 20 fólk fingu viðgerð á staðnum. * Í løtuni eru eingi deyðsføll í sambandi við samanstoytin. * Ein 53 ára gamal hvítur bretskur maður úr Liverpool-økinum er handtikin og undir illgruna [...] illgruni er um, at gerningsmaðurin handlaði einsamallur. Einki bendir á, at talan var um yvirgangsatsókn, hevur løgreglan áður lagt dent á. * Enn eru ongar upplýsingar um motivið fyri ákoyringini. Tað er heldur [...] higartil um málið: * Mánakvøldið stutt eftir kl. 18 koyrdi ein gráur stationvognur inn í eina mannamúgvu á Water Street í miðbýnum í Liverpool. * Samanstoyturin hendi undir sigursskrúðgonguni hjá Liverpool,
viðgjørd á sjúkrahúsi, eftir at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í Liverpool mánadagin. Tað upplýsti North West Ambulance Service á tíðindafundi seint mánakvøldið. Hendingin fór fram mánakvøldið á Water [...] skaða eftir samanstoytin. Ongar fráboðanir eru um andlát. 20 fólk vórðu eisini viðgjørd á staðnum uttan at hava tørv á sjúkrahúsviðgerð, leggur fráboðanin afturat. Tilsamans eru fýra børn millum tey særdu [...] bretska løgreglan frá, at ein 53 ára gamal bretskur maður varð handtikin í sambandi við hendingina. Hildið verður, at hann hevur koyrt bilin, upplýsti løgreglan á tíðindafundinum. ##med3## Sambært løgregluni
eftir fráboðanir um, at ein bilur hevði koyrt á fleiri gongufólk á Water Street. - Bilurin steðgaði á staðnum og ein maður er handtikin. Neyðhjálpin er á staðnum. Vit fara at koma við fleiri dagføringum [...] sambært fleiri bretskum miðlum. Myndir vísa stór løgregluið og sjúkrabilar á staðnum. Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, segði á sosialu miðlunum, at "senurnar í Liverpool eru ógvusligar - mínir tankar [...] Ein bilur hevur koyrt á eitt ókent tal av fólkum í Liverpool, meðan fjepparar hjá Liverpool FC hátíðarhildu meistaraheitið hjá fótbóltsfelagnum. Tað boðaði ein talsmaður fyri løgregluna frá í kvøld, sambært
skifti venjara, eru teir reyðu og svørtu á veg í Eysturoyartunnilin við fullari úrtøku. Í fyrstu royndini hjá André Olsen við stýrisvølin endaði tað við 1-0 sigri á útivølli ímóti Víkingi. Eftir 1-1 í Gundadali [...] Knudsen og Aron Knudsen vóru skerdir í borðunum, Heðin Hansen og Viljormur Davidsen høvdu tak á Klæminti A. Olsen, og á sentrala miðvøllinum eydnaðist tað ongantíð Brandi Hendriksson Olsen og Emil Weihe Joensen [...] og mundi kenna uppreisn eftir eyðmýkjandi tapið í Gundadali á krossmessu. Tað var tvífaldi málskjúttin Heini Sørensen og ivaleyst dagsins maður í dag, sum átti uppleggið. HB áskoðararnir, sum hava kent seg
við á túrinum í Kekkia og Montenegro, har hann alla tíðina sat á beinkinum. Í dag minti Poul Kallsberg av álvara landsliðsvenjaran á, at hann framvegis hevur máltev. Poul Kallsberg var fremsti maður á [...] styttri millum sigrarnar og stigini, og í dag lyfti Víkingur seg við 3-1 heimasigri ímóti FC Suðuroy fram á fjórða plássið. NSÍ hevur saman við B36 17 stig, men málmunurin hjá Víkingi er eitt vet betri. Í fjør [...] Kallsberg 2-0: Poul Kallsberg 3-0: Poul Kallsberg 3-1: Teit Hjelm Dómari: Høgni Madsen Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson (Jónatan Lervig, 37.)