frá í fjør. Av nýggjum kann nevnast Effekt venjing, sum er ein venjingarháttur, ið hevur til endamáls at styrkja stóru vøddabólkarnar, sum vit nýta hvønn dag, samstundis sum Effekt hjálpir til [...] til við at rætta holdning, og betra um liðiligheit. Hetta er ein sera róligur venjingarháttur, og er tí eisini serstakliga gott hjá teimum, ið hava trupulleikar við liðum, ryggi og vøddum [...] Við tað at fimleikur er ikki bara fimleikur longur, royna vit aftur í vetur ymsar stuttligar mátar at fáa pulsin upp. Í hesum sambandi royna vit fegin nýggjar leiðir, og í ár hava vit valt at gera pláss
verður tosað um Smyril Line. Her er talan um privat felag, sum er nationaliserað. Her er altso hent tað øvugta, at landið hevur »almannafiserað« eitt privat vinnuvirki, [...] sum ikki kláraði seg. Viðhvørt er tað neyðugt at gera tað. Tað er eisini neyðugt at lofta einum felag sum Smyril Line, um tað er í vanda fyri at fara á heysin. Tað er bláoygt at siga, at um Norrøna [...] nú er ikki at tosa, Edmund, men at handla! Tað er at blása torvmold í eyguni á fólki at fyrigykla teimum, at tað verður bíligari at ferðast, fyri tað um Atlantsflog verður privatiserað.
»bara« góð 25 prosent, sum hóast pen framgongd kortini er ein afturgongd í mun til hinar veljarakanningarnar. Tað er eingin loyna, at tað er Tjóðveldi, sum heldur samgonguni millum Sambandsflokkin [...] sambandi við fiskidagarnar. Men nú er legitimiteturin hjá Tjóðveldinum fyri at halda Kaj Leo Johannesen við róðrið í Tinganesi líkasum við at brenna út. Spurningurin er, um Tjóðveldi kann [...] formannin seinastu tíðina – tað er nú eitt sindur løgið – so hevur flokkurin eina pena framgongd í mun til allar hinar veljarakanningarnar. Tí er nógv sum bendir á, at nýggja leiðslan
Tað er kanska tað, sum nú ger hann øðrvísi enn allar hinar týpurnar, sum dáma so væl at spegla sær sjálvum í sjónvarpinum. Tað eru jú nógv av teimum, sum stilla upp fyri Tjóðveldi. Meðan Tjó [...] eingin trýr uppá, so er Tjóðveldi enn flokkurin, sum tey í gásareygum »populeru« halda kann geva teimum politiska flogið. Men heldur ikki í Tjóðveldinum er pláss fyri øllum. Flo [...] hevur ein teoretiskan – og tað er altso bara teoretiskan – møguleika at vinna fólkatingssessin frá Sambandsflokkinum. Sjúrður Skaale er jokarin hjá Javnaðarflokkinum hesaferð
Í dag er fyrsti heystardagur, og við heystinum gerast dagarnir styttri og myrkari. Tá er umráðandi hjá børnum at vera í endurskini, soleiðis at tey eru sjónlig í ferðsluni bæði í skýming og myrkri [...] gjørt í samstarvi við Verkstaðið Vón. Væntandi hava allir skúlar móttikið endurskinsvestarnar til 1. flokk og súkkluhjálmar til 2. flokk fyrst í september. Súkkluhjálmarnir verða latnir børnum
ættarlið, er dýrt minni hjá Petrinu og okun øðrum, sum minnast hann, at eiga og at hava sum fyridømi hjá teimum, sum framvegis fara undir felagstøk í samfelagnum. Petrina er nú elsta fólk, sum er vaksið [...] Hagabyrgi og spældi »Enkemand søger mage« inni á Fitjunum. Nú er Petrina gomul, farin úr húsum sínum, har hon hevur sitið einsamøll í fleiri ár, og er farin í Heimbýlið at búgva – eitt gott tiltak í okkara [...] Týsdagin 28. aug. fyllir Petrina Berg í Hvalba 100 ár. Heilt higar til ellisár er hon nevnd Lítla Petrina – ikki tí at hon var nøkur lítil kona – hon var heldur høg og vælvaksin. Men hon búði so nær ommu
tó eisini at læra grønlendingar ein fiskireiðskap, sum als ikki er kendur í Føroyum, nevniliga botngørn. Hetta er ein reiðskapur, sum er eitt slag av eini fellu. Tá toskurin gongur fram við landi, verður [...] niður at selja, og komnir niður móti Aberdeen varnast teir, at tað er ikki eydnast at tetta øll holini frá týska flogfarinum, og skipið er farið at leka. Tískil høvdu teir tørv á at sleppa inn skjótast gjørligt [...] bygdunum at hvíla seg, til hann kundi fara at draga aftur. Men hann er ikki meira enn komin til lands, tá verður rópt eftir honum. Tá er tað ”butiksbestýrarin” á staðnum. Hann skuldi giftast, og ørindini
honum. Útgangsstøðið hjá 07 Vestur var væl skipaður verjupartur og sera stutt fjarstøða millum keturnar. Dúvað varð upp á skjótar umstillingar, tá ið bólturin varð fangaður, og beinanvegin var onkur støða [...] Vestur verjan var væl skipað, og serliga eyðsýndur var stóri og stinni miðverjin Tehé Aristidé. Hann er sannur fongur hjá vágamonnum at hava fingið. Fleiri ferðir var talan um vandamiklar B68 støður f
á KÍ høllini er illa nokk komin runt níggju ferðir og HB hevur verið leikliga omaná og er á odda. Í eitt korter er eingin ivi um hvør er uppflytari og hvør er verandi føroyameistari. HB er omaná, men KÍ [...] Bólturin fer av baklinjuni og Eiler Rasmussen gevur tekin um, at tað er hornaspark til HB. Tíðin er langt síðani farin og tað eru teir fýra minuttir, ið dómarin legði afturat næstan eisini. Í eini seinasti [...] venjarin, Sigfríður Clementsen, á málverjan hjá sær og veipar við ørmunum. Tað er ikki til at taka feil av hvat boðskapurin er. Teitur Gestsson skal framvið í hornasparksstøðuni. Innfyri royna fleiri at
var, at upplýsingarnar hjá sjónvarpinum ikki vóru rættar – at tey hava fingið fatur á einum gomlum ákæruriti. Sosialurin hevur ikki innlit í tær upplýsingarnar, sum sjónvarpið hevur [...] var ikki at seta niður á journalistiska arbeiðið hjá Kringvarpinum. Vit viðganga, at tað ikki er í tráð við góðan fjølmiðlasið, at vit ikki góvu Kringvarpinum høvi at svara, og tí átti tað brotið