søkja um at sleppa til t.d. Kina í eitt ár, har ein kann undirvísa í enskum, til Mið- ella Suduramerika har ein kann arbeiða vid gøtubørnum, til India har ein hevur møguleika at hjálpa til á barnaheimum Um [...] vit báðar í stuttum siga eitt sindur um sjálvan skúlan, og hvat hann bjóðar. Um tú hevur hug at fara heimanífrá at royna okkurt nýtt, og um tú ert opin fyri at læra nýggj fólk at kenna, so er hetta ein [...] á skí um veturin. Um tú ikki ert ein, sum tímir so væl at røra teg, so kanst tú eisini velja at læra at gera filmar, tú kanst gera skúlablaðið. Tað er altíð okkurt, sum passar til øll. Umframt hesar a
sum var ein gáva til kokkin. Lagið á kokkinum var ikki gott henda dagin. Vit høvdu óivað gjørt eitt ella annað, sum ikki var honum til vildar. Tá ið vit so søgdu, at vit gleddu okkum til at fáa rabarbu [...] 1923 til 1935 førdi vestmannasluppina Milly VN 215, sum hann keypti í Íslandi í 1923. Tá ið hann kom til Føroyar við henni gjørdist slíkt ódnarveður, at tað tók teimum 18 samdøgur av Reykjavík til Vestmanna [...] Klein doyði, vildi tað soleiðis til, at eingin av hansara børnum kundu koma til jarðarferðina. Tað kom at laga seg soleiðis, at tað var manning av Milly, ið bar hann til gravar. Áðrenn farið var úr heiminum
nágreiniliga, hvør hevur ábyrgd av hvørjum, og hvussu tey skulu bera seg at. Niðurfelt er, hvat stjórin, sum er tann einasti at tosa við miðlarnar, skal upplýsa. Trygdarbólkurin hevur lært víðkaða fyrstu hjálp [...] í so long tíð, til nakar kom at hjálpa henni, men tá ið so ein í trygdarbólkinum á Tryggingini kom til, dugdi hann væl uppgávuna, gav hjartamasju við tólinum, sum Tryggingarfelagið hevur útvegað sær, gav [...] hetta var ein venjing. Tryggingarfelagið hevur eina tilbúgvingarætlan, sum út í æsir sigur, hvussu starvsfólkini skulu bera seg at, um eldur er í, onkur smellur ella fær skaða, eitt rør brestir o.s.v. Øll
Hjá einum hjúnum – ella einum húsarhaldi – hevði hetta soleiðis svarað til 24.000 krónur um árið, og tað er nógvur peningur at disponera yvir aftrat, sum búskaparfrøðingurin tekur til. Hann heldur, at [...] lógarbroytingina. - Vit hava havt væletableraða rættarpraksis, at tá tú keypir skip við loyvum, hava feløg havt brúksrætt – og ikki ognarrætt – til hesi loyvi í eitt ávíst áramál, og tað eru hesi viðurskifti, [...] skipini eru verd og tað, sum skip og loyvir eru seld fyri tilsamans. Á henda hátt kanst tú óbeinleiðis rokna út, hvat fiskirættindini eru verd, sigur Kári Petersen. Orðingin í upprunaliga uppskotinum hjá
ávíst tonsatal av fiskatilfeinginum til hvønn føroying. Aftur til fyrispurningin Nú er so nógv hent á politiska økinum seinastu dagarnar, men beinleiðis orsøkin til, at eg spyrji løgmann, er, at hann á [...] karmar. Fyrispurningurin hjá mær er tí í fyrsta umfari: 1. Hvat tilfeingi snýr tað seg um ? 2. Hvat er definitiónin av tilfeingisrentu? 3. Hvat er definitiónin av tilfeingisgjaldi? 4. Um tilfeingisgjald [...] d verður gjøgnumført, er so høvuðsætlanin at útvega inntøkur til landskassan ella at betra um rentabilitetin hjá fiskivinnuni? Kunnu hesi sameinast? 5. Hvørji lond, sum vit kunnu samanbera okkum við, hava
keypa vøruna, tú skalt selja øðrum við vinningi. Hevur tú eitt flakavirki, mást tú, umframt virki sjálvt og maskinur, keypa fiskin til virkingar, so tú kanst selja við vinningi. Men fert tú undir fiskiskap [...] enn atgongdin til aðra vinnu. Byrjar tú vinnu sum húsasmiður, skalt tú, umframt amboð, keypa timburtilfarið, um tú skalt byggja eini hús at selja við vinningi. Ert tú handilsmaður mást tú, umframt høli [...] gull, kol ella kelduvatn í fjallinum, olja ella annað kolvetni í grundtilfarinum, hóskandi firðir við vatnútskifti til aling ella tilvøksturin í fiskastovnunum í føroyskum sjógvi. Atgongdin til hetta ríkidømi
frálíkur íblástur til hondbóltslívið í Vestmanna. Tey hava lært seg føroyskt. Tey hava gjørt stórt ungdómsarbeiði innan ítróttin. Tey liva sum føroyingar. Hava sett búgv her og nú arbeitt seg til eina føroyska [...] ikki til at liva av náði frá øllum øðrum og samstundis vera heimføðisligur og loka dyrnar fyri øllum, ið ikki hava somu útsjónd, sama mentunarliga bakstøði, somu pigmentering ella sama átrúnað sum tú... [...] tinglimur fyri Javnaðarflokkin ___________ Eitt skúladømi og eitt gott íkast til samfelagið. Hesir vóru tankarnir, ið runnu mær til hugs, tá eg í Degi og Viku fríggjakvøldið sá rumensku Rapa hjúnini í føroyskum
um, finnir tú neyvan um okkara leiðir. Um tú fylgir við, hvat gongur fyri seg í politikki og lurtar eftir og lesur aðrar fjølmiðlar, so trýrt tú ikki, at tað er sama land, tú livir í, tá tú lesur Sosialin [...] samgongumenn, men tað er sjálvandi ikki áhugavert. Eirikur hevur hvørki tosað við undirritaða ella onnur í andstøðuni, og hann hevur ikki endurgivið ella viðgjørt nakað um grundgevingarnar og orðaskiftið í sambandi [...] lat okkum ímynda okkum, hvat hevði hent, um ein tjóðveldisløgmaður sat í løtuni – og hon ella hann tildømis ikki møtti upp til at viðgera eitt misálitisuppskot móti sær. Á, tú mildi Portalur og Sosialur
soleiðis, at kommunurnar mega fáa eitt avmarkað tíðarskeið til sjálvbodna samanlegging. Nevndin heldur, at tær eiga at fáa 4 ár - til ár 2002 - til hetta arbeiðið. Tá ið so hetta tíðarskeiðið er farið, eiga [...] tann, at skalt tú fáa miðfirringarvinningin (desentraliseringsvinningin), so mega uppgávurnar verða røktar so nær borgaranum, sum til ber. Og meginreglan um burðardygd er tann, at skalt tú fáa eina virkisføra [...] n og tænastuveitingin til borgaran loða eintýddar saman. Somuleiðis eigur víddin á kommunueindini ikki at verða størri enn so, at íbúgvarnir í kommununi hava hóskandi atgongd til kommunudepilin og tær
uppskotini til ársins tónleikanavn. Tað hevur verið rættiliga stilt rundan um tónleikaran Høgna Lisberg stóran part av hesum árinum. Hetta er tó ikki tí hann ikki hevur verið virkin. Høgni hevur saman við [...] fangandi løgum, hevur funnið sítt egna útrykk, og hevur lært at brúka røddina, ið nú telist millum tær heilt góðu í Føroyum. Undir nýggjum og meira enskt klingandi kunstnaranavni, Hogni, hevur Høgni enn sum [...] verður veruleiki. Fyri at atkvøða fyri ?Høgna Lisberg? send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bf2. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald