akkurát sum landsliðið hjá Allani Simonsen plagar at gera ? og ivaleyst fara fleiri av hesum dreingjunum um nøkur ár at smakka a-landsliðsfótbólt. Tað verður í hvussu so er gjørt nógv fyri at geva teimum [...] Í vikuskiftinum vóru átjan dreingir, sum kunnu roknast at teljast millum teirra, ið fyrsta tíggju ára skeiðið í komandi øldini fara at mynda bestu føroysku fótbóltsdeildina, á Svangaskarði. Teir hildu [...] er sjálvandi ongantíð hugaligt at tapa, sjálvt um ósigrarnir ta ferðina vóru væl minni, enn teir so ofta hava verið áður. Meiri hugaligt var tað, at norski venjarin, sum hevði verið við í mong ár, í Í
fleiri ferðir løgdu framat fyri at taka Vestmenningin, so tóktist tað sum um at vestmenningar høvdu hug at renna undan, men í evstu løtu eydnaðist tað FM vinnaranum at vinna, og munurin gjørdist ein stórur [...] Eysturoyingi ásanna teir, at teir vóru kløkkir, at vestmenningar góvu teimum ein so skarpan gang hesa ferð, og samstundis gleðast teir um, at tað eydnaðist at vinna, og harvið at seta met. Síðani FM kappingin [...] komandi vár at gera so nógv við venjingina í hesum serliga slagnum av kappróðrarbáti, sum tað ber til. Tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast, tí tað er altíð hugaligt at fylgja ítró
rógva var neyðugt at starta umaftur, tí onkur bátur tjóvstartaði. Tað vil siga, at teir tóku á, tá startdómarin hevði rópt »klárir«, og áðrenn skotið gekk av. Tá 8-mannaførini lógu klár at fara avstað sleptu [...] Hetta hevði við sær, at fleiri bátar fóru av kósini, og høvuðsdómararnir avgjørdu, at tað skuldi rógvast umaftur, tá kappingin millum 10-mannaførini var liðug. Ofta verður tikið til, at í ólavsøkukappróðrinum [...] inn, at harvið rógva teir styttri, men hetta sást millum lítið og einki til á ólavsøku í 1999. Met í startum Ólavsøkukappróðurin var sera vinarligur móti áskoðarunum. Eitt var, at tað bar til at fylgja
Tað vóru bara menn, sum endaðu á politistøðini í Havn um ólavsøkuna. Og teir komu allir inn at sova. Tað er altíð onkur, sum tørnar inn á gøtuni á ólavsøku. Og tá plagar løgreglan at taka sær av teimum [...] løgreglan samband við, og av teimum sluppu 17 at sova seg lidnar á støðini. Av øðrum var bert smávegis, sigur vakthavandi. Okkurt lítið herverk og onkur lítil bardagi, sum tó einki soleiðis hevði upp á seg.
summi sum halda, at verður útgjaldið hækka uppí 90% av eini arbeiðsmannaløn, verða tað mong, sum ikki fara at tíma at fáa sær arbeiði? ? Tað haldi eg ikki. Øll vanlig fólk fara altíð at royna at fáa sær [...] heldur enn at lækka gjaldið fyri at leysgeva pening til endamál, ið onki sum helst hevur við arbeiðsloysisskipanina at gera. Somuleiðis skuldi ALS roynt at gjørt tað lættari hjá teimum, sum fáa arbeiði [...] men sum eru partvís arbeiðsleys. Harumframt fáa tey, sum eru í ALS bara 70% í stuðuli av tí, sum tey hava forvunnið seinastu 12 mánaðirnar. ? Tvs, at tað eru fólk, sum arbeiða á Fiskavirking, sum ikki
bara út yvir tann, sum átti at verið har. Tey fáa stutt og greitt færri pengar enn tey, sum eru við alla tíðina. Onkur hevur undrast á, at onnur enn Ítróttarráðið hava verið í básum, sum standa á økinum, [...] okkurt felag er so mikið lítið, at tað klárar ikki at mynstra fólk til at standa alla tíðina. Tí er neyðugt at leggja fleiri slík smá feløg saman um ein bás. Men kemur tað fyri, at ein básur ikki verður passaður [...] heldur, at tað var tað avbera góða ólavsøkuveðrið, sum bjargaði ólavsøkuni. Fólk vóru í góðum lag, og brúktu tí kanska fleiri pengar. Fyri ikki at tala um upptøkuna aftaná. Tað var stórur munur at taka upp
Jørgen Niclasen ikki vil siga, hvussu hendan skipanin nágreiniliga fer at síggja út, sigur hann seg vera púra sannførdan um, at hon fer at virka. Men fyri at fáa nýtt skip, skal tað, sum skift verður út, beinast [...] samgonguni um, at endurnýggjast skal, men ikki um, hvussu tað skal gerast. Jørgen Niclasen sigur, at tað er sera umráðandi at fáa eina veruliga endurnýggjan, so vit sleppa frá, at menn aftur fara at umbyggja [...] landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at broyta hesa skipan, hóast tað eru menn, sum halda hana vera heldur órættvísa móti teimum, sum veruliga troyta kvotuna. Politikkurin
við sær, at tað ber til at velja besta málið í hvørjum umfarinum, at velja besta málið í hvørjum mánaði og at velja ársins mál. Hevði tað verið soleiðis í Føroyum, so er einki at ivast í, at málið, tá [...] reglar, sum plaga at verða brúktar úti á vøllinum ? at síggja hvussu støðan tekur seg upp ? ikki vórðu nýttar. Gøtumenn vóru týðuliga nøgdir við støðuna, sum hon var, og tað hevði við sær, at B71 kom meiri [...] á heimaliðnum so at siga ikki innstillaðir uppá so stóra uppgávu. Gøtumenn vóru ágangandi og fyrri á bóltinum, og frá 24. og til 45. minutt eydnaðist teimum at skora fýra mál, og onkur teirra vóru framúr
stýring. Til tess, at fremja hesa stýring, er neyðugt at onkur myndugleiki hevur lógarheimild. Tí er neyðugt við serstakari lóggávu á loftmiðlaøkinum. Lógin er ikki um tøkni Tað løgna er, at Løgtingslóg nr [...] føroyskum framleiðara. Ein onnur treyt er, at loftmiðlanevndin skal hava útskrift av sendiskránni einaferð um mánaðin. Sum treyt fyri yvirhøvur at fáa loyvi er ásett, at umsøkjarin, yvirfyri loftmiðlanevndini [...] ljóðar soleiðis: ?Øll skulu vera fræls at hava sínar áskoðanir og at bera tær fram uttan forðan, og at søkja sær og breiða út vitan og hugsanir ígjøgnum hvønn boðmiðil, sum vera skal, og óheft av landamarki
Rasmussen sigur, at hann fer allarfyrst at tosa við løgmann og restina av landsins stýri, áðrenn hann fer at siga nakað alment um málið. Um hann yvirhøvur fer at siga nakað. Forsætisráðharrin sigur, at sambært [...] ikki siga, um hann fer at lyfta peikifingrinum, nú hann er á vitjan í Føroyum. Í Danmark er nakað væl gjørt burturúr, at føroyingar aftur eru farnir at brúka pengar. Tað verður ymsastaðni lagt út sum, at [...] tað føroyingar, sum hava ábyrgdina. Og tað fer hann at virða, sigur Poul Nyrup Rasmussen. »Men skuldu føroyingar havt brúk fyri ráðum, kennur tú meg nóg væl til at vita, at tað fari eg at geva teimum,« sigur